Tuesday, July 24, 2018

Jónleif 40

Ikki nógv menniskju hava gjørt og dugað so nógv, tá ið tey eru 40, sum Jónleif Johannesen í Dali. Politikarin Jónleif ger sítt arbeiði til lítar, hampiligur í orð og tal, góður røðari. Mær kemur mangan Jógvan Adolf til hugs, tá ið eg hoyri Jónleif, báðir kvæðakempur, báðir javnaðarløgtingsmenn úr Dali. Jónleif hevur annað beinið í Klaksvík nú og hitt í Dali, samferðsla til smábygdir og tunlar norð um Fjall. Dans inn í skúlarnar og pengar til Klaksvíkar sjúkrahús. Sanniliga hevur Jónleif nógv at taka sær av.
Jónleif hevur dansað og kvøðið, síðani hann dugdi at ganga, og hesin áhugi hevur ført bæði nevndarsess við sær og formanssess.
Jónleif er eisini yrkjari og góður vertskapsmaður, vit kenna kvæðið um Deyða Sigmunds og tættirnar, hann hevur yrkt m.a. "Rókin til Dals".
Jóannes segði ein dagin, at tað er skaðiligt fyri eina bygd, at tað er bara ein maður, aum tekur sær av øllum, tað man vera tí hann hevur sett tríggjar við. :)
Midnáttarrøða í Dali.
Sum lærari hevur Jónleif eisini gjørt vart við seg í fakfelagshøpi, og hansara eldhugi og áhugi vísir seg eisini í summarskúlanum í Dali, sum hevur verið í tvey ár. Eitt skeið fyri børn við rótum í Dali. So væl umtóktur er summarskúlin, at onkur er farin at tosa um, at skúli  skal eisini vera fyri pluss 20. Eg sigi fyri meg, at tá ið hann verður fyri +60 , tá tekni eg meg beinanveg!
Lærarin í aktión
Jónleif er bygdasligur uppá tann góða mátan, fylgir við tíðini, men virðir og tekur lut í tí, sum er eftir av tí gamla bygdarlívinum.
Jónleif helt eina rimmar veitslu í Dali sunnudagin, har var mong ein fjøður samankomin: Politikarar úr ymsum flokkum, bygdarfólkið, familja norðaneftir og dansifólk ymsastaðni frá.
Borgný


















 Fleiri av røðarunum nevndu tunnilin til Dals, onkur helt, at bussurin hevði koyrt so skjótt og so uttarlaga á vegnum, til at sannføra poltikararnar, ið sótu og gøllhildu sær og stardu uppi bergi.














 Húsamaðurin hevði mong lovorð til Jónleif, sum bæði hevur verið barnagenta hjá honum og lært hann at dansa og kvøða. Hann kvitteraði við at skipa í frálíkum dansi.
 Edvard, Jóannes og  Niels Jákup spæla til dans.

Veitslukvøldið bleiv til ein so vakran veitslumorgun og endaði úti í Støð einar 14 tímar seinni. Ein skúta lá so vøkur útfyri.

Dalssíðan ynskir Jónleifi hjartaliga tillukku!

No comments:

Post a Comment