Vit vóru nógv fólk í Putlhúsi hetta vikuskiftið, Kristina hevur glett seg til basar síðan seinasta basar. Basarurin var fríggjakvøld og leygarkvøld, og Kristina livdi seg ordiliga inn í spenningin.
Í Dali er nógv arbeiði um várið, bloggurin heilsaði upp á Óla í bønum. Hann ger eina moldveltu á stað, har tey hava havt flagveltu fyrr.
Eisini Eisenberg og Lovisa seta epli niður, í Klæminstovugarðinum eru nú tvær flagveltur. Langomma Eisenberg búði í Túni í Dali og giftist til Skarvanesar. Eisenberg er oldurabbasonur hin navnframa Enok á Skarvanesi.
Í Rennuni er altíð ein kaffimunnur at fáa. Sunnvør var úti og arbeiddi í garðinum.Í góðveðrinum í dag vóru Herbert og Oddvaldur ein langan súkklutúr, teir súkklaðu úr Dali til Skopunar.
No comments:
Post a Comment