Aftur vóru øll fløgg í Dali vundin á stong páskamorgun. Sólin skein og friður valdaði. Turið kom suður ein túr, sum var herligt, tí at Turið var farin til Havnar at hitta systur sína, sum var heima og vitjaði úr Danmark, og Turið og familjan vóru í Skotlandi og ferðaðust. Vit vóru í kirkju páskadag og hoydu lestur (Jónleif) og sálmasang (Símun Erik). Tað var nógv fólk í kirkju, so sálmasangurin var kraftarmikil. Bæði teir mollstemmaðu, og teir ljósu hjá Grundtvig.
Men tað stuttligasta var at síggja eggjaspælið á Prangsjørð. Johild boðaði øllum, at tað var har, tað gekk fyri seg til ásetta tíð. Johild er ímóti øllum: hon skipaði fyri stikkbólti í skúlatúninum fyri ung og gomul, hon skipaði fyri dunnuveiðu í ánni, hon savnar øll. So ómetandi í eini tíð, har so mangt spjaðir og og tjóðrar okkum til skíggjar. Og Johild samskiftir um øll hesi viðurskifti á Dalbingafamiljuni á FB.
![]() |
Tá ið eg var barn, rullaðu vit páskaregg yviri á bønum (har er ikki bøur longur) hinu megin ánna (har er ikki á longur). Vit høvdu 2 egg í part, og eg minnist einki til, at pápi rullaði við ella rann eftir egginum, hvørja ferð, tað var blakað. Í Dali var festligt og lívsjáttandi at síggja, hvussu nútíðarpáparnir tóku lut í hesum leiki. Og eggini vóru sera mong í tali. Og veðrið var til vildar ta løtuna.


