Í gjár fóru Inga Rósa og eg til Dals. Vit fóru eftir arbeiðstíð og vóru aftur í Havn til arbeiðstíð kl. 8 í morgun. So nú havi eg roynt tað, sum nógv í Sandoynni gera - pendlað. Men hetta var so bara ein dag, ikki tað sama sum at gera tað hvønn dag. Í morgun var friðarligt í Dali, ein ær stóð í Toftagarðinum, hon gløddi ínn í køksvindeygað, hvør skal siga, nú eti eg allar páskaliljurnar. Seyður lá á biti í bønum, meðan dagurin lýsnaði í eystri.
No comments:
Post a Comment