Sovorðið veður sum í heystferiuni í ár, havi eg ikki upplivað fyrr. Sól og stilli, ja ikki beint gott kjøtveður. Men sera arbeiðsligt hjá teimum, sum skula tuska í fjøllunum og fáa seyð til høldar. Tey renna inni á Kirkjujørðini, børnini høvdu tað stuttligt.
Hjartvar hevur aftur í ár úr at gera í Dali.
Nei, hundurin var einki við uppá at vera fotomodell.
Teir hava verið á fjøllunum, Poli er eplamaður í dag, hann er sloppin við á myndina.
Og eplini í Rennuni síggja gott út!
Nú nærkast koimmunuvalið, ikki heilt samd, hugsi eg!
Tey í Haskátrøð.
No comments:
Post a Comment