Saturday, January 10, 2009

Tvær søgur (Borghild í Oyrargarði)

Eliesar Sørensen
Eliesar Sørensen í Dali føddur 17. januar 1883 var í 1963 í Útvarpi Føroya og segði m.a. frá hesum báðum søgunum.

Tá dalbingar funnu ein royður “stórhval”
Eina mánanátt, náttin kemur sum regul undan degnum. Teir fóru til útróðrar, teir vóru fýra mans, eg kann nevna teir við navni, tað var Hans Hansøn, Hanus í Malthúsi teir kallaðu og Óla Jacob Magnusøn og Groth Nolsøe, hvør var tann fjóðri, eg minnist ikki aftur - líkamikið. (Helst hevur tað verið Pól í Toppi (Poul Magnusøn) hann plagdi at rógva út við teimum). Teir fóru út suður, og ætlaðu sær, sum vit kalla suður á fjørðin - suður á Dímunarfjørð. Tað var eitt vestfall, ætlaðu so at royna vestfallið á fjørðinum og ætlaðu sær útskotini, tá ið eystfallið kom, út á eitt fiskigrynni teir kallað Borgina. Hetta er nú gott og væl, teir koma so út, rógva út suðureftir, nú síggja teir sunnanfyri so ónátúrligan fuglastim, halda tað vera eitt sildavað, ið har er, og rógva so til, men tað er ikki nakað sildavað, tað er ein hvalur, tað er ein hvalur, ið flýtur har, ein stórur royður, og fuglarnir flykkjast uttanum hann, nú halda teir, sum man sigur nakað sum skipsráð, hvat teir skulu gera. Hetta ónátúrliga beistið flýtur har, og hvat skulu teir gera við einum trýbekki ella einum fýramannafari, teir eru fýra mans. Tað er onki at stilla upp, jú teir gera fast í hann og føtur í bekk at rógva, men hvat skulu teir makta á einum sovorðnum dýri. Vestfallið tað gongur sína jøvnu gongd vestur ímóti Skúvoynni, og teir koma á land innanfyri Søltrafles, ein fles, sum kallast Søltrafles (Sellátrafles), og har fáa teir hvíld inni undir berginum og lata vestfallið renna. So kemur eystfallið, og so verður farið avstað aftur, og tað verður eystur aftur í hav, men tó so, teir koma eystur fyri Dal. Teir koma eystur fyri Dal og norður fyri Dal og næstan fyri opna Húsavík, tá eru teir úti um eitt stað, teir kallað Knubban á Flesini, tað er nokk so langt úti, so halda teir ongi ráð vera, til at binda longri ann við hann, so tekur Óla Jacob í Flittuni lokið á sjóskríninum hjá sær, og ríssar navnið á sær við einum knívi á lokið, hvør skal siga tað, hann hoyrir mær til, hvar hann so kemur (og so flennur Eliesar), men hatta var nú so. So venda teir frá honum inn aftur. Á vegnum, nú hava dalbingar sætt frá bygdini av, hendan bátin rímiligt, við einum reka uppi í sær úti í Húsishavi (Húsavíkarhavi), og teir eru farnir avstað, eg veit ikki hvussu nógvir, men ein ella tveir bátar, og nú møtast teir á miðjari leið, hesin báturin, sum funnið hevur, og hinir, sum fara úteftir, nú venda allir viðaftur útaftur til hvalin, Og so stríðast teir við hvalin, og hann kemur innaftur, so verður eystfallið uppi, og vestfallið kemur aftur, og so verður viðaftur vent, aftur suðureftir, og tá koma teir aftur uppá sama máta innaftur ímóti Skúvoynni, og tá koma teir so mikið innari, at teir komu í Nøvuna og vestur fyri Skúvoyar bygd. Somikið høvdu teir stremba á hann, at fáa hann inneftir, og tá koma skúvoyingar til - einir tveir ella tríggir bátar - stórir bátar úr Skúgvi. Og tá høvdu teir stremba so leingi á hann, at vestfallið var við at leggja seg innaftur ímóti Sandoynni, eg haldi, at skarvanesmenn komu til eisini. Tað fyrsta av eystfallinum, tað rekur fram við dalslandinum, næstan líka í dalsstøð, og tað benyttaðu teir sær av, at fáa hann inn aftur ímóti sandoyarlandinum. Tað síðsta av vestfallinum stoytur beint inn aftur móti sandoyarlandinum, har sum tað vendur eysturyvir. Tá var frøi í Dali, tá ið hann tá kom undan Flognum her sunnanfyri, allir bátarnir, ið komu sleipandi hann. Hann bleiv drigin - rógvin inn - og lagdur heimanfyri støðna, sum nú er, teir kalla tað fyri Skipastøðna, og har bleiv hann skorin upp, og tað gingu 8 dagar at skera hann upp. Tá mundi nógv vera spilt av honum, men eg minnist aftur á, hvussu væl hann smakkaði, tað var tann fyrsti royðurin, tað er so langt síðani, at tað var tað fyrsta árið, ið Grøn var komin til Gjánoyri. Hesir fýra menninir, sum funnið høvdu hvalin, teir kannaðu sær triðingin til av hvalinum, tað mundi ongin leggja í, tí nóg mikið var. Tað var so nógv tálg í honum, at tað var næstan uppí eitt fýramannafar av tálg - ordiligari tálg - hvít. Á de hákellingar, ið vóru, íð lógu undir í neðra og sugu burtur úr spikinum..
Ja, ja, tað var ikki eiti á veiða, tað hevur nokk ikki verið so rúmligt í teirri tíðini. Og eg minnist aftur sum óviti, eg var tólv ára gamal, vit plagdu at hava burtur í torvi og høvdu pott við okkum at kóka, tá vit laddu torv og kókaðu, eg minnist aftur á sum óviti, hvussu væl tað smakkaði. Men tað var ein feilur við, at eftir gamlari søgn, skuldi ikki salt koma at tí, tí saltið spiltið tað, eftir gamlari søgu at siga, og so bleiv bæði spik og tvøst upphongt, og eg minnist hesi stóru spikstykkini, tey tránaðu burtur - runnu burtur.
Kjálkabeinini tey liggja enn til skjals at síggja, og tey eru so víð um - næstan sum eitt fýramannafar.


Omanlop inni í Skor í Dímun
Vit fóru niðan til Dímunar, tað var í ræningartíð, og so vóru vit inni á Gøtu í Dímun, ein gøta, sum gongur inn ígjøgnum bergið, teir kallað tað inni á Leiti, har vóru vit og sigu niður til fuglin. Óla Jacob á Hvanngarðinum teir kallaðu, hann var sigmaður, og tað lá soleiðis fyri, at vit skuldu fara niðuraftur til Dals nakað skjótt. Eg helt tað vera so deyðligt, at fara niðuraftur og ikki hava eitt kók av lunda niður aftur við sær, so fór eg frá teimum, inn í Skor - niður á ein stíggj, teir kalla Greivatáin, har at draga nakrar lundar, nógvur var lundin til, mellartíð sum eg eri har niðri og dragi, koma suðringar úr Suðri inn á Gjónna í Dímun eftir eggum, sum løgd vóru at skipa til salg, og so fara hinir heimaftur til hús, tá teir síggja, báturin kemur, fyri at vera undir oynni at hjálpa teimum at skipa inn. Jú hetta gongur alt gott og væl, eg dragi, men veit ikki av, at hinir eru farnir til hús. Nú er drigið nakað, um einar trýssinstjúgu lundar, eg ætli mær at fara niðan aftur til teir, vit kallaðu tað niðri í Skor - innanfyri Skor kallaðu teir fyri Greivatáin. So skuldi eg fara og binda hendan lundan saman í eitt band, men ólukkutíð, at nú hevði eg onki band hjá mær, so tók eg hosubondini og bant tey saman í eitt band, nú var ongin fetil at hava á høvdinum, og so legði eg tað uppá økslina, men hetta meinti mær so nikið, og ilt var at ganga, og eg var farin til gongu og hevði hetta uppi á økslini, men fór so niðuraftur, og legði tað frá mær, og so hugsi eg við mær, at hetta er ikki langur vegur at fara innaftur ein annan dag eftir tí. Eg var akkurát komin niður aftur har, sum eg hevði drigið, nú loysnar úr í erva einar 200 favnar omanfyri meg, eitt berglop, og Harra mín Gud, tað kemur í ein vøll teir kallað Eystur í Skor, tað rívur allan vøllin við sær og har spjaðist tað sundur og spreiðir seg víðari um, men takk fái Gud, at tað gongur so væl av, at eg síggi, at eg blívi vestanfyri tað staddur, og so kemur tað niður í Skorina, og tað er eitt grúviligt rokilsi, tað kemur útav og rokilsi frá sjónum himmalhøgt upp. Hetta síggja teir undir oynni eru. Ja, tá íð nú stillastandur er blivin, eg veit ikki hvussu nógvir teir vóru av veðrum, ið gingu í Skorini, men teir koma algoystir uttan av - eystan av Kastinum - einir tveir ella tríggir eru burtur av teimum. Hetta síggja teir undir oynni, at hetta berglopið er. Jú eg fari til gongu tá stillastandur er blivin, og eg gangi upp vestanfyri lopið, sum komið er, niðan aftur undir bergið - niðan aftur á gøtuna. Nú eri eg staddur innanfyri, eg má tvørtur um, har sum lopið er komið, skal eg til hús. Nú liggur omaneftir har, fuglur, lundi havhestur, sum rivið er avstað við sær. Eg standi og betonki meg eina løtu vestanfyri, nú er stillastandur einferð, og eg taki til beinini, og eg loypi, tað eg eri mentur tvørturum - tvørturum hetta lopið, tá vóru teir longu farnir til hús undir oynni, tá eg komi eitt sindur eystur um Kastið, nú kemur Óla Jacob á Toft, nú kemur hann inn eftir, lopið var somikið stórt, at tey høvu hoyrt tað líka til hús, nú kemur hann at vita hvussu vorðið var, tí tað var væntandi, at eg var burturblivin, men tað gekk av í góðum, vit fóru so til hús. Annan dagin eftir fóru Jóannes í Malthúsi, teir kallaðu - systkinabarn mítt og Óla Jacob á Toft innaftur í Skor, teir skuldu fara eftir hesum lundunum, sum eg hevði drigið, men tað kom so nógv niður av sovorðnum smáum, at teir hættaðu sær ikki niður, men einar tveir dagar seinni, høvdu teir verið eftir lundunum. Tað var ein droyur túrur hjá mær.

No comments:

Post a Comment