Sunday, May 22, 2022

Jógvan í Toppi sjeyti

HJARTALIGA TIL LUKKU

Jógvan er trímenningur genturnar hjá mær, tað er altíð so hugnaligt at hitta hann í túninum í Dali og tey seinnu árini úti á Bakka hjá Turið og Vitusi. Skyldgentur kallar hann tær, so inniligt.

Tað eru tvey ár síðani Jógvan boðaði frá, at hann fór at halda føðingardag, men nú var endiliga klárt. Veitsluhøllin í Dansifrøði var so vakurt pyntað, og har var borðreitt til 240 fólk. Barbara og øll tey høvdu staðið fyri at fáa alt til reiðar. So lívsjáttandi og optimistiskt. Og  borðhaldið var eitt av teimum heilt góðu.

Jógvan bjóðaði vælkomin, og beinanvegin kendist hesin familjutokkin, tá ið hann nevndi sínar mostrar, sum sótu har til háborðs við honum. Toppasystrarnar hava fyrr verið á hesum bloggi, men tær eru yndisligar og sterkar kvinnur, so tær eru altíð kærkomnar sum gestir á blogginum.

Jónleif var borðstjóri, og hann gjørdi sítt arbeiði til lítar. Nakrar fínar søgur og ongar av hasum fjákutu morreyðu, t.d. var ein eldri maður, sum hevði fingið sær eina unga damu, og hann bleiv spurdur um gentan mundi vera trúgvandi, ja ja segði maðurin, tí hon talaði sera nógv um nýggja testamentið. Ella hin um norðingarnar sum bestiltu sær konu úr Daells varehus. Tá ið annar fregnaðist hjá hinum, um einki var frætt um konurnar, var svarið; jú jú, nú verða tær nokk skjótt her, tí at klæðini eru komin. 

Símun Erik, Tórur, Jóannes

Og stórhúsmenninir spældu harmoniku. Stuttligt at Tórur eisini var í orkestrinum. Eg troyttist ikki av at eygleiða hesar snillingar.  Borðhaldið varð  væl stýrt og so fjølbroytt, at tíðin leyp avstað. So sera nógvar góðar talur, sum góvu okkum innlit í lív Jógvans, bæði í uppvøkstrinum í Dali og seinni.

Mynd tikin av Heiðveigsa FB

Familjan gav honum góð ummæli sum ein tolin og gestablíður toppabbi.  Heiðveig legði fyri við eini hjartaligari og erligari kærleiksváttan, og hann fekk eisini ein sang frá Heiðveig. Barbara og mamma hennara eru hjartavinkonur, so Barbara hevur fingurin á pulsinum viðvíkjandi mammu síni og kann vitna, at Jógvan er góður fyri Heiðveig, tey rigga saman.    "Abbadøturnar" Valborg og Súsanna løgdu báðar dent á, hvussu gestablíður Jógvan er, og so er hann so góður við hundin hjá teimum eisini. Dalbingar  vóru ikki aftastir í talaralistanum, og vit hoyrdu stuttligar søgur um spælibróðurin Jógvan, sum var so sera raskur, men eisini kundi vera kúllasligur. Ein nýyrktur sangur var um Jógvan á fjalli í Syðsta haga, har rann Jógvan allan seyðin aftur og fekk í rætt. 

Sámal Petur í Grund kallaði føðingardagsbarnið Jógvan hjá okum, og hann lutaði eisni barndómsminnir við veitslufólkið. Síðan fóru systkin og systkinabørn á pallin og sungu ein sang, sum var yrktur til Jógvan. Bert spell, at Sunnvør hvørvur heilt aftanfyri hasar stóru menninar, men tey tóku eina mynd aftan á sangin, kanska tey kunna senda mær hana, so seti eg hana her. Onnur høvdu eisini orðið. 




 

Eg segði takk fyri meg nokso tíðliga, men eg ivist ikki í, at hesi festligu fólkini hildu á til tann ljósa morgun.



Myndirnar hevur Johild Nolsøe tikið.





No comments:

Post a Comment