Friday, March 18, 2011

Kvøldseta í Dali

10ð í Føroya studentaskúla var námsferð í Dali 17-18 mars 2011. Vit komu suður hósdag um 5 tíðina. Tá ið vit høvdu lagt viðførið í Eiriksgarð, fóru vit ein langan túr, vit gingu niðan á sýn, har torvhúsini hjá dalbingum eru. Tá ið vit komu aftur til bygdar, fingu vit nátturða, og so var kvøldseta í Eiriksgarði. Vit hoyrdu Vilhelminu siga frá sínum barndómi, tá ið hon fór til handils og hevði einar hosur við, men ongar pengar, onkur keypti fyri egg, onkur annar fyri ull. Naturaliubúskapur. Vilhelmina hevur lært skaldskap av mannamunni, júst av mannamunni. Hon bar upp skjaldur og sang eina danska vísu. Jóanes í Stórhúsi spann við langan favn, Eyðbjørg og Annfinn nappaðu, Sjúrður karðaði, og Henny og Liljan bundu troyggjubul saman. Næmingarnir lurtaðu væl og sluppu eisini at royna seg. Aftaná vóru bólkar, sum arbeiddu við hvør síni søgn, uttan ein bólkur, sum skrivar dagbók um túrin. Í morgun fingu tey morgunmat í Putlhúsi og so aftur at gera bólkaarbeiði. Vit fóru aftur úr Dali 12.50.

námsferð 10ð 077 námsferð 10ð 016 námsferð 10ð 017 námsferð 10ð 019 námsferð 10ð 030 námsferð 10ð 032 námsferð 10ð 037 námsferð 10ð 050 námsferð 10ð 051 námsferð 10ð 058

No comments:

Post a Comment