Saturday, October 6, 2012

Skoradagur 2012

Í kvøld sita fjallmenn í køkinum á Bakkanum, feskt kjøt og súpan eru á matarlepanum. Prátið gongur: gott at tað fór ikki at regna, tað sigi eg bara. Tað var forbiðið kalt har suðuri. Trý vóru eftir, trý ? vóru tað ikki fimm? tvey stungu av henda veg og trý ein annan veg. Hvussu mangir vóru veðrarnir? Og skoraveðrurin ? í ár fór hann ikki í havið, ha?
 
 
 
Langur dagur hjá teimum, møttu í skúlatúninum kl. hálvgum sjey í morgun, og kl. 9 í kvøld verður uppboðssøla og býti. Men tú hoyrir teir ikki gremja seg, nei teir eru fegnir og gleðast um skurðin, sum er í væntu.

 
 
Bygdin er full av fólki í kvøld, ljós í hvørjum húsi. Fleiri smádreingir vóru suðuri á bukkinum í dag, tíðliga skula góðir krókar krøkjast. Seinast eg var har suðuri og tók myndir arbeiddi Groth við spælið, í dag vóru dótturmenn hansara og abbabørn har.
Men býtið varð at bíða til í morgin, og nú sunnumorgun stendur seyðurin í plantasjuni. Tað man ikki vera mangastaðni í Føroyum, at seyðurin fær so fínt bíðirúm. Prestur er í Dali í dag, onkur helt fyri, at Bøgesvang kundi kanska býta sseyðin, so bleiv tað 'kristiliga býtt'.

No comments:

Post a Comment