Sunday, December 5, 2010

Sveinaprógv handað í Dali

Mynd: Bødvar Hjartvarson handar Hallur prógvið fríggjadagin (Mynd: sandportal.fo)

Hallur fekk sítt sveinaprógv

Hallur Thomsen gjørdist kendur, tá hann var við í sendingini ”Frætt og Fregnað” sum vitjaði arbeiðspláss hansara í Dali.
Her hevur Hallur Thomsen, ið er ættaður úr Suðuroy, lært á Snikkaraverkstaðnum hjá Bødvari Hjartvarson í Dali seinastu trý og eitt hálvt árið. Fríggjadagin fekk hann handað sveinaprógvið.
Henda dagin - 3. desember - var eisini altjóða dagur teirra brekaðu. Tað sjáldsama er, at bæði Hallur og Bødvar mangla ein fremsta fingur – Hallur høgra og Bødvar vinstra.

No comments:

Post a Comment