Wednesday, February 5, 2025

Vitus í Putlhúsi

Nú er Vitus gubbin farin. Hann sovnaði burtur í morgun 5. febr. 2025

Vitus fylti 86 tann 30. januar. Hann helt dagin á Landssjúkrahúsinum, og Mary og Turið syrgdu fyri, at hann fekk føðingardagskaku og føðingardagssang.

Vitus var sonur Fridu og Sofus Johannessen í Putlhúsi í Dali. Teir vóru tríggir brøður: Jógvan Adolf, Vitus og Hans Marius.  Fyrsta eg kom til Dals, tað var í 1976, vóru tey fimm fólk í húsi, ja ikki beinleiðis "í húsi", tí at Jógvan  búði í Skopun, og Hans Marius var í læru í Havn. Men teir vóru húsfólk kortini. Tríggir gamlir dreingir. Fryntlig fólk, sum tóku væl ímóti mær og Sólrun. Og nú var Vitus tann seinasti av teimum fimm, sum fór. 
Frida og Sofus við smágentunum Turið og Fridu Sofíu (1983)

Tá ið Vitus og Turið komu saman vóru tey bæði rættiliga tilkomin, men tak tey! tey vóru so gift í yvir 30 ár. Við Turið fekk Vitus børn og barnabørn, og í heiminum á Bakkanum hava vit øll mangan sitið væl. Turið var sólstrálan hjá Vitusi, orkufull og sosial, akkurát tað, sum hesin smædni , innisæli fýrurin hevði brúk fyri. 

Vitus var av raskastu monnum. Sjómaður frá heilt ungum árum. Fyrsti bátur, Vitus var við, var Torrasól, Sofus var kokkur umborð og  hevði hann við sær. Ólavur Nolsøe greiðir frá, at Vitus og hann vóru vinmenn alt lívið. Teir vóru báðir og róðu út í Stykkishólmi. Vitus var saman við Ólavi og øðrum dalbingum rættur vinnulívsmaður, í 1962 átu dalbingar 1/4 av Nólsoyar Pálli, og í 1973 keyptu teir Dalbúgvan. Tá var Vitus við troli um summarið, og so var hann landformaður um veturin. Í Dali vóru 6-7 arbeiðspláss í egningini, og har var frystarí til 100 stampar. Síðst í sjeytiárunum seldu teir Dalbúgvan og keyptu  teir gomlu klettarnar, men tá ið Heilsufrøðiliga kom uppí við krøvum um yvirdekking, seldu teir, tí tað loysti seg ikki. Seinni komu teir nýbygdu klettarnir, Stígaklettur og Hádegisklettur, stoltleikin hjá dalbingum, og tá ið tað var liðugt kom Eysturbúgvin..

Vitus var eisini uppi í øllum vanligum arbeiði í bygdini. Vitus var góður við kríatúr, og seyðurin hevði tað sera gott í trøðni og í skúrinum. Heilt til ellisár gekk hann trúliga at geva seyðinum. Tey seinnu árini hevur Petur Hans verið álitið á Bakkanum, hevur virkað partvíst sum seyðamaður og partvíst sum húsavørður.









 Vitus var sera barngóður, og tá ið Hans Marius var blivin sjúkur, var tað hann, sum legði lítlu Turið lag á  at fletta og tummaði saman við henni. 

Vitus og Bergur


Tá ið eg Hans Marius fingu børn, var eingin endi á øllum tí góða, tær skuldu fáa. Vitus gubbin og Jógvan gubbin vóru steinbýttir av diddunum. Frida Sofía æt bara diddan.









Nú er Vitus gubbin farin í annan heim, vit, sum kendu hann, takka fyri, at okkum untist at ferðast saman við honum ein part av leiðini.




Saturday, January 4, 2025

Nýggjárshald 2024

 Var í Dali um nýggjári. Nýggjársaftan var stórt bál á mølini. Harmoinikan var frammi. Um midnáttina fóru vit inn, tað var so bítandi kalt. Jónleif helt eina nýggjársrøðu, sum tó byrjaði við sera feskum upplýsingum. Hann helt, at iki var vanligt at seta eld á , áðrenn bálið var tendrað. Tað fyrra bálið varð tíbetur skjótt sløkt.

Jónleif mintist á hendingar í árinum, m.a. nógvar veitslur og rundar dagar. Og síðani sungu vit ársins tátt, sum var serstakur, tí at hann hevði eitt TEMA, tað var all-terrain vehicle, t.e. ATV. Øll frá tí yngsta til tað elsta koyra ATV í Dali. Jónleif hevur yrkt.

Nýggjárssangur 2024

Lag: í Góðadal

Í Dali har koyra so nógv ATV,

og løgreglan fekk skjótt um hetta beskeð.

Til Dals teir so fara, har dalbingar læra,

hvussu man koyrir og hvat er nú lov.

Niðurlag:

ATV tað koyri eg,

allan vegin tann langa.

Út í Støð, á fjalli og bø,

tí her er ov bratt til at ganga.

Tann fyrsti teir møta, tað er gamla John.

Hann angar av kjøti, rabarbu og hvonn,

Teir spyrja um kortið, ja og heila lorti,

Men Johnurin svarar so væl fyri seg.

Niðurlag

Hjá mær er trygdin í topp, heilt ókey,

men síggja tit handan av Gerðinum fleyg.

Hann er ein kúllur, ein sannur fartbúllur,

Hann koyrir við sápu og so við bensin.

Niðurlag

Teir Jóanes fangaðu Suðri í bø.

Hann sjabbast við ein sekk av eplatøð.

Teir á hann herja, her manglar ryggverja,

men Jóanes ballar og sigur hart so:

Niðurlag

Nei, góðin hugsi tit ikki um meg,

eg koyri so sakta og sjáldan á veg,

men í Toppaneysti, har standa teir flestu,

har okkurt man vera, sum kann fáa bót.

Niðurlag

Í Toppaneysti teir standa sum býtt,

har eru súkklurnar gamalt og nýtt

Hans Magni so fínur, motorunum kínir

Har er alt so vakkurt og skínandi reint.

Niðurlag

Her koyrir ein drongur, umleið tíggu ár.

Eg sá hann á vegnum so seint sum í gjár.

Súkklan ber runa, blá og topp tunað,

eg rokni við, tit kunnu skjótt fanga hann.

Niðurlag

Í Hvanngarðssmáttuni finna teir hann,

men gakk, Kjartan skjótur brátt undan teim rann.

Teir eru nú óðir, troyttir og móðir,

ein bummtúrur hetta í Dalinum var.

Niðurlag

Nýggjársdag var dansur, og vit fingu ein forsmakk av, hvussu tað verður, tá ið tunnilin verður veruleiki. Nógv fólk var í Dali hetta kvøld. Serstakliga stuttligt, at nógvur ungdómur var við. 

Stuttligt at síggja nýtt ættarlið taka við
Teir gomlu taka sær eina pausu







Nýggjársrøðan


Sunday, October 20, 2024

Stovukonsert í Dali

 Nú er langt síðani, eg skrivaði nakað á Dalsbloggin. Tíbetur hevur Johild tikið arvin upp, tað er ein fragd at fylgja við hennara frásagnum og myndum á Dalbingafamiljuni.

Kristina og Steintór hava gjørt ta fyrstu stovukonsertina í Dali nakrantíð. Tað er ikki so, at tað hevur ikki verið sungið og spælt í stovum í Dali, men stovukonsert er nakað serligt. Og so fekk ein høvi at síggja teirra nýumbygda hús, eitt listarverk í sjálvum sær.

vertirnir Steintór og Kristina



Tað var innbjóðandi at koma inn á Hólmafløtt í gjárkvøldið. Og mánin spældi við - stórur og trillrundur.






Mann kann siga, tað var ein heildaruppliving, tí at framsýning var av glasfuglum hjá Sædís, og listarverkum hjá Frits, sum var gubbi Kristinu, vóru allastaðni.
Tónleikararnir, sum sungu og spældu vóru Jógvan, Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg, hvør við sínum stíli og huglag, ein kann siga, har var okkurt fyri ein og hvønn smakk.





Tað eru fleiri íverksetar í Dali, og tess fleiri tunlar koma, tess villari verða tiltøkini. Nógv fólk hevði leitað sær til konsert í gjárkvøldið, og semja var um, at hetta var eitt frálíkt kvøld, sum væl tolir at verða tikið uppaftur.

Catering firmað Maltudeild seldi smurt breyð við føroyskum viðskera, og tú kundi eisini keypa tær okkurt at drekka, ella drekka kaffi/te ókeypis.

Maltudeild tók í móti í túninum.



Høgni







Guðrið



Jógvan



Saturday, March 9, 2024

Altjóða kvinnustríðsdagur

 Hevði ein so frálíkan 8. mars í gjár. Ongantíð fyrr hava so nógv og fjølbroytt tiltøk  verið til at hátíðarhalda dagin.

Um middagsleitið fóru eg og Jórunn í OY. Har var nógv fólk og frálíkt huglag. Framløgur um ferðavinnu og landbúnað. Nógv stuttligt og spennandi. Vit kundu njóta eitt glas av sodavatni og lurta eftir hesum framfýsnu fólkunum, sum vilja nútímansgera eina aldargamla vinnu. Torvskurður í Svínoy og kornvelting í Gásadali, mikrospinnarí í Klaksvík. Tað stuttligasta var bindiklubburin "Skýming", hugsa tær sum fremmandafólk at fara í bindiklubb í Havn. Tær ætla at greiða frá bindiklubbamentan, ull og binding og bjóða drekkamunn. 


Skýming

OY 8. mars 2024

Svínoy


Síðani gekk leiðin saman við Turið systur og Jórunn í Tjóðsavnið, har vóru tríggjar framløgur. Fantastiskt at 
uppliva hesar ungu skilagóðu kvinnurnar. Mann kann siga at høvuðsboðskapurin er, at kvinnur eru í stóran mun, ja í ólukkumát gloymdar í søguni. í grundini skrivaðar úr søguni. Birita Matras Petersen greiddi frá serframsýningini um fiskagentur, Margretha Nónklett segði frá Petru Djurhuus og hennara karrieru. Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús segði frá kvinnuligum herførara og kvinnuligum gladiatori úr fornum útgrevstri. 




Tvær serframsýningar eru á Tjóðsavninum, onnur er sum sagt um fiskaarbeiði, hin er um Barbie, sum fyllir 65. So stuttligt at síggja allar tær ymisku barbiedukkurnar í ymsum búnum, men altíð líka kløn. Far og hygg.

Barbie anno 2024


Seinasta tiltakið var í Virkinum á Sandi. Eg eri enn púra bilsin, at tað skal bera til at vera á Hálsi í Havn seinnapartin og á Sandi eina løtu seinni. Skráin í Virkinum var fjølbroytt, skemt og álvara og matur. Og tú fekst nógv fyri pengarnar. Lena og Niklas sungu, Rigmor hevði eina framløgu um heilsustøðu hjá kvinnum uml. 1900. Tað var ikki farið so ofta til lækna við gentubørnum, gentur fingu minni at eta enndreingir og teir fingu vánaligari klæði. Keldurnar hjá Rigmor eru frágreiðingar frá læknum. Sera áhugavert, men nokso fragmenterað, sum um framløgan var gjørd til eitt annað høvi enn hetta.

Stuttligar klummur vóru lisnar, og Marna talaði um Sáru Malenu.  Hugsi at mestsum allar hava lisið bókina. Kanska fleiri Sáru Malenur vóru hjástaddar, fleiri "heksir", sum takka fyri, at vit ikki livdu í teirri tíðini.

 So gott sum fult hús. Góður stemningur. Og maturin var ikki bara tveittur á borðið, so tú sjálv skuldi roksa við at fáa tær, nei, portiónsanrættað - á heitum borðiski! so lekkurt.

Marna

Rigmor



O, my Lady

Lena og Niklas


Tuesday, January 30, 2024

VItus í Putlhúsi 85

 Vitus gubbin fyllir 85, og í kvøld vóru vit til nátturða á Bakkanum. Tað er ótrúligt, at fara úr Havn kl. knapt seks og vera har á nátturða, eg meini tað, tað tók bara 40 minuttir!

Hjartaliga til lukku Vitus, nú eru nógv ár, síðani eg kom í Putlhús á fyrsta sinni saman við Hans Mariusi - tað var um jóltíðir í 1976, tað eru so 48 ár síðani. Fleiri ættarlið eru komin til, og nógv er farin undir mold. Men enn eru vit her, og Vitus situr á sínum sessi og tekur ímóti.

Vitus abbabeiggi

Tað var hugaligt at hitta familju og dalbingar annars, tað er forrestin alt familja nærri og fjarri. Mann má royna at spyrja um familju, tá ið høvi býðst. Gamli á Bakkanum keypti húsini í 1909 fyri 900 kr. Tey fluttu til Skopunar undir krígnum, tá ið húsinin fóru illa av einari minu.



 Á Bakkanum var fiskakjallari og handil í erva.

Herman, sum Hans Marius Herbert æt eftir var úr Skálavík, men vaks upp í Stórhúsi,  hann var pápabeiggi  Klæmint hjá Elisabeth. Hann flutti suður á Tvøroyri. Hugsi, at hann og Frida hava verið vinfólk, tí kallaði hon hann upp. Hann fórst við Lauru 1932, 26 ára gamal.

Halldóra og Turið høvdu eitt got prát, tað var deiligt at síggja Halldóru og Svenning.





Nátturðin var so frálíkur, smurt breyð og alskyns viðskeri, og Meyer gav tað síðsta piftið, so nátturðin bleiv heilt framúr! 





Turið hjá Vitusi og Ruth o.fl. høvdu stákast og borðreitt, so at alt var klárt, tá ið vit komu.