Sunday, February 12, 2012

Drotningin á Bakkanum 70






Nógv fólk var á Bakkanum. Fyrireikingar vóru í dansistovuni til tann stóra dagin. Borðreitt var til 120. Barbara og Dávur og genturnar høvdu pyntað borðini, og tað sá festligt út.

Turið og Vitus sótu til háborðs tveyeini, eg setti meg hhjá teimum eina løtu. Turið fekk fleiri sangir og nógvar talur. Óli, eldri sonur Turið legði fyri, og tað var sum eitt ævintýr. Hann segði frá teirra egnu “Sporløst” søgu, um systrina, sum nú endiliga sat saman við hinum 4 systkjunum. Tinna og maður hennara Bjarni vóru komin úr Íslandi í føðingardag, og tað var ein sera rørandi og kensluborin hending hjá Turið at síggja dóttur sína aftur eftir so mong ár. Á hesi myndini sæst Tinna ímillum Óla og Lias.

No comments:

Post a Comment