Fitt av fólki var komið til Dals bæði úr oynni og av oynni, hugnaligt í Eirksgarði. Tað er eitt so sjáldsam gott hús, fáa staðni fært tú sitið og prátað so væl og ikki órógva dansin. Súpan og kaffi og smákøkur vóru, og møguleiki at keypa øl.
Eg hevði ta serligu gleði at hava kærkomnar gestir. Hanus Súni var komin úr Klaksvík suður í dans og við honum Jóhanna og Jóhann. Vit gingu túr í Dali í dag og fóru inn á Bræðið til Borghild ein túr. Hanus Súni kennir fleiri dalbingar frá fyrr, m.a. Ólav Eysturdal, sum hevur gjørt krossin í kirkjugarðinum.
No comments:
Post a Comment