Friday, January 17, 2014
….einaferð fara vit sjálv upp í ringin
Í dag er jarðarferð í Skopun. Ein 17 ára gomul genta verður borin til gravar. Skúlin í Hoydølum er stongdur í dag, nógv fólk samlast til jarðarferð, og øll hugsa tað sama, hvussu ber tað til, at ferðsluvanlukkurnar blíva við, hvat skula vit gera fyri at steðga hesum ørskapinum?
Sum próvdómari á tekniska skúla í Havn fyrst í hesi vikuni fekk eg høvi at heilsa upp á 32 ungar menn, teir eru í aldrinum 15 til 18 ár, umleið. Próvtøkan var í føroyskum og fleiri, ja nógvir av tekstunum, sum lærarin hevði valt, vóru um ferðslu og ferð. Ráðið fyri ferðslutrygd átti fleiri av tekstunum, summir vóru um tey, sum eru sloppin við lívinum, men sita í koyristóli, (“Tað er deyðsjúkt at sita í koyristóli” og “Royn at vera fiksur í koyristóli”.) Ein var um ein, sum gjørdist drápsmaður sama dag, sum hann fekk koyrikortið, og so var søgan “Pílar” hjá Mariannu D.Dahl og hin fína søgan hjá Stig Dagermann “At drepa eitt barn”. Allir dreingirnir vórðu spurdir, um ein slíkur tekstur fekk teir at hugsa seg um, hvussu teir koyra, um ein lærir nakað av tí, sum RFF roynir at gera. Próvtøkan var bert tríggjar dagar eftir vanlukkuna á Argjum. Allir dreingirnir svaraðu neeiii, tað hildu teir ikki, kanska teir hugsaðu um tað eina løtu, men annars…..
RFF hevur eina stóra ja kanska ómøguliga uppgávu. Vit mega siga, tey hava roynt, brúkt greinir, filmar, vitjað skúlar osfr. Hvussu fáa vit hesar ungu menn á tal? Tað er ikki tí, at tað eru 1000 reglur teir skula læra uttanat, tað er bara ein ella tvær:
1. ikki koyra ov skjótt 2. ikki koyra tá ið tú hevur drukkið. Og teir vita tað, tað er tað syrgiliga við tí TEIR VITA TAÐ gudhjálpimær.
Dansurin er ein traditionell mynd, sum kann nýtast um ymiskt t.d. samstarv , gleði og spæl, men í kópakvæðnum síggja vit eina daprari dansimynd: allir teir druknaðu taka hendur saman og trína ein dans. Vit hugsa okkum gamlar og yngri menn í húðaskóm og stuttum buksum, summir eru undir dimmari húgvu, teir stíga siðiliga og seint, ringurin buktar seg um Kalsoynna, inn í gjáir og glopur, ritan í Kalsvík tagnar eitt bil, nú ið tann svarti ormurin ringir seg um Kallin.
Men um vit modernisera myndina, so sær dansurin heilt øðrvísi út: ungir menn og ungar kvinnur sveima í dansinum, tí æviga ringinum, rykt úr lívinum og eftir sita foreldur og onnur uttan fyri ringin. Ringurin buktar seg eftir breiðum veg við hvítum strikum stundum øðrumegin strikuna stundum hinumegin, og hygg nú dansa tey í haganum, og ein ávísur brotpartur av teimum 32 næmingunum, sum vóru uppi í føroyskum, dansa við.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment