Vit sita í
stovuni á Bakkanum, Ólavur plagar at hyggja inn á gólvið. Javnaldrarnir Vitus
og Ólavur hava verið vinir gjøgnum alt lívið.
Eg var við
Skúgvi, Skipafelagið átti Skúgv, og vit vóru burtur í átta mánaðir. Ja, eg
visti ikki, at Judith var upp á vegin, tá ið eg fór, og túrurin bleiv so óluksáliga
langur. Vit leitaðu eftir hemara. Vit høvdu fylt skipið árið fyri í 1½ mánað,
men nú var hemarin ongastaðni at finna. Sambandið var ikki tá sum nú, man kundi
ringja um Lyngby radio, men tað bleiv ikki gjørt, tað var so dýrt.
Nú ganga átta
mánaðir, og vit koma á Vestmanna. Tá kemur svágurin har og spyr, um eg havi
snakkað við Judith, nei sigi eg, eg havi ikki snakkað við nakran. So er tað
hann sigur mær, at Judith er á Hvíldarheiminum. Hvat í Jesu navni feilar henni,
sigi eg. Jú so sigur hann, at hon skal hava barn, trý. Tá var eg nokso kløkkur.
Eg leigaði so bil til Havnar.
Men eg mátti
avstað aftur. Báturin var leigaður til Noregs at sigla farm heilt frá Nordkapp
og allan vegin suður, bei av beii, har var bæði, fiskur, hvalakjøt og rækjur.
Tvær konur vóru við monnunum umborð henda túrin. Nú einaferð eg komi upp, nú er
ein veitslumáltíð til reiðar við víni og øllum góðum, sum tær høvdu ornað, og
har lá telegrammið. Tað var ein góður dagur.
Nú koma vit heim
aftur, og nú kemur Oddur í søguna. Tá ið vit koma heim, kemur Oddur til mín,
hetta var ein sunnudag, og eingin fartur var suður sunnudag. Báturin – eg var
stýrimaður – skuldi avstað aftur beinanveg. Mánadag skuldu vit sigla til
Klaksvíkar, síðani á Tvøroyri og so avstað – ein túr upp á 14 dagar. Men, segði
Oddur, tak bátin - eg skal geva tær ein maskinmeistara. Far suður til Dals við
bátinum, fá onkran út eftir tær, so sært tú børnini. Maskinmeistarin er gamla
drongur, og hann hevur akkurát verið heima, tað ger honum tað sama. Tú letur
bara skipið liggja har í Dali, bara tú ert aftur mánamorgunin. Tað helt eg
kortini vera ov nógv avgjørt. Fjúrtan dagar var ikki long tíð. Tá var ikki sum
nú, ið alt skal ganga við tí h...ferð.
Men tað er tað,
sum eg meini: Oddur var makaleysur, hatta høvdu ikki nógvir gjørt!
Ólavur er nokso
hugfarsligur, tá ið gott lag er.
No comments:
Post a Comment