Sunday, February 12, 2012

Drotningin á Bakkanum 70, framhald

Veitslumaturin var ræst kjøt og súpan og sviskutrifli omaná. Beinanvegin tú komst í Eiriksgarð kendi tú tann matliga roykin av røstum kjøti, og tú vart ikki svikin. Úrvalskostur, afturvið vóru epli og røtur av Sandi. Skeinkjarar buðu snaps og øl og sodavatn var á borðinum. So har var einki spart. Heiðveig talaði einar 3 – 4 ferðir, Annfinn helt, at um ein talaði 3 ferðir, so var í lagi , men 4 ferðir ella fleiri , so var tú rukka. Men Heiðveig hevur eitt skemtingarsamt lyndi, og hennara talur og hennara sangur vóru væl fagnað.

2012.02.09 073 2012.02.09 082 2012.02.09 088 2012.02.09 101 2012.02.09 072

Góðar sangkreftir og tónleikarar vóru eisini. Tórur var heima ein svipp, og hann spældi harmoniku, og Emil spældi gittar, so streingirnir fuku um oyrini. Vilhelmina segði nøkur orð um, Turiðsa og sína egnu felags heimbygd Skálavík.

Til drotningina á Bakkanum

Lag: Lili Marleen
1. Her suðuri í Dali her býr ein kvinna bold,
Hon hevur livað nøkur ár á hesi føgru fold,
Sjey ferðir tíggju tey eru í alt ,
Eg havi sjálv tey saman talt
Nú Turið heilsu fær
Frá tær og so frá mær.
2. Putlhúsdreingir tríggir teir hava góða tíð,
Hjá mammuni í Dali har manglar einki í,
Ikki teir vilja leypa framav ,
Tó hoyrdist nú eitt lítið skav,
Ein genta ella mús
Er komin her í hús!
3. Í Putlhúsi eitt kvøldið, eg hitti hana fyrst,
Hon hevði tendrað Vitus, ja tað er púra vist,
At fara til seyðin tók tímar tveir
í minsta lag, ja stundum meir,
og hvar bleiv Vitus av?
og hvar bleiv Vitus av?
clip_image002
4. Á Bakkanum hon trívist, hon hevur har sítt slott,
Hon gestablídni vísir tær, sum fer á hennar gátt,
Ja heimabakað: drýl og breyð,
Hon ber á borð og køkur sjey,
Tí Turið dugir alt!
Tí Turið dugir alt!
5. Familjulív á Bakkanum, tað telur hesi tvey,
Og Kommurin tað triðja, hann líður onga neyð:
Tí Turið hon elskar heitt sín Komm,
Og Kommurin hann fær eitt bomm,
Tá Vitus ikki sær,
Tá Vitus ei er nær.
6. Í húsinum hon virkar og arbeiðir hvønn dag,
Hon bindur til øll síni, tær troyggjur rað á rað,
Og nógvar av teimum sonn listaverk,
So handfríð er og mótasterk.
Tí Turið fylgir við,
og velur rætta snið!
clip_image003
7. Tá Turið fer til telduna, hon sveimar út í heim,
Hon skeipar , kjattar, meylar og heldur sær á gleim,
Har hittir hon børn og ommubørn,
Í Hirtshals og við Reykjatjørn
Tí Turið er global,
Tí Turið er global.
8. Vit enda hesa vísu og bera Turið tøkk,
At ballið sum hon heldur, til øll okkum røkk
Á flog’, við bát’ frá nær og fjar,
Vit enda nú og ynskja tær
Tillukku góða tú!
Tillukku góða tú!
Tójlgreb



















































No comments:

Post a Comment