Í allarbesta veðri komu gestirnir til Dals. Tað vóru Eysturoyar dansifelag og Leikum fagurt, sum vóru boðin við hesa ferð.
Borðhaldið var sera hugnaligt og ikki ov langt, vit fingu góðan døgurða og sungu góðar sangir. Jóannes í Stórhúsi var forsangari.
Katrina, formaður í Eysturoynni segði nøkur væl vald orð, og Jónleif helt eina talu deils sum dalbingur, men eisini sum formaður í Sláið ring.
Gestirnir løgdu fyri við Viljormi Kornus og Kjartan Ólavssyni og dalbingar kvóðu Harra Svein. Dansurin gekk væl og slitnaði ongantíð, ja í hvussu er ikki til eg fór til hús.
Sunnudagurin upprann við sama góða veðri, og tað var so stak góður og inniligur sálmasangur í kirkjuni, nú ið so nógvir kvøðarar vóru í kirkju.
Tað var hugnaligt í Putlhúsi, vit høvdu gestir, bæði áðrenn veitsluna, tá ið Tórhild og Símin Hannus stukku in á gólvið, og sunnudagin, tá ið fermenningurin úr Oyndarfirði Loui, Sjúrður frá Gjógv og Annfinn úr Gøtu komu á gátt.
No comments:
Post a Comment