Eitt serligt tiltak í Dali - søgugonga. Íblásturin er úr Oyndarfirði, men í Dali hava tey sett sítt egna merki á. Skráin byrjaði kl. 18 við konsert í kirkjuni, síðani verður gingið um bygdina og søgur sagdar, summar eru sagnir og aðrar um hendingar og fólk í bygdini, síðani hittast øll við Gylta hanan, áðrenn farið verður aftur í Eiriksgarð til uppboðssølu og súpan og dans.
Tað vóru eini 170 fólk, og tað hevur verið ein ordans logistisk avbjóðing at skipa tiltakið. Væl bar til, vit vórðu býtt sundur í bólkar, og hvør bólkur hevði sín vegvísara.
Bygdin var pyntað við ljósum og gøtulyktir sløktar, regnskjólatúnið í Gylta hananum lýsti.
![]() |
| Gylti hanin |
![]() |
| Nýggir leiðbeinandi pílar |
SØGURNAR
Malthús Miriam segði frá.
Søgan um Maltu og hennara ósemju við Klæmintstovu er nokso kend, men søgan um Ebbuna og hennara ævintýrliga lív er minni kend. Vitus í Malthúsi fekk koyristól frá Rockefeller, sig so tað.
Stórhús. Jónleif segði frá.
Stórhús stendur á elstu grund í bygdini. Vit sótu í køkinum, har tann stóri svarti plagdi at brima. Mær kom tað fyri, sum ein kvøldseta í roykstovuni í gamlar dagar. í 600 ár hava fólk trúð, at meira er millum himmal og jørð enn vit síggja. So kom ravmagnsljósið til bygdar.....og ljósið blindar okkum, so at vit síggja ikki teir gluggar, sum fyrr vóru sjónskir. Eisini nýggjari huldusøgur vóru á skránni.
Tað var pinnastilt inni, og Jónleif fór at njóra skjaldrið, sum huldukonan njórar, tá ið hon telur kýrnar :
Ýla og Ála, Esja og Kála........
![]() |
| Kvøldseta í Stórhúsi |
Rennan Símun Erik segði frá
Í Rennuni hoyrdu vit um fyrstu ídnaðargerðina í Føroyum: teir høgdu royðugrót, sum varð selt til fyritøku í Danmark. Sera áhugaverd frásøgn um brotið við Stórastein og brotið í Reyðanum og seinni aðrastaðni. Símun Erik dugdi at dramatisera hending í 1954, tá ið ein ovurstór fylling holvdi bátin og rak menninar heim eftir gøtuni, tað var ikki nátúrligt - men ein ávaring frá hægri stað. Har varð eisini verfaðir nevndur, sum ein frágera djarvur gongumaður. Hetta var gott arbeiði og nógv betur lønt enn arbeiðið í vegnum. (Meira sæst um Royðugrótarbeiði í vangamyndini av Sam í Haskátrøð á hesum bloggi).
Klæmintstovuhoyladan Róaldur segði frá
Við hoyladuna stóð Kristina og bjóðaði ein heitan drink. Og Róaldur segði frá huldusteininum Hattarsteini. Eisini søgu um prest, sum hevði formanað teimum fornisku at tiga! Men hann mátti taka orðini í seg aftur, tey vóru honum ov sterk.
![]() |
| Í Dali er ikki so galið! |
Skúlin Sólvit segði frá
Tann syrgiliga hendingin, tá ið tríggir ungir menn doyði av einari minu, sum brast á skúlaloftinum. Sólvit er uppvaksin í Dali, men hoyrdi ikki um hesa hending , fyrr enn hann var 20 ár. Men tað merkir ikki, at teir ella hendingin var gloymd. 14. juli í 1941 rak ein mina upp í Dali, og tá ið hon brast doyðu tríggir ungir menn. (Meira sæst um hesa hending í Vangamyndini av Sam í Haskátrøð á hesum bloggi)
Óla Jákup á Toft 29, Jógvan í Toppi 19 og Kjartan á Hvanngarðinum 15
Túnið í Malthúsi Jónleif segði frá
Løgmaður sat í Dali í miðøld, hann æt Róaldur. Ikki hevur tað verið lítl garður, Løgmansgarðuin. Kanska hevur Malthús verið teirra bryggjarí. Jónleif dugdi sera væl at flætta fortíð og nútíð saman soleiðis at bryggjaríið Gylti hanin hjá Johild er beinleiðis framhald av fyrndargomlum mjaðarbryggi. Eisini fundurin hjá Charles av Hananum, krananum í Malthúsgarðinum varð flættaður uppí. Sera skemtiliga sagt frá, hvaðani allar rabarburnar, sum Johild brúkar, eru. Ikki er torført at gita, hvør man hava yrkt táttin um rabarbusnapsin:
![]() |
| Í Dali er ikki so galið |
Rabarbusnapsurin / Lag: Eg búgvi í Nólsoy ein fitt lítil bygd
1.Eg búgvi í Dali,
og hárið er reytt,
Petur mín hevur
so mangan tað sett.
Tann gylti hanin
er barrin mín,
inni har geri eg
rabarbuvín.
Níðurlag:
Rabarbusnapsur
tann besti í verð,
so søtur angi í
nasarnar fer.
Hann smakkar av
friði gleði og fest,
kann brúkast á
vetri, vár, sumri og heyst’.
2. Eg klúgvi so
stillan har inn í hvønn garð,
rabarbur í posan
eg skjótt stjali mær.
Blandi tað saman
við vodka og ger.
Mín snapsur, ja
hann er tann besti í verð.
3. Tann Gylti hanin
er mítt bryggjarí.
Har hugni eg mær,
tá eg havi frí.
Dagarnar, tá eg ei koyri bil,
siti eg still har
og smakki snaps til.
4. Dalbingar
nógvir teir vitja á gátt,
spyrja og bøna
meg um okkurt vátt,
ein lítlan snaps,
eg bjoði teim tá.
Syngjandi fara
teir Malthúsi frá.
5. Hjá læknanum
dalbingar síggjast ei meir,
Rabarbusnapsurin kann
grøða teir.
Gikt, høvuðpínu,
so vatn- og flogskrekk
rabarbusnapsurin kann
fáa vekk.
Eiriksgarður Sámal Petur varð uppboðshaldari. Til sølu vóru lutir, sum vóru tilevnaðir í Dali.
Seinast var súpan og dansur á skránni
![]() |
| Í Dali er ikki so galið |
![]() |
| Í Dali er ikki so galið |
![]() |
| Í Dali er ikki so galið |












No comments:
Post a Comment