Sunday, April 30, 2017

Toppasystrarnar

Ella er tað ikki Rennusystrarnar? Hví eita tær Toppasystrarnar? Tær eru døtur Kristinu og Óla í Rennuni, føddar í Klæmintstovu vaksnar upp í Toppi, men búgva nú í Rennuni, tá ið tær eru í Dali. Í dag var hátíðardagur í Dali, nú Toppasystrarnar hildu føðingardag í Eiriksgarði fyri familju og dalbingum, tær hava allar fylt runt í seinastuni.


Hátíðarhaldið byrjaði í kirkjuni, vit hoyrdu um seyðamannin og hansara fylgi. Sum Jóanes  segði, tað er hugaligt, tá ið nógv fólk er í kirkju, kirkjan var meira enn hálvfull.







Fyrsta eg kom til Dals hoyrdi eg tey tosa um Toppasystrar og um Sandasystrar, og tær vóru systkinabørn, og Halldóra fortaldi í síni talu um samanhaldið í familjuni, tá ið hon var barn og ung.
Elisabeth og Óluva vóru kokkar, og maturin var bara so góður, og sum onkur segði, hann var eisini heitur.
Nógvar talur vóru, og tað var virkuliga stuttligt at hoyra ymsar søgur úr gomlum døgum. Vit hoyrdu, at toppasystrarnar fírdu ikki fyri at fara undir hoybyrðu, serliga Lona var sterk. Vit fingu at vita, at Fridrika er tann speiska av teimum, og allar mostrarnar eru kittið í familjuni, garantar fyri samanhaldi og blíðskapi.

Afturat teimum vanligu talarunum í Dali vóru Sámal Petur, Heini og Ólavur Groth.

 Toppasystrarnar og Poli eru fyrimyndir hjá okkum øllum, so væl tey hava dugað at hildið alt norði í Rennuni og Flyttuni : at varðveita tað gamla og kortini hava møguleika at búgva og liva í húsunum.
Eg minnist tá ið rennumenninir gjørdu hoyggjhúsið í stand, báðar helvtirnar. Tá ið reisigildi var, vundu teir gudhjálpimær dannebrog á stong, teir vildu arga, og eg bleiv rættiliga bilsin má eg siga.  Ólavur segði mær, at tað var flaggið hjá Gretu í Flyttuni.



Takk fyri eina hugnaliga løtu.

No comments:

Post a Comment