Thursday, January 3, 2019

Ársbyrjan 2019

Tíverri var eg ikki í Dali nýggjársaftan, eg vandaði veður. Men Johild var so røsk at boða frá á FB, hvussu leikur fór. Serstakliga spennandi er á hvørjum ári at síggja bygdartáttin, sum Jónleif yrkir.
Temuni í ár vóru m.a. tunnilin til Dals, hagabilar, seyður, gæs og barnakonur. Teksturin er her bara mynd av teksti, kanska ikki so lætt at síggja.





Men nýggjársdag stungu vit okkum suður eg og systir, tí vit ætlaðu í dans. Og tað var eitt deiligt kvøld, tað má eg siga. Og høsnasúpanin var góð og væl kryddað. Vit kvóðu Jákup á Møn, Ormin langa, Brúsajøkil og nógv annað. Tá ið bussurin var farin við dastinum av gestunum kvað Vilhelmina Santa Jákup, so fínt!
Annan januar fór eg mær ein túr út á Hamarsenda. Skoðaði vegin, sum nú er verðinsberømtur í Føroyum. Jú, tunnilin er tiltrongdur og kærkomin.






2 comments:

  1. Altíð gott at lesa tað tú boðar frá, og síggja myndir 😊 Annars gott nýttár og gott 2019 øll somul.

    Hesufer leggi eg serliga til merkis myndina av steinunum. Gud viti hvør hasin gamli maðurin í kappa fremst á myndini er, hann flennur so speiskur, og so hasin fitti vætturin í brillum og skeggi aftan fyri til vinstru, ið eisini vil við uppá myndina :)

    Stuttlig mynd 😁

    ReplyDelete
  2. Takk Mary, tú hevur hattar listaræiga eygað!

    ReplyDelete