Sunday, May 10, 2020

Tak tað róligt!



 Gekk mær ein lítlan túr oman at hyggja at tí nýggja palllinum í Eiriksgarði. So flottur, og so stórur. Har verður gott at sita, tá ið hitastigini aftur koma upp um frostmarkið.  Tað næsta má vera at gera grótgarðin í stand, ein slíkur gamal grótgarður er eitt prýði. Hvussu gamal man hann vera, avgamal úr eini fjarari fortíð, tá  ið okkurt annað hús stóð her, ella frá tíðini, tá ið bygdarhúsið kom?


So gekk eg longur og sá vársins tekn fram við vegnum, mýrisólju og hagasólju og menniskjans egnu sissandi filturfongdu sólju, gul sum hinar, men ikki líka vælkomin.

 Eg sá eisini okkurt fólk á míni leið, undir veggi við frástøðu. Tveir komnir heim av langferð. Í sjálvbodnum sóttarhaldi umdir vegginum í sólini. Hvar er tað ikki herligt at kunna flyta seg í slowmotion gjøgnum bygdina í sólini. Annar krákufundurin var í morgun, hin var fyri eini viku síðani.




Sunday, May 3, 2020

Nú sprettur á fold og spírar



 Nú er nakað síðani eg var á Gomlurætt, og eg bleiv nokso kløkk at síggja hagan á Velbastað, uppgrivið og grót og skervur sandað útum,  tey vita kanska hvat tey gera, men ikki er tað pent.

Nú hoyri eg fyri mínum innanoyra, umeg ikki vil hava undirsjóvartunnil, ella hvat? Jú, men krevur tað so nógva oyðing?

Hetta er eitt løgið vár. Allar samkomur avlýstar og nógv einsemi. Kom suður í gjárkvøldið, sat í bilinum á dekkinum. Tað var annars forboðið fyrr.
Men í Dali er ikki nógv broytt, har er friðarligt og vakurt. Okey kirkjugangurin er avlýstur, men eg fekk prátað við Sannelenu á altanini og við Vilhelminu yvir um garðin. Gekk mær ein deiligan túr. Einsemi í Dali er ikki einsemi, men tíð í einingi upp á tann góða mátan. Nógv lív er í bygdini henda leygardag. Fleiri eplaveltur eru í gerð,og  í Toppi eru teir farnir at mála.





Og í dag var eg so heppin at verða boðin til døgurða á Bakkanum. Turið og Vitus eru altíð blíð at koma inn til og fáa dagføringar um bygdarlívið frá. Langt síðani eg havi etið seyðarhøvd.

Og tað sprettur og spírar allastaðni eisini um eitt lítið kavaæl kemur av og á. Eg sendi ein tanka til verforeldrini og hini í kirkjugarðinumí Dali, sum eg kendi.




TULIPANIR  OG
RABARBUR

Einasti snigil í idúllinum, so at siga ,var hetta telduruskið, sum onkur hevur sett í geilina  millum Putlhús og Toftagarðin, so at siga í túnið hjá okkum , halda tey kanska at ruskplássið er her? Tað kunna tey gott koma eftir og bera oman í bingjuna.


Sunday, February 9, 2020

Gullbrúdleyp

Eyðbjørg og Sjúrður høvdu stóra veitslu í Eiriksgarði í Dali, nú ið tey hava verið gift í 50 ár.. Eini 170 fólk vóru til borðs, og borðreitt var við oksasteik og rómaeplum, stoktum eplum og grønmeti og sjálvand serstakliga góðari sós.

Gullbrúðarparið tekur ímóti í durunum.
Eyðbjørg og Sjúrður hava seks børn, sum øll vóru har við maka og børnum. Tríggjar av gentunum búgva uttanlands, so tað var eyka festligt at síggja tey øll. Eyðbjørg segði mær, at genturnar høvdu skipað fyri tí mesta, men sósina hevði hon sjálv gjørt!

Tey ungu høvdu gjørt eitt heiðursportur rundan um hurðina á Prangsjørð við blómum og ljósum.


Eyðbjørg og Sjúrður hava verið virkin í sunnudagsskúlaarbeiði og øðrum í Heimamissiónini, tey fingu talu og sang frá teimum.


Oman á døgurða fingu vit kaffi og kakur, og kakurnar vóru eisini veitslukakur! Líka frá fløðandi kranskakuhorni til lagkakur og marengs. nammi namm!


Kristina hevur avmyndað Vilhelminu, og Vilhelmina avmyndað Kristinu.
 Vit hugna okkum við borðið.


Og í dag fyllir Turið á Bakkanum, hobn fyllir ikki runt, vit vóru út at gratulera.



Monday, December 30, 2019

Jólaferia - og John 60 ár.

Var ein túr í  Dali í adventini, og so fór eg suður við børnunum 2. jóladag at dansa jóltræ í Eiriksgarði. Har var sungið og dansað, og jólamaðurin kom við pakka.

jólalag i Eiriksgarði

Fyrstu ferð vit eru á tí árligu jólamyndini
Børnini høvdu lænt filmar á bókasavninum, so vit sótu langar løtur og hugnaðu okkum. Men inn ímillum filmarnar fóru vit út at fáa okkum fríska luft.



Herbert og Magna fóru tann "skjóta" vegin, tey ruku sum fjallageitir niðan gjøgnum geilina. Tey høvdu góðan hug at fara at ganga til Húsavíkar, men tað var ov vindsamt til tað (segði omman).


 Tey fóru aftur til Havnar fríggjadagin, og leygarkvøldið var føðingardagur í Dali. John hjá Elsebeth helt sín 60 ára dag. Umleið hundrað fólk vóru samankomin til ein leskiligan nátturða og gott lag. John fekk ein sang frá synunum, sera stuttligan, vit fingu okkurt at vita um John, sum vit kanska ikki vistu:

Í kirkjuni Joghn syngur allarbest / so fólk hoyrir hvørki orgul ella prest.
John hevur einki koyrikort/ á súkkluni ger hann tað ofta lort.

Sera gott og hugnaligt borðhald við frálíkum mati frá Hansu og øðrum.


Orkestrið í Dali , PJ vantar á myndini og forrestin munnharpan er ikki uppi á heldur


Ludvík og Daiana


Aftaná borðhaldið høvdu synirnir eina eykagávu til John, og tað var ein flott ljóssýning.



Hjartaliga tillukku John og takk fyri eina fína veitslu.










Føðingardagsbarnið millum meg og Fridu

Wednesday, December 11, 2019

Ljós í myrkri



Ljós í myrkri

Seinasta vikuskifti var eg í Dali. Har var jólasøla og bingo. Og sunnukvøldið varð jólatræið í plantasjuni tendrað. Veðrið var nokso ruskut, og Teistin sigldi ikki, men træið varð tendrað, og Jóannes las um ljósið í myrkrinum. Talan fekk enn meiri aktualitet, tá ið alt ljós í bygdini slóknaði. Aftaná fingu vit heitt kakao og bollar í Eiriksgarði.



Sólfríð og Hergeir
Símun Hannis og Annfinn

So hugnaligt at síggja skúlan upplýstan. Veðrið var nokso ruskut, so vit brúktu skúlan til samkomuna, áðrenn vit fóru í plantasjuna.
Útsýnið av Bakkanum er framúr gott. Ein slíkan dag er bæði myndasíðan og ljóðsíðan dramatisk.
Ta ið kvøldið kemur, og alt er svart, veksur ljóðið av briminum í mølini og rullar inn í hugan.










At vera veðurføst er ikki so vanligt longur. Men nú ið eg var í hesi gamaldags støðu, var eg heppin at hava familju í Dali, sum helt, at eg mundi treingja til ein góðan døgurða ein óveðursdag í desember. Turið á Bakka ringdi, og so fekk eg herligar kotelettir í fati. Mangatakk góða Turið.


Bingomeistararnir

Innbjóðandi mánagøta
Perutræið úti á Deild kláraði seg rættiliga væl í 20 metrum um sekundið.