Saturday, January 25, 2014

Vitus í Putlhúsi 75

30. januar fyllir Vitus 75 ár. Vitus er miðlingadrongurin í Putlhúsi. Brøðurnir vóru Hans Marius (1941-2010) og Jógvan Adolf (1936-2007)

í Putlhúsi
Vitus fór blaðungur til sjós. Hann var bara 15 ára gamal, tá ið hann fór sín fyrsta túr. Fyrsti túrur hansara var við Torrasól, sum pápi hansara eisini var við. Systkinabarn Sofus Jóan Jakku í Horni førdi Torrasól, Torrasól var ein avgomul slupp, og Vitus var bara tveir túrar við henni, á Suðurlandinum og Norðlandinum Har umborð var alt upp á tann gamla mátan, teir  vóru í sjálvdrátti og høvdu lippukassa.
Einaferð lógu teir fyri akker í Vestmannaoyggjunum, tá tóku teir lítlabát og róðu inn. Vitus keypti tá mammu síni eitt kaffistell, sum var eitt tað kærasta Frida átti. Ein so umhugsin unglingi, hugsaði um eina gávu til mammu sína.
019
Seinni var Vitus við Norðlýsinum, teir róðu út undir Føroyum, og har bleiv egnt umborð, skipari var Karl hjá Kjartu.
Í 1962 fór Vitus við Nólsoyar Páll, sum var línubátur, har átti sera nógvir uppií, skúvoyingar, dalbingar og aðrir.

                                                         Myndin tikin umborð á Skarvanesi.
8Vitus var 4 verktíðir í Íslandi , tvær á Hellissandi og tvær í Rivi. Tað var styttri róður í Rivi. Vitus breyt armin síðsta dagin í Rivi og endaði á einum katólskum sjúkrahúsi í RSykkishólmi.
Tá ið Dalbúgvin kom og teir engdu í Dali, var Vitus formaður í egningini, til hon bleiv flutt til Skopunar.
Vitus var við Klettunum og Eysturbúgvanum, og seinnu árini flakavirkinum á Sandi, og tað varð nógv arbeitt, ofta langir dagar.
gift2
Vitus er giftur við Turið úr Skálavík, og tey bygdu hús á Bakkanum í Dali, á grundina, sum Vitus fekk frá ommu síni. Turið og Vitus eru gestablíð, og tað er føst ruta at fara út á Bakka at fáa sær drekka.
gift
Vitus hevur eisini verið seyðamaður meginpartin av lívinum, hann hevur havt heimaseyð og gingið burtur í haga. Mær rennur í hug Halgir hjá Heðini Brú, hesa náttúruveru, sum gongur út í eitt við grót og haga, sum samskiftir við náttúruna og livir í samljóði við hana. Vitus er ein av teimum gomlu, sum lærdu kynstrið ikki á skúlabonki, men við at liva í tí og við tí. Á myndini síggja vit Vitus og hansara trúfasta fylgisvein.
3
Vitus og Hans Marius stimitúr.
bátur
Putlhúsdreingirnir avmyndaðir saman við mammu síni, tá ið Frida fylti 75.2
Fyrsta eg kom til Dals, búði Vitus í Putlhúsi, hann er barngóður og var altíð góður við genturnar hjá okkum, og nú hevur hann nógv abbabørn, sum kalla hann ‘farfar’'.
Saman við Turið og Símuni.
9
Saman við Louis Mariusi.
DSC01654
Saman við Fridu Sofíu.PICT0135
Saman við Bergi.PICT0746

Vitus heldur føðingardagin í Keypmannahavn, har hann er undir læknahond.
Góði Vitus gubbin, hjartaliga tillukku og góðan betring!

No comments:

Post a Comment