Nýggjársdansur var aftur í ár, og aftur í ár komu fólk úr allari oynni og úr Havn. So herligt at vera í góðum dansi og hoyra væl kvøðin kvæði. Serstakliga hátíðarligt var at hoyra álvarsmannin Símun úr Svínoy kvøða Rudisar vísu, um halgimennið Stefan og hansara heilaga galandi hana og hin illa Rudis, sum bleiv stoyttur av himli. Og so kvóðu vit afturat mongum øðrum kvæðum eisini Kópakvæðið, tað er altíð stuttligt, tá ið tú dugir uppií, tað skipaði Gunnar Restorff.
Børnini høvdu kátt sítt lív har rundanum.
Kaffi og te var at fáa og ein findargóð súpan. Tá ið bussurin fór avstað við havnarfólkunum, helt dansurin fram við Vatntáttinum av Sandi, stuttligt at síggja hesar ungu kvøðarar stíga so fast og lættliga.
Her er okkurt merkiligt við myndunum, tær eru nógv smærri enn tær plaga. nei, nei, tøknin og eg!
No comments:
Post a Comment