úr Sosialinum.
ALLUR DALUR KEMUR Í BRÙDLEYP
10 Juli verður eitt rættiligt bygdabrúdleyp í Dali. Tá skula Óli Nolsøe og Eyðbjørg E.Anthoniussen giftast, og allur Dalur kemur væntandi í brúdlep.
Óli Nolsøe er bóndasonur úr Dali, hann er yngstur og einasti drongur millum fimm systrar.
Leingi lá tað í kortinum, at Óli skuldi taka yvir eftir pápa sín, og fór hann tí á landbúnaðarskúla í Norra.
- Har fann eg so útav, at mjólkineyt tímdi eg ikki, sigur Óli.
Eftir loknan lestur kom hann aftur til Føroya, og møtti her fuglafjarðagentuni Eyðbjørg í náttklubbanum Rex.
- Vit høvdu ongantíð sæð hvønn annan fyrrenn tað kvøldið, vit komu saman, sigur Eyðbjørg.
Hon hevði eisini verið uttanlands og gingið á designaraskúla. Tá tey høvdu funnið saman gekk alt skjótt, og tey fluttu saman eftir fáum mánaðum.
- Tað hevur bara fungerað væl, líka síðani vit møttust, sigur Eyðbjørg.
13. mai 2009 tóku tey ring uppá og avgjørdu skjótt aftaná, at brúdleypið skuldi standa í summar.
Bæði eru lesandi
- Nú eru vit bæði lesandi aftur, og eitt brúdleyp kostar. Tí hildu vit tað verða eitt gott hugskot at melda okkum til kappingina um at vinna eitt brúdleyp, greiður Eyðbjørg frá.
Óli lesur nú til rørsmið og Eyðbjørg til námsfrøðing. Tey búgva á Argjum, og sambært Eyðbjørg eru ongar ætlanir at flyta til Dals og gerast bóndakona.
- Tað er virkuliga so deiligt í Dali, men eg kann ikki hugsa mær at búgva har, sigur hon.
Eyðbjørg misti mammuna, tá hon var bara fimm ára gomul, tá hevði hon tvær eldri systrar. Pápin giftist upp aftur, og hon fekk tvey systkin afturat.
- Tað var sjálvandi hart, men eg havi havt tað gott, sigur hon.
Brúdleypið
Nú eru brúdlepsfyrireikingarnar í gongd. Ein vinkona frá designaraskúlanum, Berit Heinesen, skal seyma kjólan, sum skal vera í ráhvítum silki við blondum. Hárið er enn eitt spurnartekin, men Eyðbjørg dámar væl 20-talsstílin við bylgjum.
Òli fer í føroysk klæði. Hann eigur búnan, men stórur partur av honum verður gjørdur av nýggjum til brúdleypið.
- Mamma seymar nýggjan vest, omma bindir nýggjar hosir, og ein av systrunum bindur nýggja troyggju, so øll familjan er uppi í, sigur Óli.
Litirnir til brúdleypið eru ráhvítt og grønt - brúðarkøkan skal konan hjá pápa Eyðbjørg gera, men restina má bíða, til parið veit hvussu gekst í kappingini um at vinna eitt brúdleyp.
Væntandi vera tað eini 200-300 gestir í brúdleypinum, sum er vælkomst
No comments:
Post a Comment