jólalag i Eiriksgarði |
Fyrstu ferð vit eru á tí árligu jólamyndini |
Herbert og Magna fóru tann "skjóta" vegin, tey ruku sum fjallageitir niðan gjøgnum geilina. Tey høvdu góðan hug at fara at ganga til Húsavíkar, men tað var ov vindsamt til tað (segði omman).
Tey fóru aftur til Havnar fríggjadagin, og leygarkvøldið var føðingardagur í Dali. John hjá Elsebeth helt sín 60 ára dag. Umleið hundrað fólk vóru samankomin til ein leskiligan nátturða og gott lag. John fekk ein sang frá synunum, sera stuttligan, vit fingu okkurt at vita um John, sum vit kanska ikki vistu:
Í kirkjuni Joghn syngur allarbest / so fólk hoyrir hvørki orgul ella prest.
John hevur einki koyrikort/ á súkkluni ger hann tað ofta lort.
Sera gott og hugnaligt borðhald við frálíkum mati frá Hansu og øðrum.
Orkestrið í Dali , PJ vantar á myndini og forrestin munnharpan er ikki uppi á heldur |
Ludvík og Daiana |
Aftaná borðhaldið høvdu synirnir eina eykagávu til John, og tað var ein flott ljóssýning.
Hjartaliga tillukku John og takk fyri eina fína veitslu.
Føðingardagsbarnið millum meg og Fridu |
No comments:
Post a Comment