SPENNANDI STEVNA Í DALI
Endamálið við
tiltakinum er at geva fólki við tilknýti til Dals møguleika at møtast, minnast
gamlar dagar, gleðast saman og fáa kunnleika til Dalsbygd sum heild. Niðanfyri
kann lesast um tiltakið. Tilmelding Øll við tilknýti til Dals eru vælkomin at
melda seg til. (verður tiltakið meir enn fullteknað og neyðugt verður at
avmarka luttakaratalið, hava tey og makar teirra, sum gingu í skúla í Dali og
eru fødd eftir 1954 fram í hjá rætt). Eingin grund er til at halda seg aftur,
men neyðugt er hjá fyrireikarunum at hava eitt ella annað vegleiðandi mark fyri
tilmeldingini. Tað ber til at melda til á facebook og telefon hjá Johild
Grothsdóttir Nólsøe tlf 220969 og Jónleif Johannesen 742200. Eisini kann
meldast til á facebook bólkinum “á goymdar gloymdar gøtur”, ið er upprættaður
til tiltakið. Børn kunnu ikki tilmeldast.
Tilmeldingarfreist:
15. mai 2019. Kostnaður: Ikki ásett enn, men væntandi kemur tiltakið at kosta
uml. 400kr pr.persón. Innivist: Luttakararnir mugu sjálvir skaffa sær innivist
hesar dagarnar.
Tíð: 28/29/30 juni 2019
Stað: Dalur
Skrá:
Fríggjakvøldið 28
juni: 18.00 møguleiki er at heingja gamlar myndir upp, sum vit so kunnu brúka
at minnast afturá við og fáa hugnaligt prát um. Tey, ið vera so beinasom at
taka onkra mynd við, hava sjálvi ábyrd av myndini.
19.00 fyrilestur um
bygdina. Greitt verður frá Dalsbygd í søgu og søgn.
20.30 børn eru børn og
tað vera vit við ( vit spæla útispøl frá okkara tíð).
22.30 - 0.00 (Alt
bygdafólkið verður boðið við). Dalur sum song og dansibygd. Vit hoyra
hugleiðingar um evnið og hugna okkum saman.
Leygardagin 29 juni 9.
30 - uml.15.00 útferðir við frásøgufólki. Veljast kann millum A,B,C og D.
A) suður í Skor við báti
B) eftir bydgagøtu til Húsavíkar
C) suður í Skor til gongu. Skera torv á vegnum.
D) suður í haga at skera torv og vitja Glívur
16.00 - 18.00 Túrur í bygdini við heitinum. Tey, ið undan fóru. (Tosað og greitt verður frá um fólk og vinnuvirksemi í Dali síðstu øldina).
19.00 Hugnaløta við mati, spurnarkapping, hugleiðingum, røðum og
sangi. (Alt bygdafólkið verður boðið við). Luttakararnir taka sjálvi mat við
til eitt felags kalt borð.
23.00 Føroyskur og harmonikudansur
Sunnudagin 30 juni 11.00-11.30 Fyrilestur um kirkjuna í Dals kirkju.
12.00-13.00 Guðstænasta
No comments:
Post a Comment