Sunday, October 15, 2017

Heystfrítíðin 2017

Í ár vóru Sólrun og Lisa heima til heystfjallið. Lisa var á fjalli, Sólrun fekk 5 í ár , Turið var har norði og fletti. Lisa tók eitt skinn, sum hon ætlar at garva. Sólrun hevði kjøtmaskinuna við og mól eina ær.




So fóru vit suður, og tær fóru aftur til Danmarkar.
Mánadagin fletti tey skoralombini. Týsdagin vóru Turið og Hallur á rættini á býtinum. Vit fingu tað mesta vit hava fingið nakrantíð, og skurðurin var so góður eisini, bara eitt lamb vigaði undir 30. Tað er fyrstu ferð, tey býta við teldu í Syðsta haga.



Í gjárkvøldið fóru eg og Turið húsagongd, vit vóru inni hjá Sjúrði, inni í kjallaranum á Hólmafløtti og inni á Brænum. Hugnaligt at hitta fólk.
Vit vóru so hepnar, at Kjartan og teir ungu vóru lidnir at fletta og høvdu stundir at koma at hjálpa okkum, mikudag um 5 tíðina var alt flett.






Tað var trongligt í kjallaranum á Bakkanum, men gott lag, og arbeiðið gekk skjótt og væl.

No comments:

Post a Comment