Í Dali er tradisjón fyri at halda fastalávintsmánadag. Í ár var skráin, sum so mong onnur ár: barnatunnusláing, barnaborðhald, húsagongd, vaksin tunna, steyphandan, kattakongar í ár gjørdust Róa og Ludvík, hann var kattakongur hjá børnunum í fjør og teimum vaksnu í ár - smurt breyð og telja jólini. Steypini veita eisini sína søgu, tí ferðasteypini hava innritað navn á gomlum vinnarum.
No comments:
Post a Comment