Saturday, January 3, 2015

Nýggjársdansur í Dali

Dansistovan í Dali við tí fjaðrandi gólvinum er besta dansistova í landinum – einki at ivast í. Dansurin nýggjárskvøld var frálíkur, í løtum upplivdi tú hitt, sum Eyðun Andreassen plagar at kalla tað sublima. Tá ið rørsla, søga og lag ganga saman í parlag. Sera nógvar danskar vísur vóru kvødnar, serliga vil eg nevna Borghildsa Ebbe Skammelsøn. Myndin er ikki klár, men ein viss sjarma og fata morgana hiti strála ímóti tær.

nýggjár 2014 088

Dalbingar løgdu fyri við Harra Svein, eitt kvæði, sum eg aldrin havi hoyrt fyrr. Men í hesum kvæði eru nógvar uppafturtøkur, so dansifólkið fær verið við, um tey kanska kenna onnur lík kvæði. Biðlaferðin hjá Harra Sveini er ótrúliga ógvuslig og rá, men stak væl kvøðið og dansað. Henda myndin er tikin, eftir at havnarfólkið er farið við bussinum, dansurin helt fram bara í einum minni ringi.

nýggjár 2014 130

Eitt kvæði, sum mær dámar so væl, er kópakvæðið, og tað gekk eisini óføra væl.

 

Stuttligt var at síggja børn í dansinum, vit byrjaðu jú klokkan hálvgun sjey, so tað var ikki seint hjá børnum. Annars høvdu børnini tað stuttligt á sín hátt.

nýggjár 2014 113nýggjár 2014 119nýggjár 2014 123nýggjár 2014 124nýggjár 2014 126

Sum onkur segði: vit dansaðu nakrar tímar, og í grundini dansaðu vit meira, enn vit dansa í veitslu hjá einum dansifelag, har tú situr til borðs til midnátt og fert heim kanska klokkan trý.

Tað var ikki so, at tú kundi ikki seta teg niður ella at tú einki fekk at eta, nei nei deilig súpan og hugnalig samvera, meðan dansurin gekk. Og River Bar í Dali hevði ein filial í Eiriksgarði, so tað var lagamanni at njóta alt gott.

nýggjár 2014 133

nýggjár 2014 084nýggjár 2014 091nýggjár 2014 094nýggjár 2014 096nýggjár 2014 101nýggjár 2014 110

Sum sagt, so sungu vit ein nýggjan tátt niðri á møl nýggjársaftan. Jónleif, sum so mangt dugir, hevur yrkt:

1. Nú árið eitt tað liðið er, vit saman um tað festa.

Nýggjárshald í Dalinum – tað er tað allarbesta.

Niðurlag:

Hey há, hvat sigur tú, hetta ber ei til,

er tað Dal, tú syngur um, tað er eitt verri skil.

2. Óðiseyður svangur er, á fjallinum má verða,

tí Vilhelmina og Ólavur í berginum “marchera”.

3. Summir menn á hagafundum, ogn teir royna býta,

Sjúrður hevur tríggjar ferðir biðið allar skíta.

4. Á skrelliplássinum í Dali, mikið lív man vera.

Summi koyra ting í skrell, onnur heim tað bera.

5. Skiparin í Gerðagili ofta er landkrabbi.

Á facebook lesa javnan vit, at hann er ársins abbi.

6. Nú Martin Suni vaksin er, við koyrikorti gongur.

Teir flestu bilar, ið hann roynir, koyra ikki longur.

7. Fleiri hyggja at fótbólti, hetta endar galið.

Villastur í Manchester er klokkarin í Dali.

8. Bláa hús er heitt og gott, tað kolar mangan litur.

Har ungdómurin dúgliga í bleytum stólum situr.

9. Tað hevur verið lýtt í ár, ringt er alt at ansa.

Í fleiri hjøllum hoyrist tað, at maðkar hava dansað.

10. Á jólum nú var River Bar bæði stongd og lukkað.

Dalbingar við tystum sinni mungandi teir sukka.

11. Ein nýggjur prestur komin er, øll eru heilt forstýrað.

Á kórgáttini rennur hann við I-pad nummar fýra.

12. Á hesum kvøldi hendir tað, vit Jarnbard munnu brenna.

Nú skrubburnar á víkini seg aftur tryggar kenna.

No comments:

Post a Comment