Tuesday, October 18, 2016

Eitt arbeiðsamt menniskja

Verfaðir mín Sofus í Putlhúsi var eitt arbeiðsamt menniskja. Altíð okkurt at gera, eisini tá iðhann var gamal. Dagbókarbløðini eru eitt gullnám.

DSC04918

Eg síggi han fyri mær, tá ið hann er í trøðni, skundar sær spakuliga, sum øll klók fólk gera. Hann ber tilfarið upp á pláss, pelar og stik, hann hevði ikki bil og ikki hestavogn, hann hevur sjálvandi havt trillibøru. Kanska hann hevði pelarnar og stikið í trillibøruni.

Sætta og sjeynda fekst Sofus við hoyggj.

Uppi á Sýn var hann eftir torvi. Tað var dagin eftir hann var komin av skipi. Vildi kanska skoða bygdina og umhvørvið úr erva eftir fleiri mánaðir í trongum skipi, saman við nógvum monnum. Vildi kanska fegin vera eina eina løtu.

Men um tú leitar í álmanakkanum eftir kenslum ella fólkum, so leitar tú til fánýtis. Dreingirnir, synirnir eru ikki nevndir. Frida er als ikki nevnd (tað er hon ivaleyst bara nøgd við). Sjálv eri eg nevnd, tá ið “diddan” kom, og tá ið “diddurnar” koma suður.

 

 sofus

Onkuntíð verður kanska høvi at tríva í onnur dagbókarbløð.

No comments:

Post a Comment