Tuesday, March 30, 2010
Frá Andrassi Jacobsen, Haraldsundi
Dalssíðan hevur aftur fingið forvitnisliga grein frá Andrassi. Her seta vit brot úr grein um Dal úr blaðnum Magn nr. 3 í mars 1979. Frásøgumaður er Gunnar á Toft.
Dalsskor
….
Skarvin søktu dalbingar eisini. Tað var í urðunum vesturi undir landi. Nógvan skarv fingu teir, men hann verður ikki tikin longur. Teir plagdu at vera tríggjar ferðir eftir skørvum. Fyrstu ferð fyrst í juni, næstu ferð út í móti hálvum juli. Um ólavsøkuna fóru teir triðju ferð. Tá eru allir ungarnir útkomnir, tá fer skarvurin upp á land at sova, tey kalla tað svøvnskarv.
Útróður.
Í Dali var ikki nógvur útróður. Tað eru so fáir kyrrudagar um veturin, og á høgættini bleiv als ikki róð út. Á vesturætt bar til. Tað vóru tveir stórir bátar, eitt áttamannafar og eitt seksmannafar, sum róðu út um veturin. Um summarið róðu teir út við smábátum. Tveir úthandlar vóru í bygdini, sum báðir tóku fisk. Annar var fyri Mortensen og hin fyri Thomsen á Tvøroyri. Allur handil hjá dalbingum var tá við Suðuroynna. bæði seyður og annað fór tann vegin. Fiskurin bleiv flaktur og saltaður í Dali og førdur við skipi suður.
Kópur
Tað munnu vera eini 80 ár síðani dalbingar góvust við at dríva upp á kópin. Fyri ta tíð slógu teir nógvar kópar.
- Eg havi hoyrt, at teir fingu so nógvan kóp fyrr, at teir fingu eitt skøði til hvønn gyllin, og tað eru 368 gyllin. Er tað ein nokso stór húð, haldi eg, at tað fáast átta skøðir úr einari húð, so tá er nokso nógvur kópur fingin. Eg minnist væl kópaskinsskógvar, tað havi eg brúkt sjálvur.
Undir seinna kríggj fingu teir nógvan kóp við nót. Tá bleiv kóptvøstið etið. Spikið brúktu teir lítið, bara onkuntíð, tá tað var saltað og hevði ligið eina tíð. Men tað var heldur bleytt. Tvey látur eru, sum teir plagdu at taka hvølpar úr, men tað spikið bleiv ikki brúkt til annað enn lýsi.
Kóparnir vaknaðu
Teir plagdu at sláa kóp fyrr á Dalsfles og á Skerhellum.
Fyri umleið tvey hundrað árum síðani var ein maður, sum æt Jóannes, Reiðarin kallaður, sum var so avbera sterkur. Hann var vanur at sláa kópar, og brúkti ikki meiri enn eitt slag til hvønn kópin. Ein vetur hevði hann ligið av landfarsótt, sum gekk tá. Várið eftir tá hann var frískur aftur, var hann aftur ein dag og sló. Hann sló, sum hann var vanur, men tá var hann so nógv viknaður av sóttini, at kóparnir vaknaðu upp aftur, og teir blivu av við allar kóparnar. Tað sigst, at eftir tann dag kom eingin kópur í hylin har á Flesini, har teir høvdu sligið. Og har hevur hann ikki verið at sæð aftur.
Kunningardagurin
Tá neytini fóru út um várið, fóru tey í hvørt sín hagapart. Helvt um helvt, so tey komu ikki saman. Men 12. juni kom aktin á, sum vit kallaðu. 12. juni bleiv kallaður kunningardagurin, fyrsti dagurin, tá neytini vóru saman. Tá blivu neytini kunnaði fyri hvørjum øðrum. Tá neyt ikki hava sæst, so stangast tey, og tað sluppu tey hendan dagin, men fólk var hjá teimum, so tey gjørdu ikki hvørjum øðrum skaða. Tey blivu so aktaði, tey blivu koyrd niðan í fjøllini. Ein maður, sum hevði eina kúgv, hevði ein dag at akta. Tað gekk so hús úr húsi, so nógvar dagar í hvørjum húsi, sum neytini vóru í tali. Tann sum átti aktina, rak tey altíð oman aftur á undirhagan um kvøldið og niðanaftur á fjøllini um morgunin, tá tey vóru mjólkaði. Neytini blivu so aktaði til 15. september. Tá fór aktin av, tó so at tað bleiv hugt eftir teimum, men ikki upp á sama máta sum í aktini.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment