Monday, February 28, 2011

Sjúrður fyllir - av Sandoyarportalinum

Sjúrður Nolsøe, Dalur 65 ár





Umframt at koyra buss í 43 ár er Sjúrður eisini knæbóndi her hann á myndini rokast við at geva seyði. Myndina eigur "Dalssíðan"



Týsdagin 22.februar fyllir Sjúrður Nolsøe, Dali 65 ár. Sjúrður byrjaði at koyra buss 1968 har hann og Hjørmund Olsen keyptu ein FORD Transit buss ið tók 14 ferðandi. Tá ið Meginskúlin kom koyrdi Sjúrður skúlabørn og í summar hevur hann koyrt skúlabørn í 40 ár. Í 1972 stovnaðu Karl Petersen, Skopun, Miðstovumennirnir, Arthur á Brúnni, Skálavík og Hjørmund Olsen, Húsavík, P/F Bil, Sandoy og fór tá Sjúrður í starv teimum.



Í dag koyrir Sjúrður buss hjá P/F Steintór Fagradal undir navninum Bygdarleiðir. Umframt at koyra buss fæst Sjúrður eisini við jarðarbrúk og kennir hann uttan iva væl fjøllini í Dali.



Eisini er Sjúrður ein av liminum í Húsavíkar kommunu ið umfata bygdirnar, Húsavík, Dalur og Skarvanes. Hann situr eisini sum næstformaður í Sandoyar Skúlasamband (Sandoyar Meginskúli) Harumframt situr hann í kirkjuráðnum.



Vit ynskja Sjúrða hjartaliga tillukku við degnum

No comments:

Post a Comment