Var í Dali um nýggjári. Nýggjársaftan var stórt bál á mølini. Harmoinikan var frammi. Um midnáttina fóru vit inn, tað var so bítandi kalt. Jónleif helt eina nýggjársrøðu, sum tó byrjaði við sera feskum upplýsingum. Hann helt, at iki var vanligt at seta eld á , áðrenn bálið var tendrað. Tað fyrra bálið varð tíbetur skjótt sløkt.
Jónleif mintist á hendingar í árinum, m.a. nógvar veitslur og rundar dagar. Og síðani sungu vit ársins tátt, sum var serstakur, tí at hann hevði eitt TEMA, tað var all-terrain vehicle, t.e. ATV. Øll frá tí yngsta til tað elsta koyra ATV í Dali. Jónleif hevur yrkt.
Nýggjárssangur 2024
Lag: í Góðadal
Í Dali har koyra so nógv ATV,
og løgreglan fekk skjótt um hetta beskeð.
Til Dals teir so fara, har dalbingar læra,
hvussu man koyrir og hvat er nú lov.
Niðurlag:
ATV tað koyri eg,
allan vegin tann langa.
Út í Støð, á fjalli og bø,
tí her er ov bratt til at ganga.
Tann fyrsti teir møta, tað er gamla John.
Hann angar av kjøti, rabarbu og hvonn,
Teir spyrja um kortið, ja og heila lorti,
Men Johnurin svarar so væl fyri seg.
Niðurlag
Hjá mær er trygdin í topp, heilt ókey,
men síggja tit handan av Gerðinum fleyg.
Hann er ein kúllur, ein sannur fartbúllur,
Hann koyrir við sápu og so við bensin.
Niðurlag
Teir Jóanes fangaðu Suðri í bø.
Hann sjabbast við ein sekk av eplatøð.
Teir á hann herja, her manglar ryggverja,
men Jóanes ballar og sigur hart so:
Niðurlag
Nei, góðin hugsi tit ikki um meg,
eg koyri so sakta og sjáldan á veg,
men í Toppaneysti, har standa teir flestu,
har okkurt man vera, sum kann fáa bót.
Niðurlag
Í Toppaneysti teir standa sum býtt,
har eru súkklurnar gamalt og nýtt
Hans Magni so fínur, motorunum kínir
Har er alt so vakkurt og skínandi reint.
Niðurlag
Her koyrir ein drongur, umleið tíggu ár.
Eg sá hann á vegnum so seint sum í gjár.
Súkklan ber runa, blá og topp tunað,
eg rokni við, tit kunnu skjótt fanga hann.
Niðurlag
Í Hvanngarðssmáttuni finna teir hann,
men gakk, Kjartan skjótur brátt undan teim rann.
Teir eru nú óðir, troyttir og móðir,
ein bummtúrur hetta í Dalinum var.
Niðurlag
Nýggjársdag var dansur, og vit fingu ein forsmakk av, hvussu tað verður, tá ið tunnilin verður veruleiki. Nógv fólk var í Dali hetta kvøld. Serstakliga stuttligt, at nógvur ungdámur var við.Stuttligt at síggja nýtt ættarlið taka við |
Teir gomlu taka sær eina pausu |
Nýggjársrøðan |
No comments:
Post a Comment