Wednesday, July 1, 2015

PUTLHÚSMYNSTUR

 Tann ovara myndin er av troyggju, sum eg havi bundið til Herbert, tann niðara er ein troyggja hjá Jógvani Adolf, sum eg hugsi Frida hevur bundið. Mynstrið er so fitt og lítið og sær so heimagjørt út - og tó siðbundið. Teir høvdu so penar troyggjur altíð, bæði Mia og Frida bundu upp á teir tríggjar í Putlhúsi.

No comments:

Post a Comment