Tuesday, April 7, 2026

Páskir

 Aftur vóru øll fløgg í Dali vundin á stong páskamorgun. Sólin skein og friður valdaði. Turið kom suður ein túr, sum var herligt, tí at Turið var farin til Havnar at hitta systur sína, sum var heima og vitjaði úr Danmark, og Turið og familjan vóru í Skotlandi og ferðaðust. Vit vóru í kirkju páskadag og hoydu lestur (Jónleif) og sálmasang (Símun Erik). Tað var nógv fólk í kirkju, so sálmasangurin var kraftarmikil. Bæði teir mollstemmaðu, og teir ljósu hjá Grundtvig.  


Men tað stuttligasta var at síggja eggjaspælið á Prangsjørð. Johild boðaði øllum, at tað var har, tað gekk fyri seg til ásetta tíð. Johild er ímóti øllum: hon skipaði fyri stikkbólti í skúlatúninum fyri ung og gomul, hon skipaði fyri dunnuveiðu í ánni, hon savnar øll. So ómetandi í eini tíð, har so mangt spjaðir og og tjóðrar okkum til skíggjar. Og Johild samskiftir um øll hesi viðurskifti á Dalbingafamiljuni á FB.






Tá ið eg var barn, rullaðu  vit  páskaregg yviri á bønum (har er ikki bøur longur) hinu megin ánna (har er ikki á longur). Vit høvdu 2 egg  í part, og eg minnist einki til, at pápi rullaði við ella rann eftir egginum, hvørja ferð, tað var blakað. Í Dali var festligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu nútíðarpáparnir tóku lut í hesum leiki. Og eggini vóru sera mong í tali. Og veðrið var til vildar ta løtuna. 


Sunday, March 15, 2026

Hátíðardagur í Dali


Dalur flaggskrýddur

Soljóðandi fráboðan var at síggja á facebook:

Hesir hava í yvir 50 ár trúfast røkt teirra sína: Jóanes N. Johannesen deknur og Sjúrður Nolsøe klokkari fáa “Den Kongelige Fortjenestmedalje”.
Anfinn Johannesen hevur eisini verið deknur í yvir 50 ár. Hann hevur áður fingið medalju fyri sítt trúgva arbeiði hjá Landsverk.



Kirkjuráðið við Helgu Hilmarsdóttir forkvinnu á odda vil heiðra hesar tríggjar menn við at handa teimum gávu, sum tøkk fyri trúgva tænastu.
Jógvan Fríðriksson biskupur handar medaljurnar.
Havstein Klein prestur prædikar. Sandoyarkórið syngur undir leiðslu av Susanne Brattaberg. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spæla á tvørfloytu.



Talvan gongur til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Kringvarpið tekur gudstænastuna upp til sjónvarpið. Aftaná eru øll vælkomin til døgurða í Eiriksgarði.
Vælkomin til hátíðargudstænastu í Dals kirkju.

Kirkjan var fullsett, tá ið floytutónarnir hjá Signhild og Gunnu fyltu rúmið. Fyrst var ein, um eg so má siga, vanlig gudstænasta.
Sandoyarkórið sang bara ein sang, tað helt eg vera sera kollut, nú ið tey vóru komin til Dals so manssterk.



Bispur var í gullkápuni, sum tað sømir seg ein hátíðardag. Har var gylt av prestum (Jákup, Havstein og Borgný), so arbeiðið hjá bispi í dag var at handa medaljur. Hann hevur humor, bispur. Hann helt fyri, at Havstein fekk bara nógv við í dag í prædikuni, hvør skal siga. Og so kallaði hann GUD ein skilamann, eg veit ikki, um hon hoyrdi í sínum himli, men tað tók hon nokk bara sum skemt.


So kom tann spennandi parturin, nevniliga gávurnar frá kirkjuráðnum, tríggir eins stórir pakkar. Tá ið vit øll vóru komin í Eiriksgarð pakkaðu teir upp. Tríggir málningar við bíbilskum myndevni eftir Hilmar Højgaard. Jesus hittir kvinnuna við brunnin, Jesus rísur úr grøvini og Jesus gongur á sjónum - tað sjáldsama við málningunum var, at Dals kirkja var sett inn í allar.






















Í Eiriksgarði hevði Borgný, sum er komin heim at fagna pápa sínum, eina stutta talu, sum dóttir og sum kirkjufólk. At vera kirkjufólk er eisini ein uppgáva, tí uttan kirkjufólk er eingin kirkjugangur. Sjúrður hevði eisini eina talu og Annfinnur takkaði dalbíngum fyri trúfesti.







Dalsbloggurin ynskir øllum trimum til lukku!



Sunday, February 22, 2026

Sjúrður 80

Í dag fyllir Sjúrður Nolsøe í Dali 80 ár. Hvør skuldi trúð tí, fattur og lættur, treyðugt so skula onkrir deilir skiftast, men tak hann kortini!

Hann helt dagin saman við familju og bygdarfólki í Eiriksgarði í gjár. Sum vera man var alt gott úr bóndans garði á borðinum. Fólk vóru komin ymsastaðni úr oynni og serstakliga stuttligt var at síggja, at øll seks børnini hjá Sjúrði og Eyðbjørg vóru til staðar. Anna beyð vælkomin, og hon skemtaði við, at tað var løgið, at summi høvdu forfall, tí at tunnilin er ikki komin. At tað ikki skal vera koyrandi til Dals í føðingardag hjá manninum, sum hevur koyrt til Dals í øllum veðri í mong ár, er sanniliga merkisvert.

ein vøkur teggja, stillað upp eftir aldri

Andrass hevði lagt leiðina til Dals í føðingardag og fyrr um dagin legði hann hesa vøkru heilsan út á FB:

Nú um vikuskiftið verður stórur dagur í Dali, Sjúrður sum verður 80 ár sunnudagin, við hesum atlaði eg mær at fara 80 ár aftur í íðina, ja hugleiða um dagin og ta tíðina sum var tá,

Tá í 1946 til 1940 var ein smádrongur, sum vaks upp í Dali, tá var eingin vegur, og tá mátti alt berast og ganga til bygdina, Tá postur mátti koma til Dals, var posturin koyrdur til Húsavíkar, har var maðurin sum æt Antininis Sørensen í Húsavík, sum tá hevði postin, hann bar so postin til Dals, so onkutíðina kom posturin sjóvegis eisini, Vegurin varð byrjaður 1943, og bleiv upplatin 1963, tá var stór broyting í bygdini, tá vegurin kom, hettar rokni eg við, at Sjúrður minnist,
Lærarin, sum tá var frá 1949 til 1962, var Malvina Clementsen, hon hevði Skarvanes og Dal. 17 januar 1953 boðaði hon til fundar fyri at fáa eina kirkju í bygdini, Í nevndina vóru vald Malvina (formaður) Ludvig , Gunnar, Óli, og Emil, Í 1957 í oktober varð kirkjan vígd, í hesum sambandi kann sigast, at Sjúrður bleiv klokkari 2 desember 1997, og er enn í dag virkin sum klokkari í kirkjuni,
Tað er stutligt at koma til Dals at minnast barnaárini, eg var hvørt summar, tá feria var, so tað eru nógv góð minnir, har eg føldi meg vera ein Dalbing, og tað liggur enn í mær í dag, at vera bygdini nær, At minnast tá Sjúrður koyrdi bussin millum bygda, tá setti eg meg altíð á ta síðuna sum man sá út av og hyggja niður á sjógvin ella út á havið ja her er heilt nógv at siga frá; men eg kundi sagt, at Sjúrður hevði seyð og neyt, men tað verður ein løta at skriva niður,
við hesar lítla søguni vil eg ynskja tykkum til lukku við bygdamanninum, sum blívur nú 80 ár sunnudagin,
Og til tykkum øll somul vil eg siga Gott Vikuskiftið,

Andrass millum Oddvør og Jóannes

HJARTALIGA TILLUKKU OG ALT TAÐ BESTA!

Friday, January 9, 2026

Vælkomið nýár!

 Vit hildu jól á Sandi, og jóladag fóru vit til Dals á jólatræ. Vit vóru níggju. Altíð deiligt at koma í Eiriksgarð. Har var sera nógv fólk samankomið. Dreymurin er, at okkara eftirkomarar skula føla seg heima í Eiriksgarði. Tað er sjálvandi ein avbjóðing, tá ið ein ikki er so ofta í Dali.

Emil, Herbet, Nichlas, Marius,Turið, Kristina, Lisa, Magna

Jólatræshaldið var siðbundið: dansa og so kom jólamaðurin. 



Jólamaðurin er ringur av gikt, so Johild leiddi hann inn.

Var eisini í Dali nýggjársaftan, eldsálirnar í Dali gjørdu haldið ógloymandi. Nýtt í ár var, at felags nátturði vat í Eiriksgarði, áðrenn skot og bál dundu.

Gævi tú verður høgdur ella brendur, søgdu teir gomlu

Báturin trónar ovast á tí væl laðaða bálinum, kirkjan høgrumegin var saman við bátinum fólksins uppihald. Hugnaligt at fáa gestir í Putlhúsi.


nýtt í ár: tvær damur vóru við í bálfylginum



Tann serligi siðurin í Dali við nýskrivaðum tátti varð eisini hildin ár.  

Sera nógvar frálíkar myndir eru á "Dalbingafamiljan" á FB.

                                               

Nýggjárssangur 2025

Lag: Til Havnar vit fara

1.

Í kvøld blaktra ljósini Dalinum í trialduri, trialdurrá

Tað skyggir og lýsir so hátt móti ský

Eitt árið er farið, tað royndist okey,

Til gamans og álvara, gæs og til seyð.

2.

Í bønum teir sáddu hvít kunsttøð so nógv,

Annfinn og Sjúrður teir dugdi sær hógv,

Men grovasti sáarin var gamli John,

Bøurin hvítur sum ein kavafonn.

3.

Og veðrarnir stórir, teir eru sum ross,

At føða teir hevur Ludvík mangt knoss,

Tveir kraftfóðursekkir hvønn einasta dag,

So feitir og fegnir skjótt eta teir tað.

4.

Og veðrakrovini tey vóru stór,

Níggju pund langt yvir hundrað ein fór,

Men síðurnar vóru tað berasta feitt,

So John hevur alt í konteynaran tveitt.

 5.

Í Dali varð tosað um hátíðardag,

So bringubrattir teir gingu á rað,

Men ongar medaljur, ei dunnur, ei kór,

So nakkalangt alt í vaskið fór.

6.

Og tunnilin hann skuldi opnast í ár,

Men teir klóku siga, tað verður í vár,

Í berginum spola vit enn eina tíð,

Meðan asfalt og ljós kemur tunnilin í.

7.

Barrin hjá Johild opin nú er,

Har bryggjar hon sukur, rabarbur og ger,

Tann Gylti Hanin navnið hon ber,

Har mangur dropi í vælindið fer.

8.

Gásin hjá Sjúrða hon er nú vekk,

Seinast vit frættu í Skagen hon gekk,

Á jólum tey vóru í dýrastu neyð,

Tey fingu sær egg og sild upp á breyð.

9.

Altanin hjá Steintór hon er so flott.

Hon hóskar seg best til Rosenborg slott.

Hon er á leið við Tjarnir í stødd,

Við hundraðtals perum er hon beklødd.

 10

Í Ottogili gekk Edvardsa ær,

Í pottin hjá honum hon ei ætlar sær.

Hon rættina breyt og sprakk sum eitt svakt,

Teir fangaðu hana í froskmannadrakt.

11

Brundarnir ganga nú høgunum í

Men seyðamenninir ei halda frí.

So skjótt sum ein brundur fer av eini ær,

Hann verður fluttur og viagra hann fær.

12

Hjá Bødvardi verkstaðið er nú hotell,

Kistur og trappur er ei longur vell.

Har verður nú borðreitt við fagrasta vín,

Og Helga serverar í kjóla so fín.

13

Vit ynskja nú øllum eitt nýggjárið gott

Í Dalinum fagra fella vit ikki í fátt.

Tí í Dali er best eingin ivi um tað,

Á klótuni finst einki vakrari stað.

                                Gott nýggjár