Monday, January 23, 2012

Átta hús (2)

Fyrsta eg kom til Dals búðu Jógvan og Lina í Oyrargarði. Lina var systkinabarn Fridu, og tær plagdu at práta, eisini Lina gekk av og á inn í Putlhús. Tað var tað við Fridu, at hon fór ongantíð út til nakran, so um tú vildi hitta hana, so mátti tú fara til hennara. Børnini hildu, at Lina var so strong, hon vardi ánna og sílini har norði á strætinum. Lina var blíð at koma inn til, hon gav mær eina ferð einar sokkar, ið hon hevði bundið, einar pulshosur. Tað eru bestu sokkar, eg havi átt, so mjúkir sum fitjur á seli. Og leisturin var dupultur, bundin við eini serligari dupultbinding. Jógvan var seyðamaður, og tú sást hann altíð úti í ymsum arbeiði, men mest av øllum minnist eg, hvussu góður kvøðari Jógvan í Oyrargarði var. Eitt avbera vakurt mál, og hann hoyrdist so væl, hóast hann als ikki var harðmæltur ella snjallur ella rópandi – eitt sjáldsama vakurt mál og dansilag. Eg sá ikki ofta Jógvan í dansi, men tær ferðirnar, eg upplivdi hann, sita enn í minninum.
Í Toppi eru tvey hús, í niðara Toppi búðu Vitus í Toppi og Esther og teirra børn. Tað vóru tríggir Vitusar í Dali, teir itu allir eftir sama abba. Vitus átti ein stóran góðsligan hund, hann plagdi at ansa eftir Fridu Sofíu, tá ið hon lá í vogni og svav. Sólrun plagdi onkuntíð at vera í Toppi og spæla.

No comments:

Post a Comment