Friday, January 16, 2009

Dalur (Borghild í Oyrargarði)

Dalur er ein av eysturbygdunum í Sandoynni. Hon liggur við eina lítla vík, sum vendur í ein eystan við munnan av einum djúpum dali, ið gongur vesturyvir millum fjøllini. Sunnanfyri er Hádegisfjall, sum er ógvuliga bratt við nógvum skriðum og norðanfyri er Stórafjall, sum liggur millum Húsavík og Dal.

Runt um alla víkina liggur tann stóra mølin, sum verjir bygdina, so brimið ikki kemur so langt niðan, tað brýtur inn ímóti og sílar so niður aftur gjøgnum malargrótið. Seinnu árini er av og á sandur komin upp.

Tey seinastu 100 árini hevur húsatalið verið nokk so støðugt um eini 17-18 hús, og fólk hevur búð í næstan øllum húsunum. Í dag er ikki so, nú eru 25 hús í Dali, men fleiri standa tóm. Hesi tómu húsini eru næstan øll ogn hjá burturfluttum dalbingum og verða brúkt sum summarhús.

Dalur hevur verið eigindómsbygd burturav. Tað eru 23 merkur av jørð – 1 mørk er landsjørð og 22 merkur eru ognarjørð.
Fyrr átti bóndahúsið í Klæmintstovu helvtina av allari jørðini, men fyri umleið 200 árum síðan broyttist tað, tí jørðin varð arvað sundur.
Annars var jørðin nøkulunda javnt býtt millum húsini, so tey flestu kundu hava kúgv. Tað
at hava kúgv var eisini hálva lívið, var eingin kúgv, so var heldur einki hús.
Nú er nógv av jørðini ogn hjá fólki, ið ikki búgva í bygdini, hon er arvað av fólki, sum eru flutt aðrastaðni at búgva. Nakað er eisini selt og fólk aðrastaðni hava keypt.
Tí er vinnan ikki longur tað, sum jørðin gevur av sær, men onnur vinna er komin ístaðin.

Síðst í 1800 talinum og fyrst í 1900 talinum vóru tveir handlar í Dali, sum keyptu fisk og saltaðu hann. Húsavíkingar róðu tá út úr Dali saman við dalbingum. Hetta var áðrenn nøkur lending var gjørd, lendingin tá var bara ein urð inni í Skipastøðni. Fyrsta lendingin í Dali varð gjørd í 1914, síðani er hon útbygd og longd nakrar ferðir.

Dalbingar veiddu nógvan kóp fyrr. Gamalt varð sagt, at um Dalur skuldi verið býttur í helvt undir og á, so varð undirlendið tikið framum, tí har var kópur og fuglur, tað varð meira mett, enn bæði neyt, seyður og annað uppi á landi gav av sær.

Í árunum 1970-73 varð útskift innangarðs í Dali. Bøurin hjá hvørjum einstøkum eigara kom tá at liggja samlaður í størri eindum. Samlaða markatalið innangarðs aftaná útskiftingina er 19,64.
Dalshagi eigur grasningsrættin á bønum frá 25. oktobur til 14. mei.
Fyrr vóru lunnindini býtt eftir markatalinum í bønum, men tá nú hetta markatalið fall burtur við útskiftingini, varð tað broytt til, at felagslunnindi liggja nú til markatalið uttangarðs.

Í 1981 vóru hagarnir útskiftir soleiðis:.

Syðstihagi 10 merkur (er seinni sundurbýtt í 2 hagar Syðri Miðhagi og Syðstihagi)
Miðhagin 4 merkur og 12 gyllin
Botnurin 3 merkur og 12 gyllin
Uttast Endi 4 merkur og 8 gyllin

Tað er vallað næstan allastaðni í haganum. Skursl og hellu sæst lítið til uppi á sløttum. Mógvur er víða hvar, og dalbingar hava skorið nógv torv gjøgnum tíðirnar.
Tað er stórur og góður bakki fyri vestan, men Dalur hevur lítlan og ongan undirhaga, tí tað er so bratt til báðar síður.

Skorin:
Feitilendið Skorin liggur til allar hagapartarnar og eigararnir eiga lunnindi eftir ognini.
Seyðurin í Skorini er tiltikin góður, tað hendi seg, at lomb komu upp ímóti 60 pundum.
Nógvur lundi hevur eisini verið í Skorini, men plássið er somikið lítið, at tað eru ikki nógvir sessir. Fyrr í tíðini var tað stór kapping í fleygingatíðini um at fáa besta sessin. Tá varð fleygað fyri helvt. Fleygamaðurin átti helvtina og jørðina hina helvtina, men tað varð ikki hugaligt hjá fleyga-manninum, tá lundin var fingin til hús, so at lata helvtina burturav. Fyri nøkrum árum síðani varð m.a. viðtikið á grannastevnu, at fleygast kundu upp til 100 lundar pr. mann uttan at lata landpart.
Fyrst í 1970’unum kom rennistrongur í Skorini. Tað gjørdi tað munin lættari enn tá alt, bæði seyður og fuglur skuldi berast upp, ella førast við báti.
Ein tjúkk royðulind gongur úr Skorini norður til bygdina. Beint norðanfyri Dalsnípuna er Reyðibarmur. Navnið sipar til royðuna.
Einaferð í 1950’unum arbeiddu dalbingar uppá at høgga royðugrót, sum varð selt til Danmarkar. Tá arbeiddu allir – bæði ungir og gamlir og vunnu heilt fitt av peningi.

Vegurin:
So seint sum 17. august 1963 kom vegurin til Dals. Áðrenn tað varð alt borið, sera sjáldan varð farið við báti. “Ritan” kom á Dal aðruhvørja viku og “Smyril” steðgaði uttanfyri, tá nakað serligt var, ið skuldi sendast suðureftir ella norðureftir, so fór bátur út at føra umborð og í land.
Hvørki kirkja ella kirkjugarður var í Dali fyrrenn seint í 1950’unum, tað varð altíð farið til Húsavíkar í kirkjuligum ørindum.
Vegurin var í gerð í 20 ár. Farið var undir arbeiðið í 1943 um várið. Arbeitt varð alt árið uppá vegin, tó mest um heystið og várið. Um summarið var so nógv annað at takast við, og í nøkur ár lá arbeiðið kortini heilt stilt. Tá vegurin so var komin í 1963 varð nógv lættari og høgligari at búgva í Dali.

Bygdin fekk elektriskt ljós í 1958. Tað vóru 13 húski, sum tóku seg saman um at keypa ein motor og byggja eitt lítið hús til motorin at standa í. Seinni kom so elektricitet frá SEV.

Skúlin í Dali varð bygdur í 1899 av gróti og klæddur innan við timbri. Í skúlanum varð lisin lestur hvønn sunnudag, tá ikki varð farið í kirkju í Húsavík. Hetta vardi, til kirkjan kom í 1957.

13. novembur í 1971 tóku nakrir dalbingar stig til at stovna eitt dansifelagið, sum fekk navnið “Stígum Fast” og at byggja eina dansistovu. Dansistovan varð tikin í nýtslu í 1972 og fekk navnið “Eiriksgarður”. Seinni er húsið útbygt, so tað í dag kann hýsa nógvum fólki. “Eiriksgarður” hevur verið bygdalívinum til stóran frama og eisini nógvum fólkum aðrastaðni frá, ið hava leigað húsið hesi árini.

No comments:

Post a Comment