Wednesday, January 3, 2024

Rennur og rennur foli mín...


Nú er so langt síðani nakað kom á dalsbloggin. Og í 2023 vóru bara 3 uppsløg inni her. Vóni at tað verða fleiri spennandi søgur í 2024.

Fór suður 30. desember. Mín fyrsti túrur í Sandoyartunlinum, tað var heilt ævintýrligt at koma upp í Traðardali. Vinkona mín Sólveig var við í ferðini.



Vit báðar vóru í kirkju tvær ferðir. Orðið nýggjársaftan var óhugnaliga aktuelt: um hvussu ísraelsmenn trýstu og bardu filistar, teir róku teir undan sær, og Gud hjálpti teimum...ja, ja og so er enn fleiri túsund ár seinni, enn trýsta og reka ísraelsmenn. 

Lesturin nýggjárdag var ikki so óunniligur, tað var um bøn, um bønina, sum Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja. Men tað var løgið at hoyra, at Martin R. Jacobsen hevði eina viðmerking til teirra, sum ikki brúka faðirvár: "summi halda, at bønir skula ikki vera fastar ramsur, sum altíð ljóða eins. Halda at bønin skal vera persónlig og soleiðis spegla prsónliga trúgv."  

Ein sera góð og friðsæl løtas í krirkjuni í Dali.


Stormur og regn var millum jól og nýggjár, og fleiri bygdir avlýstu sítt nýggjársbál, men ikki dalbingar. Teir bygdu eitt stórt bál á Kirkjujørðini, sum nú skal vera p-pláss. Hann var eystan í ættini, so roykur og neistar fuku inn í Botn. Onkur helt fyri, at tað fór at vera lætt at grilla í heyst hjá botnamonnum, tí lombini eru longu pre-grillað.

Menninir vóru væl ílatnir og væl útgjørdir við bensini, so at logarnir sluppu at sleikja tann regnváta viðin. 













Nú boðaði Jónleif frá, at um 5 minuttir fóru harmonikutónar at verða á terrassuni á Gerðinum. Eg fór heim eftir onkrum dropa og so á Gerð . Jú sanniliga Jónleif sveik ikki heldur í ár. Hann helt fyrst eina røðu, og síðani avdúkaði hann tann árliga táttin um árið, ið fór:

Nýggjárssangur 2023 

Lag: Kristina fyri handan á 

 

1.  

Á Hólmafløtti verður smíðað 

Húsið tað umbyggjast skal    

Dalbingar so spentir bíða,                           

Tí inn í húsið sæst so væl. 

Tað mesta er av glasi 

Tó onkur planki er 

So fínt við øllum fjasi 

Men enn er hús í gerð. 

 

2.

Bødvar vil í Leingifót byggja,  

fleiri “undbøkssummarhús” 

Í Rottufossi har skal liggja 

ein fín modernað felagsbrús.  

Og “geit” skal Helga vera,  

hon lærir seg nógv mál, 

Hon dugir at frambera,  

á átta málum skál. 

 

3. 

Gullbrúdleyp í Eiriksgarði 

So oftani tað hendir seg. 

Av Gerðinum í ár var parið. 

Har inn tey hava smalan veg. 

ein hann er so moyrur, 

Og veit hann gleið útí. 

Um Dalin fólk nú hoyrir 

so vakurt spolarí. 

 

4. 

Ólavur sær húsið seldi,  

Og Martin Suni keypti tað. 

Har liva tey í sonnum veldi 

Tey njóta hvønn Guds skapta dag 

Og børnini tey renna  

Elta seyð og gás, 

Inn í hús teir spenna 

So fólk má steingja lás. 

 

5. 

á Hólmafløtti var ein seyður 

yvir hundrað pund hann vá 

Á eftirgróðri lá sum deyður, 

Reisti seg sjáldan uppfrá. 

Men tá ið teir hann flettu, 

Var lagið heilt í topp. 

Við pávan javnt teir mettu  

Hendan veðrakropp. 

 


 6. 

Skorðadagur hann var harður,  

kvøldið tað var sera gott,  

Malthúsbarr er karmur kærur,  

Perur, sangur út á nátt.  

So dúgliga var reypað,  

um pengar, vektartal,  

teir flestu skuldu keypa  

umleið hálvan Dal. 

 

7. 

Í gjøgnum Stórafjall nú lýsti,  

Anfinn skjeyt tað síðsta burt. 

Eiriksgarður veitslu hýsti 

Ikki var eitt eyga turt. 

Har bóru fólk fram røðu,  

og øll tey hugna sær,  

í útvarpi var sending  

har Gunnar vertur var.  

 

8. 

Nú ein sandoyartunnil fingu 

Og tað bleiv feirað við maner, 

glaðastir av øllum gingu  

Klokkarin og ein av Gerð, 

Klokkarin fór í taxa,  

hin á Sandi gekk, 

Øll onnur bangin leita,  

tí báðir vóru vekk. 

 

9. 

Vinnie hevur Edvard fingið 

 til at gera sær eitt hús. 

Har hevur hann í bjálkum hingið, 

sum ein onnur førilús. 

Nú húsið tað er liðugt,  

Málað, reist og takt. 

Í potti situr Heidi  

Í nýggjari svimjidrakt.

 

 

10. 

Nú á ársins síðsta degi 

Vit takka fyri tað sum fór 

Bygdarfólkið er so fegið

Tí árið hevði framtøk stór. 

Tunlar í hópa tali 

Og so nógv annað gott 

Vit trívast væl í Dali 

Og fella ei í fátt. 


Aftaná fór eg ein túr inn til Oddvør og Jóanes, har tey sótu umringað av børnum, sonarkonum og barnabørnum. So festligt. 



Á útipallinum



Annar spældi uttanfyri, hin spældi inni. 
Nýggjarsdag var eg til døgurða í Rununi hjá Sólveig og Bergi. Og so fóru vit í Eiriksgarð at dansa. Tunnilseffektin var sera sjónlig, sera nógv fólk, heilur bussu við fólki úr Klaksvík.
Og nú eri eg aftur í Havn.
Túrurin norður tók 38 min (Dalur.tunnil 20; tunnil 8; tunnil-heim 10)


Móðir kæra móðir....










No comments:

Post a Comment