Síður

Thursday, January 31, 2019

Vitus áttatati

Stórkavi, skuldi ikki verið so óvanligt í januar, men tað er tað kortini, tí at tey seinnu árini hevur mest bara verið regn og vindur og krapi. Men vit fóru suður í hesum góða kavaveðrinum, vansin var, at vit skuldu norðuraftur beinanveg, tí at føðingardagurin var mitt í viku. Men Vitus hevði rundan dag, so vit løgdu á fjørðin. Vit høvdu sletur við, og tá ið vit komu áraka Bakkahúsini, settu vit børn og sletur av. Tað var stuttligt.



Á Bakkanum var nátturðaborðið klárt, og tað var ikki smávegis borð. Alt lekkurt bæði matur og kakur.


Vitus sat í sínum stóli og læt seg heiðarað og avmyndað. Dalbingar komu inn á gólvið at ynskja Vitus gubba tillukku. Vit og Heiðveig og Jógvan komu úr Havn, og blomstur komu úr Belgia. Stuttligt at bilur kom gjøgnum kavan við bukettini frá FS. Mangt ber til við góðum samskiftismøguleikum.






Kristina hevur tikið myndina, hon tók, til battaríið var uppi :)

Góði Vitus gubbin hjartaliga tillukku!

Sunday, January 20, 2019

Vikuskifti har suðuri

Turið og eg fóru suður fríggjakvøld í so sera góðum veðri mánalýsi og stilt. Leygarmorgunin fóru vit ein góðan tú. Vit sóu Annfinn, sum var farin ar væla um stik og so sóu vit Steintór og Ludvík báðar sum manereraðu við eitt lendisakfar.





Tað er so flott at síggja ísmyndirnar í áum og vøtnum. Uppi við svimjihylin gongur eitt portur beimnt út í ánna, sær út, sum tað er ætlað kríatúrunum. Portrið stóð opið.


Leygarkvøldið var trettandadansur í Skálavík, eitt sera fínt kvøld. Góður matur frá Elisabeth og góður dansur.






Thursday, January 3, 2019

Ársbyrjan 2019

Tíverri var eg ikki í Dali nýggjársaftan, eg vandaði veður. Men Johild var so røsk at boða frá á FB, hvussu leikur fór. Serstakliga spennandi er á hvørjum ári at síggja bygdartáttin, sum Jónleif yrkir.
Temuni í ár vóru m.a. tunnilin til Dals, hagabilar, seyður, gæs og barnakonur. Teksturin er her bara mynd av teksti, kanska ikki so lætt at síggja.





Men nýggjársdag stungu vit okkum suður eg og systir, tí vit ætlaðu í dans. Og tað var eitt deiligt kvøld, tað má eg siga. Og høsnasúpanin var góð og væl kryddað. Vit kvóðu Jákup á Møn, Ormin langa, Brúsajøkil og nógv annað. Tá ið bussurin var farin við dastinum av gestunum kvað Vilhelmina Santa Jákup, so fínt!
Annan januar fór eg mær ein túr út á Hamarsenda. Skoðaði vegin, sum nú er verðinsberømtur í Føroyum. Jú, tunnilin er tiltrongdur og kærkomin.






Saturday, November 10, 2018

Eyðbjørg fyllir runt



Sum áður sagt frá her á blogginum, so hava eg og Eyðbjørg gingið í skúla saman einaferð í fortíðini. Lítið visti eg tá, at eg fór at fáa børn, sum skuldu vera trímenningar mannin hjá Eyðbjørg - soleiðis smúgva og snúgva okkara dagar seg.

Í dag helt Eyðbjørg føðingardag í Eiriksgarði í Dali. Jóannes helt fyri í taluni, at tað er ikki altíð tey, sum hoyrast mest, sum gera mest. Tað hóskar væl til Eyðbjørg, tí hon er sera arbeiðsom og sera friðarlig. Eitt danskt orð sigur Det stille vand har den dybe grund, tað er nokk so við Eyðbjørg.
Hennara partur liggur ikki eftir, tað er ikki smávegis hon hevur útrættað fyri felagshúsið í Dali, fyri heimamissiónina og ikki at gloyma fyri Sjúrð og børnini og nú ommubørnini.
Nátturðin í kvøld var serstakliga góður, og alt heimagjørt.
Vit blíva boðin til borðs



Jóannes sigur nøkur væl vald orð
Góða Eyðbjørg, hjartaliga tillukku við tínum runda degi, sum verður fjúrtanda. Takk fyri alt gamalt og gott. Síggjast!

Tuesday, July 24, 2018

Jónleif 40

Ikki nógv menniskju hava gjørt og dugað so nógv, tá ið tey eru 40, sum Jónleif Johannesen í Dali. Politikarin Jónleif ger sítt arbeiði til lítar, hampiligur í orð og tal, góður røðari. Mær kemur mangan Jógvan Adolf til hugs, tá ið eg hoyri Jónleif, báðir kvæðakempur, báðir javnaðarløgtingsmenn úr Dali. Jónleif hevur annað beinið í Klaksvík nú og hitt í Dali, samferðsla til smábygdir og tunlar norð um Fjall. Dans inn í skúlarnar og pengar til Klaksvíkar sjúkrahús. Sanniliga hevur Jónleif nógv at taka sær av.
Jónleif hevur dansað og kvøðið, síðani hann dugdi at ganga, og hesin áhugi hevur ført bæði nevndarsess við sær og formanssess.
Jónleif er eisini yrkjari og góður vertskapsmaður, vit kenna kvæðið um Deyða Sigmunds og tættirnar, hann hevur yrkt m.a. "Rókin til Dals".
Jóannes segði ein dagin, at tað er skaðiligt fyri eina bygd, at tað er bara ein maður, aum tekur sær av øllum, tað man vera tí hann hevur sett tríggjar við. :)
Midnáttarrøða í Dali.
Sum lærari hevur Jónleif eisini gjørt vart við seg í fakfelagshøpi, og hansara eldhugi og áhugi vísir seg eisini í summarskúlanum í Dali, sum hevur verið í tvey ár. Eitt skeið fyri børn við rótum í Dali. So væl umtóktur er summarskúlin, at onkur er farin at tosa um, at skúli  skal eisini vera fyri pluss 20. Eg sigi fyri meg, at tá ið hann verður fyri +60 , tá tekni eg meg beinanveg!
Lærarin í aktión
Jónleif er bygdasligur uppá tann góða mátan, fylgir við tíðini, men virðir og tekur lut í tí, sum er eftir av tí gamla bygdarlívinum.
Jónleif helt eina rimmar veitslu í Dali sunnudagin, har var mong ein fjøður samankomin: Politikarar úr ymsum flokkum, bygdarfólkið, familja norðaneftir og dansifólk ymsastaðni frá.
Borgný


















 Fleiri av røðarunum nevndu tunnilin til Dals, onkur helt, at bussurin hevði koyrt so skjótt og so uttarlaga á vegnum, til at sannføra poltikararnar, ið sótu og gøllhildu sær og stardu uppi bergi.














 Húsamaðurin hevði mong lovorð til Jónleif, sum bæði hevur verið barnagenta hjá honum og lært hann at dansa og kvøða. Hann kvitteraði við at skipa í frálíkum dansi.
 Edvard, Jóannes og  Niels Jákup spæla til dans.

Veitslukvøldið bleiv til ein so vakran veitslumorgun og endaði úti í Støð einar 14 tímar seinni. Ein skúta lá so vøkur útfyri.

Dalssíðan ynskir Jónleifi hjartaliga tillukku!

Sunday, July 15, 2018

Dalstúrur á sumri

Vit hava verið í Dali nakrar dagar. Akuurát sum í gomlum døgum í Putlhúsi.




Á Kirkjujørðini gekk tað fyri seg, nógv fólk og nógvar maskinur. Deiligt at síggja, hvussu røsk og hugagóð skopunarfólkini eru. Onkur tók bara ein lítlan steðg, meðan gekkurin var, so aftur í bøin.












Á Bræðnum er innkomandi! Vit vóru har til ein góðan kaffimunn saman við Havnardamum, sum
høvdu havnarmorgunbreyð við sær. Randi og Ann vóru og vitjaðu á Bræðnum. Lata frið falla á seg í hesum frálíka sissandi umhvørvi.


Køkurin ella alrúmið í Bræðnum er so sera hugnaligt, fult av lutum og minnum um farnar dagar og tó sera væl brúkandi í 2018. Matmóðirin situr á torvkassanum við komfýrin, og eg siti modell við kaffikoppinum á  komfýrshorninum.


Frida Sofía var rennitúr, og hon roynir at fáa hini at røra seg. Hon fekk meg og Madeleine út at ganga, og tað var ein deiligur túrur í summarsirmi. Hesin avbera vakri fossur innanfyri rættina í Botni eitur. Rættarfossurin.