Á triðja sinni skipaðu feðgarnir Jónleif og Jóannes fyri summarskúla fyri børn og barnabørn hjá burturfluttum dalbingum, hesa ferð vóru 22 børn við. Skráin var lík skránni hini árini: Tey vóru í Syðsta haga og skóru torv, tey kliptu seyði og markaðu lomb. Síðani vitjaðu tey hús í Dali og skipaðu fyri kvøldsetu, har bygdarfólkið varð boðið við.
Eg havi sagt tað fyrr: hetta tiltak er einastandandi gott, pedagogiskt og sosialt. Aðrar bygdir í Føroyum áttu at tikið táttin upp, mest upplagt sjálvandi í eini lítlari bygd. Tak nú t.d. bygdir har sum eingi børn eru, har eru tó abba- og ommubørn ella langabba- og langommubørn, sum høvdu tímað og viljað brúkt eina viku í summarferiuni til at leika og læra. Men tað eru nokk ikki øll, sum eru so heppin sum vit í Dali at hava slíkar "all in one" eldsálir.
Ein næmingur helt, at Jóannes var "all in one" , tí hon hevði sæð hann sum dekn og lærara og annað við.
|
Heidi (Gerðagil), Magna (Putlhús), Sigrid (Klæmintstova) |
Nú verður farið suður í haga.
Tann kreativi parturin lá ikki eftir í ár heldur, eitt modell av bygdini bleiv gjørt. Her síggjast Putlhús og Toft.
Seinasta dagin var kvøldseta í Eiriksgarði, og øll í bygdini vóru boðin við. Børnini høvdu fyrireika spurnarkapping og gitikapping.
|
Jón greiðir frá túrinum suðuri í Haga |
|
Sigrid sigur søguna um lítla Klávur og stóra Klávus |
|
Stuttligt at síggja Sam í Dali aftur, her saman við Jóan Peturi |
No comments:
Post a Comment