Tíðirnar broytast og vit broytast við.....
Nú fyrstuflokkarnir í fólkaskúlanum eru í fokus, og tey børnini, sum skulu í fyrsta flokk í ár, verða innskrivað í hesum døgum, kunnu vit hugleiða eitt sindur um, hvussu tann fyrsta skúlatíðin í Dali hevur verið.
Skúlin í Dali var bygdur í 1899, og 20 ára gamla Albina Jensen úr Klaksvík, sum tók læraraprógv sama árið varð sett í starv 1. novembur 1899 við skúlarnar í Húsavík, Dali og Skarvanesi. Albina var til hús í Malthúsi.
Tey, sum vóru í skúlaaldri í Dali tá, og vit kunnu rokna við eru farin í skúla fyri fyrstu ferð, vóru:
1. Anna Magretha Johannesen (Greta á Toft) 8 ár
2. Elsebeth Kristina Johannesen (Elseba í Rennuni) 7 ár
3. Elsebeth Maria Hansen (Mia á Bakkanum úr Beddistovu) 8 ár
4. Hans Petur Mortensen (Hans Petur á Bræðnum) 11 ár
5. Jens Sørensen (Janus hjá Postmanninum úr Skeiðistoftini) 7 ár
6. Joen Johannesen (Gamli Jógvan í Oyragarði) 10 ár
7. Johannes Johannesen (Jóanes í Malthúsi úr Rennuni) 13 ár
8. Julia Malena Hansen (Lena í Malthúsi) 13 ár
9. Nicolina Johannesen (Nicolina í Rennuni) 9 ár
10. Óli Johannesen (Óli í Rennuni) 11 ár
11. Olivia Mortensen (Liva á Bræðnum) 9 ár
12. Petrina Mortensen (Petrina á Bræðnum) 7 ár
13. Viglund Hansen (úr Beddistovu) 12 ár
Um somu tíð lá talið av skúlabørnum í Húsavík um 25 og á Skarvanesi um 10.
So Albina, so ung sum hon var og nýútbúgvin, hevur havt nógv børn at síggja til.
Neyvan hava tey havt skúlatasku ella penalarhús. Kanska eina talvu, griffil og ein njarðarvøtt bundnan í talvuna. Skógvarnir hava helst verið kobbaskinsskógvar við ella uttan skóklút.
Men, men – tey bygdu hetta land!
Gerið so væl! Hugleiðið víðari.
Keldur:
Lærarafólk í Føroyum
Manntalslistar 1901
No comments:
Post a Comment