Fyrsta vangamyndin er av Johild Grothsdóttir Nolsøe (f. 1972). Johild er uppvaksin í Dali, næstelst av 5 systrum. Foreldrini eru Groth Nolsøe úr Dali og Frida f. Joensen úr Elduvík. Johild hevur bara góð barndómsminni úr Dali, hon spældi við øll børnini, tá vóru rættiliga nógv børn í Dali, eisini fleiri javnaldrar hjá Johild. Serliga stuttligt var at spæla í kava, tá vóru ØLL úti eisini trillingarnir, sum vóru fleiri ár eldri.
Upp í barndómsminnini hoyra eisini sunnudagstúrarnir í hagan við familjuni, ikki bara í hagan í Dali, men ymsastaðni á oynni við drekkamunni og saft.
Á hesi fittu myndini situr Johild vinstrumegin Anniku og Hjørdis høgrumegin.
Í Dals skúla var ein lærari, og tað var Poul Johannes frá Gjógv, hann hevði einki annað navn í Dali enn “lærarin”. Hann hevði tey í øllum lærugreinum, og eina ferð um vikuna var hann á Sandi við teimum til svimjing, hann fór ikki útí sjálvur, men stóð á hyljarkantinum og stýrdi. Ikki altíð so lætt ar vera tann, sum ikki tordi úti, tey pedagogisku prinsippini vóru nokk ikki dagførd.
Skúlamynd (tikin av FB)
Tá ið børnini skuldu í 6. flokk fóru tey í meginskúlan á Sandi, og Johild heldur, at tey vóru líka væl fyri fakliga, sum børnini úr hinum bygdunum. Johild, Súsanna, Fróði, Dávur, Lias, Borgný og Katrin fylgdust øll inn í meginskúlan, hvønn morgun avstað við bussi og so heim aftur seinnapartin. Ungdómsárini gjørdust tey ungu sjálvandi meiri víðfarin, fóru av bygdini til dans o.t., vitjaðu skúlafelagar á Sandi. Í Dali vóru børnini grønir skótar, tað var Esther í Toppi, sum var skótaleiðari, og Johild minnist á onkra skótalegu, sum hon og Borgný vóru til.
Súsanna, Johild, Turið og Bjørghild (um eg síggi rætt)
Um Johild skal nevna eina lærugrein, sum henni dámdi væl, og sum hon kláraði seg væl í, so er tað føroyskt, og hon minnist enn sín fyrsta karakter nakrantíð, tað var mg í føroyskum, sum er ‘meget godt’. Annars var skúlin ikki so áhugaverdur, og tá ið 9. flokkur var av, so var Johild liðug við skúlan.
Johild kemur við gásini
Johild hevur altíð verið nokso buldraslig, eitt sindur av eini dreingjagentu. M.a. dámdi henni allarbest at hanga uppi í pápa sínum, vera við honum til arbeiðis og fylgja við í tí, sum hann gjørdi. Eisini plagdi hon at vera inni í kjallaranum í Rununi hjá ‘abba lang’, abbi lang var Sofus í Putlhúsi, hann var blíður at koma inn til, og so eygleiddi Johild, hvussu hann fletti ella telgdi sleivir ella gjørdi smáar kistlar. Hettan lyndi hevur fylgt Johild, og hon er útimenniskja burturav, hon hevur eplaveltu og rótakál, og hon flettir sjálv, og so plagar hon at røkta urtagarðin hjá foreldrunum, klippa trøini o.a. Av tí at tær bara er systrar, helt Johild, at pápin trongdi til eina hjálpandi hond.Eftir skúlan fór Johild at arbeiða á Borgini á Sandi, og hon var líka nógv við maskinurnar sum í reinskeringini, har var góð løn og langir dagar. Tá ið flakavirki stongdi fór Johild saman við Anniku, Hjørdis og Sunnrid til Havnar at arbeiða á Bacalao, tær leigaðu sær hús saman í Havn. Hesi árini í kollektivi í Havn minnist Johild við gleði. Seinni búði Johild aftur í Dali eitt skifti, og síðani 2001 hevur hon verið argjafressur.
Síðani 2007 hevur Johild arbeitt sum hjálparfólk í býlingshúsinum á Norðasta horni í Havn. Hetta arbeiði elskar Johild, og hon leggur lív og sál í at læra børnini alt sum er gott og nyttugt. M.a. njóta børnini gott av Johildsa stóra áhuga fyri náttúruni og fyri útilívi. Og av Norðasta horni er stutt oman í Sandá og út í Havnardal. Men allarmest er vert at nevna, at børnini hava eina eplaveltu í Dali, tey seta sjálvi niður og taka upp og fáa epli heim við um heystið. Í barnagarðinum sleppa børnini eisini at vera við til at fletta, og sjálvandi er Johild ein meginstuðul har.
Johild er gift við Peturi, tey hava kenst í 11 ár, og tey hava tríggjar dreingir, tveir stórar og ein lítlan.
Johild og elsti sonurin Jóannes Groth
Men um tú sært eitt rokmikið lítið menniskja koma gearandi millum garðarnar í eini stórari yvirlivilsisdrakt og við eldreyðum toppi, so er tað Johild, sum fer til verka.(Næsta vangamyndin verður av Borghild í Oyrargarði)
No comments:
Post a Comment