Wednesday, January 25, 2012

Átta hús (3)

Seinastu húsini sum eru vorðin fólkatóm í Dali eru Stórhús og Klæmintstova. Í Stórhúsi búðu Leonia og Ludvig, og Tórur búði eisini har, tá ið hann var heima.  Nú býr Leonia á ellisheiminum í Skálavík. Í Stórhúsi var spesielt at koma inn, tann gamli stóri svarti komfýrurin og torvkassin góvu ein serligan dám. Leonia hevði sunnudagsskúlan í Dali í nógv ár, sum eisini sæst í hasi nýggju bókini hjá Johs. And. Næs. Bæði Ludvig og Leonia vóru fróðarfólk, tú fekst okkurt at vita, tú kundi spyrja tey um alt gamalt, og eisini tey bæði dugdu  væl at kvøða.   Vit kunna enn gleðast um kvøðingarlagið hjá stórhúsmonnunum, sum allir hava lyft arvin.
Emil og Sigrid búgva nú í Havn, tey búðu í Danmark eitt skifti, men eru nú komin aftur. Í Klæmintsovu búðu Judith og Ólavur og teirra børn. Judith hevði nokk at síggja til, Annegreta plagdi at vera og hjálpa. Eg minnist best børnini, har var lív í , tá ið trillingarnir vuksu upp. Tá ið vit vóru í Dali, plagdi Sólrun at spæla við børnini í skúlatúninum. Julian og Gunar plagdu ofta at koma in í Putlhús, teir settu seg á beinkin, og so fortaldu teir tíðindi úr bygdini og bø og haga. Teir vóru eisini makaleysir at heita á til at fara ørindi og ganga til handa. 

No comments:

Post a Comment