Nú er nakað síðani eg var á Gomlurætt, og eg bleiv nokso kløkk at síggja hagan á Velbastað, uppgrivið og grót og skervur sandað útum, tey vita kanska hvat tey gera, men ikki er tað pent.
Nú hoyri eg fyri mínum innanoyra, umeg ikki vil hava undirsjóvartunnil, ella hvat? Jú, men krevur tað so nógva oyðing?
Hetta er eitt løgið vár. Allar samkomur avlýstar og nógv einsemi. Kom suður í gjárkvøldið, sat í bilinum á dekkinum. Tað var annars forboðið fyrr.
Men í Dali er ikki nógv broytt, har er friðarligt og vakurt. Okey kirkjugangurin er avlýstur, men eg fekk prátað við Sannelenu á altanini og við Vilhelminu yvir um garðin. Gekk mær ein deiligan túr. Einsemi í Dali er ikki einsemi, men tíð í einingi upp á tann góða mátan. Nógv lív er í bygdini henda leygardag. Fleiri eplaveltur eru í gerð,og í Toppi eru teir farnir at mála.
Og tað sprettur og spírar allastaðni eisini um eitt lítið kavaæl kemur av og á. Eg sendi ein tanka til verforeldrini og hini í kirkjugarðinumí Dali, sum eg kendi.
TULIPANIR OG
RABARBUR
Einasti snigil í idúllinum, so at siga ,var hetta telduruskið, sum onkur hevur sett í geilina millum Putlhús og Toftagarðin, so at siga í túnið hjá okkum , halda tey kanska at ruskplássið er her? Tað kunna tey gott koma eftir og bera oman í bingjuna.
No comments:
Post a Comment