Eg hoyrdi so nógv stuttligt um eplafestivalin í fjør, at eg hevði langt síðani avgjørt, at í át skuldi eg fara, og nú var Frida Sofía heima, so tað var eitt fínt høvi. Vit fóru fyrst túr við Rannveig Winther sum sjálv er uppvaksin í Trøðum.
Vit gingu síðani inn til Eplamammuna, har var nógv fólk at práta við. Unni bjóðaði feska súpan við kjøti og alskyns urtum. Elin og maðurin høvdu eisini leitað sær á Eplamammuna.
Vit vóru eisini á café Hentze og Íshúsinum.
Vit lurtaðu eftir yrkingum undir frukttrænum í Trøðum.
Vit vóru eisini á pubb, men tá var tíð at fara at finna bussin.
No comments:
Post a Comment