Monday, January 30, 2012

Átta hús (3)


Ì Putlhúsi búðu Frida og Sofus og Vitus. Jóogvan búði í Skopun , men var ofta í Dali. Sofus hevði tríggjar kýr í kjallaranum, tá ið eg kom til Dals fyrstu ferð - tað var í 1975. Hann mjólkaði sjálvur og seldi mjólk. Sofus gjørdi altíð okkurt, var nógv í trøðni, vældi um og tá ið ikki annað var, vitjaði hann inn í húsini í Dali. Hann ferðaðist eisni burtur í bygd at vitja skyldfólk, eitt nú í Vágum og í Kollafirði. Tá ið vit høvdu fingið Fridu Sofíu, plagdi hann at koma eftir okkum í Skopun og fylgja okkum aftur á Skopunar kei. Vitus var tann fyrsti í Dali, sum hevði sjónvarp. Tað var til at hyggja at filmi, og tey ungu samlaðust í stovuni í Putlhúsi at síggja film.

No comments:

Post a Comment