Flott par vóru tey fyri 25 árum síðani, og tey eru enn flott par. Borðreitt var til sera mong fólk, og hýrurin var góður frá fyrsta bríksli. Maturin var dampaður toskur til forrætt, neytakjøt og waldorfsalat og sós, og ísdessert. Vit sungu av hjartans lyst, og onkrir nýyrktir sangir vóru eisini.
Fleiri tóku orðið, bæði familja, vinir og arbeiðskammeratar.
Jóannes og Annfinn og Róaldur sungu brúðarvísuma, og aftaná svingaði tað unga parið seg í brúðarvals.
Hjartaliga tillukku Kjartan og Sunneva Elisabeth. Gangi tykkum væl!
No comments:
Post a Comment