Grækarismessa 2010
Grækarismessa 12. mars er dagurin, tá ið vit siga at tjaldrið kemur til landið. Fuglurin, sum okkara tjóð hevur valt sær sum ímynd og tí ber heiti tjóðfuglur Føroya.
At tað er tjaldrið, sum hevur vunnið sær hendan heiður, kemur helst av at hesin fuglur hevur eginleikar, sum okkara forfedrar mettu høgt. Einki er at ivast í, at tjaldrið við fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli var hevjað upp til skýggja, men helst hevur tjaldrið verið yndisfuglur okkara áðrenn tað. Tí tjaldrið eigur nógvar eginleikar, sum føroyingar virða. Fyrst er at nevna dirvi og hjálpsemi. Sum einasti hagafuglur himprast tjaldrið ikki við, tá ið rovfuglar gera seg inn á tað, í haganum er. Tjaldrið hevur ein serstakan eginleika, ið ger, at tað vil verja hagafugl, egg og lomb ímóti átufreku fíggindunum, og við sínum spíska nevi og listinlærda flogi er tað eingin, sum stendur tí kurl.
Í fuglakvæðnum stendur millum annað soleiðis, tá ið tjaldrið varnast at gorpurin, vanliga nevndur ravnur, ætlar sær út at veiða:
Tjaldrið snurraði sær av stað, rætt sum steinar falla,
helt ikki av fyrrenn nevsoddur stoytti í gorpsinis skalla.
Tjaldrið brá so skjótt av stað, rætt sum kúlur ganga;
so var sagt at gamli gorpur sviða fekk í vanga.
Í fuglakvæðnum er tjaldrið Nólsoyar Páll sjálvur, meðan gorpurin er handilsstýrarin. Aðrir mótstøðumenn eru amtmaðurin Løbner, sum í fuglakvæðnum verður nevndur falkurin og fútin, sum í kvæðnum fær heiti skúgvur. Hesir tríggir sótu við embætisvaldinum í Føroyum og var tað ímóti teimum, Páll stríddist.
Týðuligt er í fuglakvæðnum, at Nólsoyar Páll hámetur tjaldrið fyri dirvi og hjálpsemi. Tað eru hesar eginleikar hann sjálvur metti seg at eiga, men sum teir ráðandi ikki vildu loyva honum at brúka føroyingum at frama.
Eisini hóskar samanberingin millum tjaldrið og Nólsoyar Páll sera væl, tí bæði megnaðu at vinna sær føði á sjógvi og landi. Páll sum skipari og bóndi, meðan tjaldri er hálvur fitjufuglur, sum megnar at føða seg við sjómati eins og maðkum og øðrum, sum fjalir seg í moldini.
Enn í dag meta vit tjaldrið høgt fyri sínar góðu viðføddu eginleikar umhvørvinum at gagni. Hetta sæst millum annað, tá ið navn verður sett á ymiskt, sum vit meta týdningarmikið. Tjaldursapotek, stovnurin sum grøðir og verjir har tað treingir, og verjuskipið Tjaldrið, sum leggur nógv fyri at hjálpa neyðstøddum og til at verja land og hav, eru virkandi tekin um at so er.
Umframt at standa fyri dirvi og hjálpssemi er tjaldrið fuglurin við vónini. Tá ið vit um Grækarismessuleiti síggja fyrsta tjaldrið á árinum bylgist várvónin okkum í barmi. Í ár var tað mær so týðiligt. Eftir at kavin hevði ligið tjúkkur kring húsini og svangar harur skulvu undir húsavegginum, tók stórkavin sína køldu hond til sín stutt fyri Grækarismessu.
Umframt at eg hevði vitjan av harum, vóru eisini sjálsamir kuldagestir í Klaksvík og fór eg saman við næmingum út í Grøv at hyggja at roysninginum Ára. Meðan vit ganga fram við sjóarstrondini hoyri eg tað. Ársini fyrsta klipp. Eg leit upp og sá fimm tjøldur. Av mínum eintingum taldi eg tey. Eg minnist, at vit sum smádreingir, høvdu sum fragd at kappast um, hvør ið sá flest. Busstúrarnir góvu mangan stórt tal, so tá lógu vit við nøsini kroystari móti rútinum ella runnu runt í bussinum fyri at fáa sum mest við. Hetta til bilførarin talaði at.
Við barnaminnum, aldututli, læðandi børnum og látandi tjøldrum lat eg várkensluna skola inn yvir meg. Ùt í hvørja tægr.
Roysningurin Ári mundi eisini hava kent várið koma. Í øllum førum var hann rýmdur av Borðoyavík. Hóast Ári var horvin, var lagið gott úti í Grøv hendan fyrrapartin. Væl var Ári horvin, men vit høvdu funnið várið ístaðin. Eg settist eina løtu at hugleiga og komu hesar reglur til mín, meðan eg eygleiddi børn og tjøldur.
Við tjaldurseygum
Lag: Tjaldur ver vælkomið
Ella
Tá eg verði stórur
1.
Hátt hevja seg fjøll upp úr blámandi sjó,
eg fram um alt tey taki.
Skjótt hoyri eg aftur tey heimligu ljóð,
brátt reiðrast eg og mín maki.
2.
Enn liggur kavin um tindar og skørð,
hart veðurgudar tað viðra.
Enn berjast vetur og vár um jørð,
eg veit tó, at sólin vil sigra.
3.
Við vón tey síðstu veingjasløg,
eg flúgvi fram at landi.
Seti meg á stirdan bø,
burtur er allur vandi.
4.
Útlúgvað, men við gleði sett,
eg styrki vinni aftur.
Eingin kensla hægri mett,
her gerst mín hugur lættur.
5.
“Hygg eitt tjaldur” ein barnarødd
so fegin blíðmælt mælir.
Eg síggi eitt fitt gentuhøvd,
hon tætt við garðin spælir.
6.
“So er skjótt vár” ein svarar til,
á áarbakka liggur.
Eg kenni gjøgnum kropp mín il,
Hann vónríkt at mær hyggur.
7.
Eg elski teg Føroyar og ár eftir ár,
eg stolt tjóðheitið skal bera,
Um dirvi, hjálpsemi, vón og vár,
eg tykkum til minnis vil vera.
Við vón um eitt gevandi vár.
Takk fyri
No comments:
Post a Comment