Saturday, April 25, 2009

Maðurin aftanfyir skúlaskipið

Vaksna lívið fekk eina harða byrjan, og rúsevnini tóku yvir. - Mær dámdi rúsin, og tað bleiv brádliga so, at eg kundi ikki vera hann fyri uttan, sigur viðgerin og skiparin Ólavur Groth, sum nú vil hjálpa ungum í trupulleikum. Tað skal gerast við skúlaskipinum Anniku, sum hevur fylt ein stóran part av lívi hansara seinastu átta árini

Hvat fær ein mann at brúka átta ár av lívi sínum til eitt skúlaskip? At selja síni hús og brúka so gott sum alla frítíðina til at umvæla eina gamla dangu av einum 30 tonsara? Hví hevur hann eitt so brennandi ynski um at hjálpa ungdómum?Ólavur Groth, viðgeri, skipari og byggifrøðingur, andar djúpt inn, áðrenn hann leggur fyri at greiða frá hansara egnu ungdómsárum.- Eg kom sjálvur í rúsevnistrupulleikar, og kom burtur úr tí sum 28 ára gamal. Eg fekk góða hjálp og stuðul til tað tá, men tað kundi akkurát tað sama gingið galið, tí tað hevur tað gjørt hjá øgiliga nógvum, sum eru komin í trupulleikar. Eg føli, at eg havi verið ótrúliga heppin, at tað hevur lukkast.Soleiðis byrjar hesin sjáldsami søldfirðingurin at greiða frá um upprunan til dreymin um eitt skúlaskip fyri ung við trupulleikum.- Beinanvegin tá eg byrjaði at brúka rúsdrekka, dámdi mær tað væl, og tað vant bara upp á seg. Og ein partur av tí var helst, at eg var smæðin og slapp av við hemningarnar, tá eg var rúsaður. Tað gjørdi, at mær dámdi rúsin, og tað bleiv brádliga so, at eg kundi ikki vera hann fyri uttan, sigur hann.Longu tá hann var 18 ára gamal, var hann bundin av rúsandi evnunum, heldur hann. 17. august 1985Rúsdrekka og rúsevni fóru við einum stórum parti av ungdómsárunum, og tað gekk út yvir bæði arbeiði og persónliga lívið.- Tað vóru bæði rúsdrekka og onnur rúsevni. Har vóru hash, morfin, kokain og annar lortur. Og ein rúgva av tablettum, minnist hann álvarsamur.Hóast harða lívið varð Ólavur Groth útbúgvin handverkari og fór síðani til Horsens í Danmark at lesa byggifrøði. Eftir hetta kom hann heim aftur til Føroya og arbeiddi sum landmátari fyri Landsverkfrøðingin (nú Landsverk, red.). - Eg hevði mist arbeiðið áðrenn av drekkaríi og rúsevnum. Eg segði við meg sjálvan, at tað skuldi ikki henda aftur, men eitt ár eftir at eg var komin heim, var úrslitið tað sama. Eg byrjaði at forsøma arbeiðið. Nøkur høvdu tá verið í Íslandi til viðgerðar, so eg bað simpulthen um hjálp til at fara til Íslands, sigur hann.Ólavur Groth fór eins og fleiri onnnur úr Føroyum til Íslands í vón um at finna eina loysn á trupulleikunum, hann stríddist við. Hetta var 17. august í 1985, og viðgerðin, sum vardi ein mánað, hevði stórar broytingar við sær. Ungi søldfirðingurin hevði gjørt upp við seg sjálvan at gevast við rúsandi lortinum, sum hann sigur.Í dag ivast hann ikki í, at persónliga trúgv hansara hevur havt nógv at siga í hesum sambandi.Nýggja líviðMen aftaná viðgerðina mátti hann sanna, at okkurt nýtt skuldi til í lívinum fyri at halda rúsinum burturi.- Eg hugsaði so, at um eg skuldi halda fram at liva nøkunlunda sosialt, mátti eg læra meg at dansa. Og tað havi eg havt óalmindiliga stóra gleði av, flennir hann.Men tað hevur eisini verið nógv annað enn dansur, sum hevur fylt nógv í tilveruni hjá Ólavi seinastu árini. Tankin um at hjálpa øðrum, sum onkursvegna eru í trupulleikum, hevur staðið frammalaga og hevur verið ein stórur partur av arbeiði hansara seinastu nógvu árini. Hetta er framvegis berandi tankin, nú hann við skúlaskipinum Anniku leggur frá landi við skúlanæmingum og øðrum serkønum fólki umborð.- Um vit kunnu hjálpa teimum, tá teir eru tannáringar, so eru teir spardir fyri nógv, heldur hann.Arbeiði við misbrúkarumÓlavur Groth hevði í fleiri ár byggifyritøku, hvørs uppgáva var at seta gomul hús í stand. Men so kom kreppan. Í 1993 flutti hann til Danmarkar, har hann kom at arbeiða við misbrúkarum. Hetta var á einum heimi í Jyllandi, og hesar arbeiðsroyndirnar vóru byrjanin til enn eina útbúgving. Ólavur Groth tók hann sær útbúgving í Danmark og í USA sum viðgeri av rúsevnismisnýtarum og kriminellari atferð. Í USA arbeiddi hann eisini við Team Challenge, sum er eitt programm, har ung verða flutt heimanifrá, tí teimum tørvar at koma úr umhvørvinum, tey eru í, og tí foreldrini ikki megna at taka sær av teimum.- Tað bleiv eg nokk so bitin av og hugsaði við mær sjálvum, at hatta er ein góður máti. Tá eg so kom aftur til Føroya í 1999, kom eg at arbeiða í Runavík og sá hetta skipið liggja har. Eg hugsaði eg við mær sjálvum, at hatta er akkurát skipið, eg skal brúka til skúlaskip, greiðir hann frá.AnnikaÍ 2001 bleiv Ólavur Groth stoltur eigari av skipinum Annika, sum hann hevði sæð liggja við kei í Runavík. Skipið var í ringum standi, og har var ikki annað at gera enn at fara í gongd við at seta tað í stand. Um hetta mundið hevði Ólavur Groth aftur egna byggifyritøku, men hann sá skjótt, at tað fór at verða neyðugt við skiparaprógvi, um ætlanirnar um skúlaskip skuldu førast út í lívið. Í øllum førum um hann sjálvur skuldi stýra skútuni.- So í 2003 segði eg menninar upp og fór á skiparaskúla, fortelur hann við einum smíli.Og so varð hann skipari- Eg havi síðani siglt sum stýrimaður fyri at breyðføða meg, sum man sigur. Fyrst fyri Strandferðsluna og síðani á langfart eisini, sigur hann.Men tað vísti seg at gerast ein krevjandi uppgáva at fáa skúlaskipið sett í stand.- Alla ta tíð, sum eg havi havt heima, havi eg arbeitt upp á skipið við hjálp frá vinfólki og stuðlum, heldur hann fram.- Tú mást loysa trupulleikan umborðÆtlanin við skúlaskipinum er sum nevnt at flyta tey ungu úr umhvørvinum, tey eru í. Ólavur Groth greiðir frá, at man í USA flytir tey fleiri statir, men at økið í Føroyum er so lítið, at tað neyvan munar tað stóra.- Flytir tú onkran úr Havn til Runavíkar, er eingin broyting. Men fert tú umborð á eitt skip, hevur tú fastar rammur umborð. Tú ert umborð, og tú mást loysa trupulleikan umborð. Hevur tú ein stovn á landi, ber til at fara í býin. Tað skal kanska ikki meira enn eini sms-boð til, fyri at tú hevur tað, tú hevur brúk fyri - fyri at linna pínuna, nevnir hann sum dømi. - Tað hevur tú ikki møguleika til umborð á skipi, leggur hann afturat.Ólavur Groth sigur seg hava samband við folk í øðrum londum, sum við góðum royndum arbeiða við líknandi verkætlanum. - Tann stóra broytingin er at fáa tey burtur úr umhvørvinum, leggur hann dent á.- Men hvussu er, tá tey einaferð koma heimaftur?- Tey fáa skúlagongd umborð og kunnu taka skrivliga próvtøku umvegis internetið. Tankin er, at tey skulu verða rættiliga væl fyri, tá tey koma heimaftur, soleiðis at tey kunnu hjálpast víðari. Men tað krevur eisini, at tað verður ein uppfylging. Tankin er at arbeiða víðari við tí saman við avvarðandi myndugleikum, sigur hann. Menniskjasýn er ein treytFyrsti túrurin byrjar um hálva aðru viku, men hesin túrurin verður ein av teimum stuttu, tí summarfrítíðin nærkast. Ætlanin er annars, at hvør túrur hjá Anniku skal fylgja skúlaárinum. Leggja frá landi í august ella september og koma heim aftur í juni mánaði. Skiparin væntar eisini, at nakrir av teimum trimum dreingjunum, sum fara umborð hendan fyrsta túrin, fara við aftur aftaná summarferiuna. Ætlanin er at hava í minsta lagi trý ung við, møguliga fleiri, sigur hann. Umborð verða skipari, stýrimaður, maskinmaður og tveir lærarar. Ólavur Groth leggur dent á, at starvsfólkini, sum sett eru, eru fjølbroytt.- Tað krevur, at tey hava eitt rímiliga gott menniskjasýn eisini, sigur hann.Á fyrsta túrinum er ætlanin at sigla til Noregs fyrst og harnæst til Danmarkar. Eftir hetta verður leiðin løgd gjøgnum Kielerkanalina og víðari suður við portugisisku strondini og í Miðalhavið. Tá skipið leggur frá landi aftur aftaná summarferiuna, gongur leiðin væntandi til Kanarisku oyggjarnar. Har er gott at vera um veturin, sigur Ólavur.Spentur skipariVerkætlanin hevur verið sera kostnaðarmikil. Bæði inntøkurnar fyri sølu av húsum Ólavs og løn hansara eru farnar í verkætlanina. Men nú skipið skjótt leggur frá landið, verður tað Almannamálaráðið, sum fíggjar raksturin, meðan Mentamálaráðið fíggjar lønina til teir báðar lærararnar.- Eg havi goldið skipið og sett meg í skuld fyri tað eisini. Men bara tað at reka skipið er rættiliga kostnaðarmikið, og fólk skulu jú hava løn og so framvegis, sigur hann og vónar, at hann fær verkætlanina at mala runt fíggjarliga. - Eg trúgvi upp á tað, annars hevði eg ikki farið í holt við tað. Og eg eri ótrúliga spentur upp á tað, og dreingirnir eru eisini spentir, sigur hann.

© Dimmalætting

Fakta
S/M Annika Ætlanin er, at S/M Annika skal virka sum karmur um arbeiði at hjálpa ungdómi burtur úr trupulleikum av ymiskum slagi og menna tey soleiðis, at tey kunna verða før fyri at fáa eitt gott og virðiligt lív. Sum liður í viðgerðini av hesum ungdómi, verður skipað fyri umleid 9 mánaðar longum túrum, har luttakararnir skulu virka sum partur av manningini og fáa álagt medábyrgd fyri øllum viðurskiftum umborð. Á hendan hátt er ætlanin at menna ungdómin og vísa honum álit, sum er ein týðandi liður í viðgerðini av hesum ungdómi. (Ólavur Groth á www.annika.fo )

No comments:

Post a Comment