Síður

Tuesday, January 29, 2013

Eynuhjól í Dali


Tað árliga Eyðnuhjóli í Dali verður 3 og 4 mai 2013
Eiriksgarður skipar fyri árliga eydnuhjólinum 3. og 4. mai 2013. Tey, sum vilja lata lutir til Eydnuhjólið er vælkomin at venda sær til Helgu, Eyðbjørg og Henny.
Í 2007 fekk húsið eina stóra umbygging og sum kom felagnum væl við

Monday, January 14, 2013

Trettandadansur í Skálavík

Teknaði meg og Turið á Bakkanum til dansitiltakið í Skálavík 11. jan. Tað vóru tey trý dansifeløgini í oynni, sum skipaðu fyri, og væl var fyriskipað. Borðhaldið vardi ikki ov leingi, sangirnir vóru góðir, maturin var framúr góður og bussar koyrdu gestirnar til og frá. Sera nógv fólk ver, eini 200.
056
Nálir og kykt, sum í mold hava bíðað…
Sangheftið var sjáldsamt, apropos mín illsinta blogg um brúdleyp “Allan pakkan” (http://www.b-av-s.blogspot.com/2013/01/allan-pakkan.html), tí her vóru ikki fortugdir travarar og fótatraðk millum sangir. Tá ið eg blaðaði í heftinum las eg Flickan från Backafall og Der går en dans… lið um lið og hugsaði:  fínasta slag svenskar vísur, men enn betur: sangirnir vóru føroyskir sangir, fagnandi tí komandi várinum, vónandi at ‘stormharður vetur við svíðandi brandi’ er av fyri hesa ferð. Stuttligt at síggja tekstir, sum tú minnist teg ikki hava sæð fyrr. Saknaði tó, at upplýst var, hvør hevur yrkt. Fólk tók væl undir, og Jóannes í Stórhúsi, sum spældi harmoniku segði, at vit høvdu sungið serstakliga væl. Pól Jákup spældi violin bæði undir borðhaldinum og til dansin.
Hann kann fara í køstin í dag, sum hann fór í gjár…
Dansurin var lagdur soleiðis til rættis, at føroyskur dansur var ein tíma og síðani fólkadasur ein tíma, og so skifta aftur. Hetta er ein salomonisk loysn á trætuni millum harmonikuna og føroyskan dans. Og væl bar til, tað sást, at somu fólk elska bæði sløg av rørslu, tey hava bara hatta í sær, hasa rytmuna hatta lívsins rensl. Eg skal ikki nevna nøvn, uttan eitt, og tað er Vilhelmina, hon dansaði alt kvøldið, og orkaði betur enn nógv av teimum yngru.
Deyði Sigmundar varð kvøðin, eg hugsi tað er fyrstu ferð, eg havi hoyrt hann á gólvi. Ein unglingi skipaði, hann kláraði tað væl, hóast hann kvað einsamallur, bara stuðlaður av einum javnaldri. Marna skipaði fyri fólkadansi, nógv fólk var í ringinum bæði ung og gomul.
At enda klokkan trý og hava bussar -  og boða frá tí frammanundan er bara supersmart, tú fært fólk at støðast eisini eftir midnátt, tí tey vita, at tá er ikki so nógv eftir, og tú sleppur undan hesum ørvitisfiskunum, sum altíð skula halda á til 5-6 á morgni. At gevast meðan leikur er góður er eitt gamal orð.
Vit sótu til borðs saman við trimum systrum úr Skálavík og mammubeiggja teirra Kristjani, eg hugsi ikki tey hava nakað ímóti, at eg seti hesar myndirnar inn.
057
047
Og á Pálsmessu er dansur í Haraldsuni, og so kemur Kyndilsmessa, og dansur verður í Húsavík! Yeaahhh!

Monday, January 7, 2013

Vangamyndin henda mánaðin–Hansina í Toppi

DSC03854
Hansina Berg ( f. 1941) er av Oyrabakka. Foreldrini vóru Anna Maria Debess, kallað Oyra Mia og Petur Andrias Larsen. Hansina er elst av 6 systkjum, mamman var tvær ferðir gift: Árni, Ólavur (d.1999) og Petry, mamman gekk við Petry, tá ið pápin fórst. Árni doyði 8 mánaðir gamal. Seinni fingu tey tveir beiggjar, og annar teirra doyði lítil. Ta fyrstu tíðina búðu tey í Havn, har pápi Hansinu arbeiddi á skipasmiðjuni. Tey búðu á Hoyvíksvegnum, og hóast Hansina bara hevur verið 3 ára gomul, minnist hon luftalarm; og eitt annað minni er, at hon gongur og dregur ein trævogn, meðan pápin leiðir hana. Pápin bar annars Hansinu nógv, tí at hon varð fødd við skeivum fóti, men hon bleiv opererað í Klaksvík hjá Stærmose og hevur aldrin havt nakað mein av tí. Hansina minnist, hvussu ill hon var, tá ið gipsbandasjan skuldi á beinið, tá ið hon fór í song.
foreldrini
Saman við foreldrunum
Abbi Hansinu førdi Verdandi, teir manglaðu ein mann, og so fór pápi Hansinu við. Tá ið pápin fór at sigla við Verdandi, flutti mamman til Oyrar við børnunum at búgva í Beitishúsunum. Familjan hjá Hansinu var ein av teimum familjunum, sum mistu nógv undir krígnum. Við Verdandi (1944) fórust bæði pápi og pápabeiggi hennara og abbi og abbabeiggi hennara.
clip_image001
Hansina fór til ommu sína á Oyrabakka at vera. Mamman fór seinni til Fuglafjarðar at ferðast hjá pápasystur Hansinu og hevði Petry og Ólav við. Pápasystirin beyð sær til at hava Petry, hon hevði sjálv mist tvey børn. Petry bleiv sostatt at vaksa upp í Fuglafirði. Seinni fóru tey til eina gamla konu undir Ryggi í Havn, Juliu Debess at búgva, hon var blind, og mamma Hansinu fór at hjálpa henni. Hansina var stundum á Oyrabakka og stundum í Havn, hon fór í skúla á Oyrabakka hjá Jógvan læraranum frá Gjógv.
við mammuni
Saman við mammuni
Á Oyrabakka vóru góðar vinkonur (Judith, Súsanna, Hildubjørg, Emmy og Sonja). Tær spældu í fjøruni, leitaðu eftir krabbum, fiskaðu úti á brúnni, Hansina gjørdi ein hava norðuri hjá ommu síni á Oyrabakka, og trøini vaksa akkurát líka væl enn. Omman var góð við Hansinu, men hon var strong. Einaferð vóru genturnar við Norðskála og spældu, har vóru so nógv børn. Hansina skuldi vera við hús til ásetta tíð, og so mátti hon fara. Men at ganga frá Norðskála til Oyrar í bølamyrkri var ikki lætt. Nú einaferð er eitt svart framman fyri henni, og hetta reisir seg upp. Hansina vildi vent við, men tá ið omman hevði sagt, at hon skuldi koma, so skuldi hon. Ein hulduheyggjur var ímillum bygdirnar, so tað var við bankandi hjarta, at Hansina sleit upp hús. Tá var tað ein svartur seyður, sum fór spakuliga gangandi.
Tá ið Hansina var uml. 8 ár fór hon til Havnar at vera. Familjan búði í húsunum hjá Dreyaranum í Havn. Har var sera smátt, Hansina og Ólavur svóvu undir væðingini. Mamma Hansinu og børnini blivu væl móttikin í Havn. Mamman (d. 1995) hevði ymiskt vaskiarbeiði í Havn.
Hansina spældi nógv við systkinabarn sítt Ruth, sum búði niðri í Bø, tað er niðast í Tróndargøtu. Tær gingu báðar í Gamla kommunuskúla, har lærararnir vóru Hjørdis Henriksen, Holger Bærentsen, Zacharias Sørensen, John Davidsen og onnur. Havnin var nógv øðrvísi tá, børnini plagdu at fara í bakaríið í Horni at biðja skorpur. Eitt annað ævintýrligt spæl, sum børnini høvdu, var at ganga undir vegnum av Vaglinum og oman í ósan á Kongabrúnni, børnini gingu í ánni, sum var løgd undir heilt, har var kolamyrkt, sum vera man, ein sera spennandi túrur.
Hansina var 12 ár, tá ið Hans í Mortansstovu og mamman giftust. Hansina fór tá til ommuna á Oyrabakka at vera eina tíð. Hansina bleiv konfirmerað við Gjógv, búði ta tíðina hjá Sofus Debess og Jóhannu, har var gott at vera. Tey vóru níggju konfirmantar, Brimnes var prestur tá. Hansina arbeiddi við gørn á Oyri, bøtti og gjørdi sildagørn hjá Esmar og Axel Dahl. Hansina var uppi í teimum kvikastu við nálini. Arbeiddi eisini sild hjá O.C Jensen, var eisini vrakari onkuntíð, tá ið abbanum – hann var vrakari - barst frá.
Hansina fór aftur til Havnar at vera, tá ið hon var 15, og hesa ferð flutti hon inn í Mortansstovu. Hon minnist kamarið á kvistinum, hvussu hon skapti hugna inni, og hvussu hon og Ruth samlaðu sær útstýr, broderaðu koddavár og dýnuvár og keyptu sær 1 kopp og skál hvønn mánað, til stellið var fult. Soleiðis var tað tá.
við Petry
Saman við Petry
Hansina fór at arbeiða hjá Wellejusi, hann var gamal, men konan var so pen, at tann 15 ára gamla Hansina helt tað vera løgið, at hon vildi hava ein so ljótan mann. Síðani fór Hansina til Hans Joensen at arbeiða, har Ruth arbeiddi. Hansina arbeiddi í kolonialhandlinum á niðastu hædd, har Handilskjarnin er nú, saman við Knút Lützen. Klædnahandil var í erva. Í Havn var gott lív, tey ungu gingu í sjónleikarhúsið í gággudans, og Tórshøll hevði dans hvørja viku. Hansina var ikki av gólvinum. Tónleikurin var Gággan, Tey av kamarinum og Simme og tey.
Fyrstu ferð Hansina sá John var á Oyri, hann var við Fame. Tað var uml. 1957, t.e. áðrenn Hansina fór til Havnar at búgva, tá sá hon hann í handlinum, har hon arbeiddi. Øll tey ungu fóru ein til til Norðskála, Vitus í Toppi og Vitus í Putlhúsi, hann var við Vestfart, vóru við. Nakað eftir tað hittust tey á ólavsøku og fóru keitúr.
í hoyggj
Fyrstu ferð Hansina kom til Dals var í hoyna, tey fóru fyrst inn til Sillu og Janus í Húsavík, tað var tilhaldshús hjá John og teimum. Síðani skiftu tey til aðrar skógvar og fóru til gongu til Dals. Tá ið bygdin kom til sjóndar, var hon júst so, sum Hansina hevði hugsað sær. Hansina var ofta í Dali, áðrenn hon og John giftust, hon plagdi at hjálpa til at hoyggja og í torvi og var eisini í Dali og helt jól. Hansina giftist við John Berg í 1962, tey giftust í próstagarðinum, tí Havnar kirkja var undir umvæling. John var einasamallur í húsi við mammu síni Monu, so Hansina flutti inn í Topp. Mona var góð við Hansinu, tær plagdu at binda troyggjur at selja fyri varu. Tey búðu saman, til Mona fór til Havnar at passa Ruth, sum fór í skúla í Havn.
brúðarmynd
John og Hansina fingu fyrst ein drong, sum var ov tíðliga føddur. Hann bleiv heimadoyptur, Gunnar á Toft doypti hann Petur Martin. Hansina átti í Dali, drongurin bleiv førdur á sjúkrahús, men doyði 17 dagar gamal.
Vit lata Hansinu sjálva siga frá hesum sáru minnum:
John bar hann til Húsavíkar, eg minnist tað var ógvuliga hart, at eg mátti liggja eftir og kundi ikki fara við. Tá ið hann kom suður aftur í kistu og fór til gravar, var eingin prestur til jarðarferðina. Prestur kom nakað eftir til altargongd og Emil bleiv doyptur, og eg og John vóru gumma og gubbi, samtíðis, sum tað bleiv kastað jørð á Petur Martin, okkara fyrstafødda. Eg kom ígjøgnum tað, men tað var ógvuliga strævið, havi ikki orð fyri tí.
Seinni fingu tey tríggjar dreingir, hon átti allar í Havn, tordi ikki at eiga í Dali aftur. Teir eru Petur Martin (f. 1963) maskinmeistari, Suni (f. 1966) maskimeistari og Hans Magni (f. 1969) bilmekanikari/maskinistur).
dreingirnir hjá Hansinu og John
John fór burtur á sild, og tá fór Hansina til Havnar og var hjá mammu síni. Hon arbeiddi hjá Frants, og Petur Martin, sum var føddur tá, var hjá ommu síni. So við og við kom Hansina meiri í samband við dalbingar, og hon minnist serliga Judith, Esther og Vilhelminu sum góðar vinkonur. Tíðin, tá ið børnini vuksu upp, var ein góð tíð. Eitt skifti var spælstova inni á Gerði, Henny var lærari, tað riggaði væl, og børnini trivust væl. Nógv børn vóru í Dali, dreingirnir kundu altíð vera úti, og teir høvdu nógvar kammeratar, og konurnar gingu hvør inn til aðra við stokkum. Tey høvdu kúgv í kjallaranum, ein kálv og hønur – og nátthús. Alt bar til tá, tað hevði ikki borið til í dag. Hansina mjólkaði í 18 ár. Judith og Hansina høvdu Klæmintstovufjósið í uml. 2 ár. John skar torv suðuri í haga, ein dagin minnist Hansina, at Kristina í Toppi, seinni í Rennuni, kom kvøðandi eftir torvheiðunum við bundnaturriklæði um herðarnar, ein mynd sum enn stendur klár fyri Hansinu.
Petur Martin og Suni
Petur Martin og Suni skera torv.
Hansina ferðaðist altíð nógv bæði til Havnar til mammuna og norð á Oyrabakka. John var burtur um summarið í nógv ár, seinni fór hann til Havnar at arbeiða. Hann var tá í Havn í vikuni og kom suður um vikuskifti. Í 1978 keyptu Hansina og John eini hús í Niels Finsensgøtu, dreingirnir høvdu so innivist, tá ið teir fóru til Havnar at læra. Í eini tvey ár var Hansina einsamøll í Dali, meðan teir allir vóru í Havn.
Hansina, Carl Erik, Marna, John, Petur Martin og Suni
Hansina, John, Marna, Karl Erik, Petur Martin og Suni (Hans Magni var ikki heima, tá ið útisetadagurin var)
021 (2)
Hans Magni

Hansina arbeiddi eitt stutt skifti á fiskavirkinum í Skopun, síðani arbeiddi hon sum heimahjálp í Sandoynni í 10 ár. Hansina fór á tey skeið, sum kravdust til at gerast heimahhjálp – 3 skeið, 6 vikur hvørt, í Klaksvík, Vági og Havn. Familjan gjørdist havnarfólk, og Hansina arbeiddi sum heimahjálp í yvir 30 ár.
Seinni árini meðan Hans Marius sat lamin, vóru  Hansina og John ofta inni í Putlhúsi og vitjaðu.
DSC03853
DSC01655
Hansina og John eru búsitandi í Dali, men tey trívast væl í Havn – serliga um veturin. Tey hava fýra ommu/abbabørn, Petur Martin eigur Janni og Remi, og Suni eigur Magnus og Katrin.
toppur
Hansina og John hava ferðast nógv, m.a. til Ísrael við Svenningi á Lofti, fleiri ferðir hava tey verið í Spania, annars er sólarferð ikki tað allarbesta hjá Hansinu.
ferðast1
Hansina hevur verið arbeiðsom, sum vit síggja á frásøgnini hevur hon havt nógv ymiskt arbeiði, og afturat hevur hon gjørt og ger enn alt vanligt føroyskt húsarbeiði og útiarbeiði. Á myndunum síggja vit Hansinu gera kjøtpylsu, draga hoyggj, og niðast eru Turið á Bakkanum og Hansina avmyndaðar á fjallasúkkluni hjá Hans Magna.
022
heystferia 2010 028_thumb[1]
024 (2)

Vangamyndin í februar verður av Kjartani Larsen (11.feb.: tað gongur ikki væl at fáa fatur á Kjartani, men februar er ikki liðin enn.)

Thursday, January 3, 2013

Listarlig uppliving – Jøkils kvæði

Á blogginum listin.blogspot skriva Kinna og Inger um listarligar upplivingar av ymsum slag. Og nú um árskiftið hava tær havt líkasum ársuppgerð av tí besta. Ongantíð eru kvæði ella dansur sloppin við har. So nú skal eg skriva um dansin í Dali nýggjársdag.
Teksturin: Kvæðið, sum talan er um, var Jøkils kvæði. Høvuðspersónurin er Jøkil Búason og frægari avrekskappa verður torført at finna, tá ið hann er í havsneyð við øllum sínum monnum, endar hann á einum skeri, men hann svimur til lands, fyrst sjálvur, og síðani við monnunum, 18 í tali. Hann heldur vakt um náttina. Men hann finnur sín maka í Gnippu, hon er bara 11 ár, men eitt risastórt kvendi:
Kjálka stuttar og enni svartar,
nevið langt til vissa,
varrar niður á bringu hingu,
ikki var dámt at kyssa.
Hetta við at kyssa kemur líkasum upp úr ongum. Tær eru tvær systrar og ætla at stjala vrakgóðs frá Jøkli, so honum er valla kossur í huga, men yrkjarin hevur kortini sín hug við kossin, í hvussu er ikki alskarans koss. Og eitt sindur seinni, tá ið Jøkul hevur dripið Gyðju og felt Gnippu, er aftur eitt ørindi, sum ber dám av 1000 ára gomlum porno:
Jøkil visti um gomul kneb,
hann fót fyri Gnippu brá,
høvdið fall til jarðar niður,
bulurin aftaná.
Gnippa leit mót Jøkli upp,
mælir av tungum trá:
Nýt nú fallið kallmaður,
og vita hvat tú formár.
Tey gera eina avtalu bæði, men kvæðið endar, áðrenn vit fáa at vita, hvat spyrst burtur úr samstarvinum. Sera nógv avgjørdur og grovur stílur, og persónarnir eru ævintýrverur við ævintýrnøvnum – Surtus, Sirpa og Eitil.
Kvøðingin: Skipari var Jóannes í Stórhúsi og sær við lið hevði hann Jónleif. Orð og lag í fullkomnum samljóði, eisini tað høggandi lagið, sum dalbingar ofta brúka, var synkront. Og sjónleikurin, tí at sjónleikur var tað, tá ið Jøkil feldi Gnippu, og teir fegnaðust um sigurin, tað var stuttligt og eitt lítið sindur illavorðið.  At síggja feðgarnar, so findarblíðar á brún og brá, lítandi hvør móti øðrum og fevnandi okkum onnur – tað var stórt.
Áhoyrarin: Ongin søga við ongum áhoyrara, ongin sjónleikur uttan áskoðara. Dansurin var í Eiriksgarði í Dali, og vit vóru eini 50 fólk í dansi. Tað var eyðsæð, at vit øll fylgdu væl við í søguni og vóru klár at kvøða niðurlagið hvørja ferð. Mær kom tað fyri, sum um eisini tey, sum dugdu tekstin, vildu heldur lýða á og hyggja at enn  kvøða ov hart sjálvi, tað gjørdi so aftur, at vit fingu rættiliga notið framførsluna.
(Og nei - myndatólið var í lummanum, tað hevði verið halgibrot at farið at blitsa har.)

Friday, December 28, 2012

Í berginum í gellifrosti

Hugsaði meðan eg koyrdi til Dals í gjár, at tað eru so mong, sum ikki vilja koyra til Dals. Útsýnið út á haver fantastiskt, teir frystu løkirnir á høgru hond vóru sum fínastu listaverk. 
005
004

010
011017

Monday, December 17, 2012

Ruskut í Skopun

Vit fóru suður  tíðliga seinnapartin leygardagin. Men Havnin í Skopun var rættiliga óblíð, físti og froysti eftir okkum, ikki fyrr enn á triðja sinni sluppu vit innum. Tvær ferðir fór báturin yvir til smoguna, men takk, hann noyddist frá aftur, sirklaði uttanfyri, nærkaðist so aftur. Tríggjar ferðir. Teir vóru farin at tosa saman umborð, at nú mundu vit fara yvirum aftur.
007
Men tíbetur sluppu vit til Dals, jólatræið stendur so vakurt mitt í bygdini, og tarabrúgvin veksur so hvørt.
027
033
034
Á Bakkanum er altíd flótt at koma inn.
037040

Friday, December 7, 2012

Vangamyndin henda mánaðin–Sam í Haskátrøð



Sam í Haskátrøð 023
Sam í Haskátrøð (f. 1933) ella Sam Hansen varð føddur páskamorgun og hevur sama føðingardag sum drotningin – 16. apríl. Húsið Haskátrøð hevur navn eftir ánni Haská, sum rennur á Haskájørð. Haskájørð endar so í Haskátrøð, sum er tann parturin av Haskájørð, sum líkasum hoyrir til húsini. Haská kundi vera heilt stór, og tað kom fyri at hon leyp í toybili. Mamma Sam mintist, at í einum áarføri var kjallarin fullur av vatni, og hønurnar fóru siglandi eftir ánni.
Haskátrøð
Sam var yngstur av 5 systkjum, harav teir tveir elstu beiggjarnir – Martin (f. 1908) og Sam (f. 1912) vóru hálvbeiggar hansara, við tað at pápi Sam var giftur tvær ferðir. Fyrra konan Sofía doyði av tuberklum. Heilsystkini vóru Sofus (f. 1924) og Amanda Petrina Elisabeth (f. 1928). Allir tríggir beiggjarnir hjá Sam eru deyðir í Íslandi. Sam eitur eftir beiggja sínum Sam, sum aftur er uppkallaður eftir abba sínum Sámali í Oyrargarði.
Pápi Sam, Johannes Hansen (Jóanes í Haskátrøð), róði út saman við beiggja sínum Óla Jákupi Magnussen alla sína tíð úr Dali. Teir báðir brøðurnir vóru altíð saman, hvør sítt eftirnavn høvdu teir, ivaleyst tí at nýggj navnalóg um familjunavn er komin í gildi ella tikin í brúk.
Barnaspælið fylgdi árstíðunum, tá ið Sam vaks upp. Børnini kopieraðu tað, tey eldru fingust við. Um heystið spældu teir við horn, tey blivu rikin í hagan. Heilt lítil skuldi ein hjálpa til við øllum arbeiði. Konufólkini høvdu nógv at gera, meðan menninir vóru burtur, t.d. torvarbeiði. Tað var stuttligt ‘at bera torvið út’, tí tá kundi ein knoða sær ein torvbólt til at tveita eftir hinum. Teir førdu torvið heim á sýn við hestavogni til torvhúsini har. At hoyggja var keðiligt, og tað var strævið, um góður terri var, tí at tey áttu alla ‘endar’ í bygdini, so tað skuldi rennast ímillum, hvørja ferð avsett var.
Fyrr róku teir nógv oftari enn nú: eftir gimbralombum í august, síðani eftir skurði á mikkjalsmessu, síðani eftir gomlum seinni. Allir plagdu at sleppa einari ær út aftur til at hava feska til jóla, so tað var eisini rikið eftir jólaseyði – hetta er áðrenn frystiboksjóladøgurðan. Tá ið dagurin var stytstur fóru teir at skera upp haga, t.e. at grava veitir í vátum lendi, so at seyðurin skal ikki ganga í blota og verða í vanda fyri at fáa iglar.
Pápin spann og karðaði. Magnus, eitt systkinabarn úr Flyttuni, sum búði hjá teimum, var so óførur at ríva, t.e. blanda ullina í javnar litir: fyrst legði hann undirkarðan á knæið, so tók hann t.d. ein svartan ullarlagd og legði í karðan og so ein hvítan. So tók hann yvirkarðan ella karðalokið omaná. So karðaði hann hetta væl ígjøgnum. So varð ullin, sum nú var blivin grá, tikin úr karðanum, og ullin, sum nú æt ein karði, varð togað til tvífalda longd og løgd á bonkin. Tá alt var rivið, vórðu “ullakarðarnir” allir saman strektir og vundnir saman til ein vindsil, síðani tægaði hann hana sundur aftur, og tástani var klárt at karða. Sam minnist eisini , at Hans Petur, mammubeiggin spann ótrúliga fínan tráð. Mamman, Martina, bant, einki mátti havast á stokkum, tá ið jólini komu.
002
Í Haskátrøð vóru tvær kýr sum vanligt, og tær skuldu mjólkast tvær ferðir hvønn dag. 11. juni var kunningardagur í Dali, t.e. dagurin tá ið neytini skuldu kunna seg við hvørt annað, áðrenn tey skuldu í hagan saman øll. Fyrst vóru tey havd í tveimum og síðani rikin saman.
Vit geva Sam orðið:
Eg nevndi framman  undan, at serliga um veturin gingu karðarnir, rokkur og stokkar dúgliga. Tá var ullin øll tikin til rættis, og skinnini vóru eisini rotaði, og ullin blandað við hina. Roðið var nýtt til skógvar. Í krígsárunum fingust 40 krónur fyri eina bátsmanstroyggju. Tað var hildið at vera so nógv, at ljós var í nógvum húsum kl. 4 á morgni. Serliga upp undir jól.
Av løntum arbeiði var lítið. Tá byrjað var at gera landsvegin til Húsavíkar, vóru einar 30.000 kr. settar av á fíggjarlógini. Hetta er í umleið 1942. Tá var eg so ungur, at eg slapp ikki at arbeiða, men pápi arbeiddi og allir menn í bygdini. Tá hesar krónurnar á Løgtingsins fíggjarlóg vóru brúktar, so var ikki meir, og so steðgaði alt upp til næstu fíggjarlóg. Amboð so sum hakkara og spaka mátti man hava við sjálvur. Út ígjøgnum bøin var nógv mold, sum skuldi flytast. Tað var gjørt við hestavognum. Tá var eg so gamalur, at eg slapp at arbeiða. Sofus bróður hevði fingið okkum hest, vogn og selatoy. Hesturin og eg vóru bestu vinir, og hann kundi eg brúka. Tað gav nakrar krónur. Minnist eg rætt, so var lønin 2 kr. um tíman.
Tá vit komu út á Hamarsenda. Tá komu vit í grót og hamara. Amboð vóru eingi, so tey fyrstu nógvu holini vóru boraði við hondbora og sleggju. Seinri fingu vit eina kobramaskinu. Hon var eitt stórt framstig, men kravdi 2 persónar. Ein at halda maskinuni og ein til at pumpa luft niður gjøgnum boran fyri at fáa dustið upp. Annar gjørdist borin fastur.
Minnukrútið var óført at spreingja við. Nógv betur enn tað keypta dynamittið. Men her vóru góð ráð dýr, tí tað var neyðugt at knúsa tað til pulvur, so tað kundi koma niður í holini.
Sum eg minnist tað, var tað nakað sum Jóannes í Mathúsi og konan Lena tóku sær av. Eg minnist, eg einaferð kom inn til tey. - Helst verið sendur eftir krúti. - Eingin forstova var, so tú kom beint inn í roykstovuna. Ein sera hugnalig roykstova við moldgólvi. Tá lá Jóannes á knæ á gólvinum við einari fjøl undir einari fjøl oman á. Einari sleggju í hondini og minukrút millum báðar fjalirnar. Ikki kundi hann brúka sleggjuna bera, tí so kundi ein neisti festa í krútið. Fyri munn og nøs hevði hann eitt klæði, tí hetta gav eina sera ringa høvuðpínu. Hann bukaði alt sundur uttan nakað óhapp.
Hatta var tað, sum man kundi fáa nakrar krónur burtur úr. Arbeiðið tók langa tíð. Ikki var koyrandi fyrr enn í sekstiárunum.
Eitt annað ævintýr vil eg nevna, sum dalbingar fóru undir. Tað var útflutningur av royðugróti. Hetta er eftir krígslok, og tá samband aftur er við Danmark. Tað frættist, at Nólsingar vunnu hópin av peningi við at útflyta royðugrót til Danmarkar. Danir skuldu nýta tað til at reinsa drekkivatn við. Royðugrót áttu vit nógv av, so her mátti okkurt gerast. Tveir skila- og framstandandi menn í bygdini. Emil Nólsøe (Mil í Klæmintstovu) og Óli Groth Johannesen (Óli í Rennuni) fóru undir at kanna møguleikarnar at verða við, og tað eydnaðist.
Vit fóru undir at høgga royðugrót. Byrjað varð suðuri undir bergi. Her var ein góð lind, men tíðarinnar tonn hevði máað so nógv inn undir bergið og máað av lindini, at í erva var eitt veruligt loft uppi yvir. Vit arbeiddu í tørnum eini 2o tons hvørja ferð. Fylt var í smáar sekkir eini 50 kg í hvønn. Sekkirnir vóru bornir yvir um – yvir í støðna, og vórðu síðani fluttir við báti. Hetta var gjørt nakrar ferðir, og hetta gav pengar.
Hetta gekk uppá stás eina tíð, men einki varð gjørt fyri at tryggja loftið í erva, og ein dag so leyp alt niður, og har var ikki komandi aftur. Til alla lukku hendi hetta, tá vit ikki vóru har, so fólkaskaði hendi ongin.
Henda royðulindin gongur helst allan vegin undir endanum á oynni, tí í Dalsskor og út við landinum eystan fyri skorina er ein breið lind, sum sæst væl frá sjónum. Uttasti endin eitur Á Reyðanum.
Her var verri at koma til, tað mátti verða frá báti. Her var sama mynstur sum heimanfyri. Eitt stórt loft at fara inn undir. Hóast royndirnar heimanfyri, so var ikki hugsað um, at her kundi eisini loypa. Tveir veirar vóru festir í botnin úti á íðuni og síðani festir í stórar steinar á landi. Hetta var rennistrongurin, sum sekkirnir vóru stjóraðir eftir oman í bátin, sum lá undir. Á bátinum vóru Mil og Óli. Óli sat við stýrið, og Mil tók ímóti og passaði motorin. Hetta gekk væl nakrar ferðir, men so ein dag gjørdist ókyrt, og ikki slapst aftur í bátin. Báturin vendi og fór heim aftur. Har sótu vit. Eingin fartelefon. Eingin tyrla at bjarga okkum. Sum eg havi sagt fyrr, so gongur henda lindin heilt inn í Skorina. Har var einki annað at gera enn at royna at ganga inn eftir rókini. Har eru fleiri favna berg niðanfyri, sum gongur beint í havið. So ikki vóru allir líka álvuligur at velja hesa loysnina. Men tað var eingi onnur.
Gunnar á Toft, sum var góður bjargamaður, vanur við bjørgini í Dímum, tók ein spaka og fór inn eftir rókini og reinsað smágrót og leysa royðu út av. So kom hann aftur. Vit tóku fyrst tann elsta mannin, sum var Hans Petur á Brænum. Hann var ógvuliga bangin, men hann hevði í tí dagliga eitt stórt álit á Gunnari. Teir gingu báðir sama sum seyðamenn í Syðsta Haga. Gunnar og eg tóku hann í millum okkum. Gunnar gekk undan og eg aftan á og høvdu hann í millum okkum. Komin inn í Skor, setti hann seg og vit, Gunnar og eg fóru út aftur og hjálpti teimum, sum ikki tordu einsamallir.
Tá allir vóru komnir inn, var farið til gongu. Tað er tungt at koma upp úr Skorini, so hetta var ein stravin dagur.
Stutt eftir, eg tori ikki at siga, at tað var dagin eftir, var Ludvík á Hvanngarðinum Suðuri í haga. Hann hevði verið niðri á Eggini og hugt útav. Tá sá hann, at alt omanfyri har vit høvdu verið, var smokkað niður. So har var ikki farið aftur.
Eg trúgvi at tað, at tað gjørdist ókyrt, var av hægri makt gjørt fyri at bjarga okkum og Dali.
Sama dag, sum Sam fylti 7 ár, fór hann í skúla, hann minnist, at mamman fór úr fyrriklæðnum, hon stóð og vaskaði klæði, og kom við honum. Lærarin smekkaði hann inn á ein bonk undir liðina á Arthur. Sam hevur ikki nógv gott at bera skúlanum, lærarin Martin Berg skuldi eisini røkja skúlan á Skarvanesi, og harafturat mátti lærarin eisini matskaffa sær og sínum, við tað at læraralønin var sera lítil. Tá ið lærarin var á Skarvanesi, hugdu tey ikki í bók í Dali, men høvdu eina fríviku. Mamman lærdi Sam at lesa, og tað sum skuldi dugast uttanat, las hon einar tvær ferðir fyri honum um morgunin, áðrenn hann fór í skúla. Fleiri av børnunum fóru úr skúlanum og dugdu ikki at lesa, Sam las við onkrum teirra, tá ið tey vóru á Sandi og gingu til. Sam gekk tveir vetrar á kvøldskúla hjá Malvinu Clementsen, og ta tíðina lærdi hann meira enn øll 7 skúlaárini. Malvina lærdi eisini Sam at lesa nótar og spæla orgul, hon helt, at hann kundi vera avloysar hennara sum organistur.Billede (24)
Av spølum nevnir Sam: rundbólt í skúlatúninum, heisa flagg, lofta, krógva og blunda, einkjumanna maka í bønum um heystið, lukka holur. Í skúlatúninum dansaðu tey eisini, og Kristina í Toppi plagdi at koma í dansin at læra tey.
Billede (21)
Sam minnist, tá ið minan sprongdist á skúlaloftinum, var sjálvur har undir vegginum. Hann var farin við kúnni tann morgunin, tað var kolsvart í mjørka. Tá ið hann kom aftur, segði mamma hansara við hann, at tey vóru har suðuri í bygdini, tí at Kjartan (á Hvannngarðinum) hevði funnið okkurt upp av sjógv. Sam var skjótur oman, tá stóð Óla Jákup (í Dímun) við hesum, hann hevði tikið úr minuni. Greta Sofía segði honum nei at koma inn á Toft, men lænti teimum skúlalykilin. Teir fara so inn í skúlan báðir. So kom Jógvan í Toppi, hann hevði ligið sjúkur og hevði turriklæði um hálsin. Hini børnini vildu nú sleppa inn, men Kjartan segði nei og stongdi innanfyri.
Tey stóðu upp við veggin vestanfyri, tá ið brast, øskurok og sinkplátur flugu um oyrini á teimum. Óla Jákup á Hvanngarðinum, sum tá var gamal maður og fyri tað mesta lá á seingini, var einasti maður, ið var heima. Hann slapp ikki inn, tí hurðin var stongd, so hann fór upp á loftið í stiga. Hann var ringur av áraknútum, og Sam, sum baara var átta ár, minnist týðiliga, at hann hevði vavt um beinini. Teir, sum doyðu vóru : Óla Jákup í Dímun, Kjartan á Hvanngarðinum og Jógvan í Toppi.
Eitt kvøld nakað eftir spreinginina vóru tey í skúlatúninum og spældu, tað var mánalýsi. Ein maður kom gangandi ímóti teimum, tey rýma undan, men hann kemur aftaná, hann kom so nær, at tey kendu hann, tað var Óla Jákup. Tá tóku tey til beins og runnu tvørtur um allan bøin, og øll endaðu inni í Haskátrøð.
Og Sam heldur fram:
Eg nevndi minuna, á skúlaloftinum, men tað var ikki einasta minan sum kom. Tann fyrsta sum brast var eina óveðursnátt um veturin. Regn og nógvur vindur av landsynningi. Kolamyrkt úti. Eg veit ikki, hvat klokkan var, men eg vildi gitt um 3 tíðina. Tað var eitt ordans dundur, og bróður og eg lupu í einum lopi á gólvið og hugdu út. Tá sóu vit neistarokið suðuri í fjalli. Henda minan var komin inn suðuri í steinum. Tað er nakað væl syðri enn har syðri Bøur endar. Hon gjørdi rættuliga nógvan skaða. Serliga var tað rútar, sum vóru sodnir út av undir trykkinum. Rútaglas var ikki so lætt at fáa, so tað vórðu nógvir rútir sum fingu eitt pappstykki í staðin fyri glas.
Ein onnur kom inn heimanvert við Skipastøðna. Nakað sum í krókin har betongvegurin út í Støð byrjar. Hon brast ikki, og út á seinrapartin tosaðu menn saman, um at tað bar ikki til at lata hana liggja har og rulla í briminum. Teir fóru oman og settu eina talju á hana og drógu hana niðan á, so brimið ikki kundi røkka henni. Tá onglendingar komu at taka hana sundur og at gera hana vandaleysa, ristu teir við høvdinum. Tað vísti seg, at hon var í fínasta ordan, men brast bert ikki. Tað var heppið fyri bygdina.
Í minuni var ein tunna við krúti. Tað var grágult á liti og hart sum steinur. Hetta kom væl við, tá farið var undir at gera landsvegin til Húsavíkar. Krúttunnan varð goymd Suðuri á møl – grivin niður í jørðina uppi undir garðinum eitt sindur sunnan fyri ánna.
Ein onnur kom inn í nakað tað sama staðið. Tað var ein sunnumorgun í góðum veðri. Hon brast. Hon gjørdi stóran skaða. Serliga fór eystari enda á húsunum á Bakkanum, sum nú eru niðurtikin, og Vitus bygdi á grundina. Fólkaskaði var eingin, men gomlu húsini fóru illa. Eg kann minnast at yvirtromin á skúlanum hevði lætt sær so mikið á, at bróstði á suðursíðuni var farið úr plógv og var komið innum. Aðrar minur komu eisini sum ikki brustu, og krútið var meira enn vælkomið.
Veturin 55-56 var Sam á háskúlanum, tá var háskúlin sum ein eftirskúli, tað komu børn úr øllum landinum, og tað var ikki bara í Dali, at skúlin var vánaligur. Á hákúlanum vóru Marius Johannesen (rokning) og Johannes av Skarði (føroyskt), og Sam minnist hetta sum eina góða tíð.
Sam mátti taka húsið í Haskátrøð upp á seg, beint sum hann var fermdur, tá ið systkini vóru flutt burtur í fimmtiárunum, og pápin var á sjúkrahúsi. Mamman og Sam kláraðu torvið sjálvi, hann var lítil á vøkstri, og tá ið hesturin kom heim við roka á vogninum, sá tað út, sum hann kom einsamallur, tí at Sam sást ikki aftan fyri vognin.
Myndin av Martinu og systrunum er tikin av Facebook.
 
Men tá ið Sam kom aftur av háskúlanum, dugdi hann at síggja, at eingin framtíð var í Dali. Hann fekk arbeiði á tunnuvirkinum sum bøkjari, hann minnist, at hann kláraði at gera 80 tunnur ein dag. Tá varð arbeitt við hond. Seinni fekk Sam arbeiði hjá Grími á Dul (Mariu Poulsen), teir arbeiddu við VVS, sum var ein blómandi vinna í fimmtiárunum, tá ið øll skiftu bukkurnar út við ‘træk og slip’. Um kvøldarnar gekk Sam á handilsskúla, haðani hann fekk prógv í 1956.
Eitt stutt skifti arbeiddi Sam hjá landsgrannskoðaranum, men tað var eitt deydligt arbeiði. Síðani søkti Sam starv á gjaldstovuni sum tollari, men fekk boðið starv á skrivstovuni í september 1961, har hann arbeiddi á sosialdeildini. Tá ið nýggj skattalóg kom í 1964, manglaði skattadeildin, sum flutti út í Tinganes, fólk, og har var Sam til 1971, tá ið hann fór á Líkningarráðið. Hetta kunna vit siga hevur verið lívsstarvið hjá Sam. Tá ið edv øldin upprann, var Sam uppi í teimum fyrstu at nema sær teldukunnleika og fekk statsgóðkent prógv í bókhaldi. Sam fór úr arbeiði í 1999.


Sam giftist í 1960 við Johild Hentze (f. 1931) úr Hvalba. Tey bæði møttust hjá Landsgrannskoðaranum undir einum takvindeyga á Bryggjubakka, tað ljóðar ógvuliga romantiskt. Tey búsettust á Argjum og hava tveir synir: Jóan Petur (f. 1970), sum hevur tvey børn og býr í Hoyvík og Jóannes Martin (f. 1963), sum hevur fýra børn. Langabbabørnini eru 4 í tali.
sam2
Sam og Johild hava altíð tikið sær av teimum eldru í báðum familjum. Magnus og Martina búðu ein vetur á Argjum hjá Sam og Johild. Eftir tað at Magnus var farin á sjúkrahús í Havn, var Martina einsamøll í húsi í Dali, men so kom hon til Havnar at vera og var hjá Sam og Johild í 7 ár. Seinni fór hon á Lágargarð at vera, og har hevði hon tað gott, m.a. blivu Martina og Maria Eide so væl har uppi, tær sótu hvør sínumegin borðið og sungu. Martina sovnaði burtur 96 ára gomul.
Húsini í Haskátrøð eru nú summarhús, tá ið tey vóru vorðin tóm, hugsaði Sam, at antin máttu tey gerast í stand ella takast niður, tí at hús, sum standa tóm og køld, fara so illa. Hann tosaði so við eftirkomarar hjá systkjum sínum, og Jóna – dóttir Sofus og Sofus, sonur Amandu vildu fegin vera við. Sam hevur smíðað tað mesta í umvælingini sjálvur, alt innan er úr viði. Og Haskátrøð er aldrin langt burtur úr huganum, á stovubróstinum á Argjum hongur henda tekning av barndómsheiminum.
Sam í Haskátrøð 020
Nú býr Sam einsamallur á Argjum, tí at Johild er flutt á eitt heim av heilsuávum. Tað er ikki heilt einki Sam fær av skafti, tí hann hjálpir Jóannesi við bókhaldi í virki hansara í Litava – um internetið sjálvandi.
Sam í Haskátrøð 026
(Næsta vangamynd verður av Hansinu í Toppi.)